Eldri fólk og heilivágur

Tá ein er vorðin eldri fær ein ofta fleiri sløg av heilivági og er tí í størri vanda fyri at fáa hjáárin (sí Hjáárin). Tey ymsu sløgini av heilivági kunnu sínámillum ávirka hvørt annað bæði viðvíkjandi virknaði og útskiljan (sí Samvirkni).

Eldri hava ofta fleiri kroniskar sjúkur at dragast við og fáa tískil ofta eina áhaldandi viðgerð, her kunnu nevnast eitt nú hjarta-æðra sjúkur, diabetes og gikt.

Hvussu livurin og nýruni virka

Við aldrinum síggjast broytingar í úrskiljanini av heilivági í livrini og tað, sum fer út aftur gjøgnum nýruni. Funksjónin fellur, og hetta ávirkar virknaðin av heilivágnum. Eitt nú er nýrafunksjónin hjá sjálvt frískum eldri fólki bert helvtina av nýrafunksjónini hjá yngri. Tískil er torførari hjá eldri at sleppa av við heilivág, ið fer gjøgnum nýruni.

Tað má tí hugsast um nýrafunksjónina við tí heilivági, har meginparturin av heilivágnum fer  gjøgnum nýruni, soleiðis at skamtanin verður minkað. Verður skamtanin av slíkum heilivági ikki minkað, kunnu tey eldru kenna sær keðilig hjáárin, tí restevnini rúgvast upp í kroppinum. Serliga kann tað verða vandamikið við heilivági, ið tørvar eina heilt neyva mongd so sum við Digoxin®.

Heilivágur, ið serliga fer gjøgnum livrina, kann vanliga verða givin í somu skamtan sum til yngri, tí evnini hjá livrini at skilja heilivágin minka ikki stórvegis við aldrinum.

Ymisk onnur viðurskifti spæla eisini ein ávísan leiklut, eitt nú at evnini hjá hjartanum at pumpa blóð runt í kroppinum falla. Elastisiteturin í bindivevnaðinum minkar og harvið evnini til at binda vatn. Tað merkir, at feittinnihaldið í vevnaðinum økist, meðan vatninnihaldið minkar.

Vøddarnir svinna, talið av nervakyknum broytist og stýringin av salt- og vætujavnvágini gerst verri.

Alt saman er hetta við til at gera, at úrskiljingin av heilivági í kroppinum broytist. Tískil er neyðugt at hugsa um, at heilivágurin skal nýtast av eldri.

Tó er ta tann niðursetta nýrafunksjónin hjá eldri, sum hevur ta størstu ávirkanina.

Sjúka ella hjáárin

Tá ein er eldri, kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at ein merkir ávís eyðkennir. Tað kann vera torført at skyna ímillum, um talan er um eina sjúku ella eitt hjáárin av einum heilivági. Ofta verða beinbrot vegna fall, ørkymlan ella trupulleikar at halda vatninum tengt at aldrinum, men hetta kann eisini stava frá soviheilivági, sum tann eldri tekur, ella ymiskum heilivági, ið kann viðføra, at tann eldri gerst eitt nú ørkymlaður. Vatndrívandi heilivágur kann hava við sær trupulleikan at halda vatninum, og at viðkomandi dettur lættliga.

Viðvíkjandi heilivági og skamtan, so verður ein eldri skilgreinaður sum ein, ið er minst 65 ár. Hóast vit liva longur í dag, og ein, sum er 65 ár, als ikki kennir seg sum eldri og heldur ikki verður mettur at vera eldri, er hetta tó skilgreinanin (sí medicin.dk).

Gerast viðkvæmari

Tá ein gerst eldri, verður ein  viðkvæmari fyri nøkrum sløgum av heilivági. Hetta merkir, at tað skal ein minni skamtan til fyri at fáa sama virknað. Hóast ein hevur tikið heilivágin í nógv ár, kann ein uppliva fleiri hjáárin av sama heilivági, tá ein gerst eldri.

Hetta er serliga galdandi fyri heilivág, ið ávirkar heilan. Her kunnu nevnast sovitablettir, heilivágur fyri angist og tunglyndi og nervaheilivágur. Hesi sløg av heilivági verða ofta nýtt av eldri, og her skal vísast stórt varsemi viðvíkjandi skamtan. Verður skamtanin ikki neyvt tillutað viðkomandi, kann hann/hon skjótt staðfesta hjáárin, so sum svimbul og ørviti og er tískil í vanda fyri at detta og fáa beinbrot. Blóðtrýstheilivágur og vatndrívandi heilivágur økja eisini um vandan fyri falli. Eitt annað dømi er heilivágur fyri eitt nú giktapínu (NSAID t.d Ibuprofen), sum oftari viðføra bløðing í maga/tarmgørnunum, ørkymlan og nýraskaða.

Týdningarmikið er at taka heilivágin sum fyriskipað

Eldri fáa ofta nógv ymisk sløg av heilivági, og tí kann vera torført at minnast til at taka heilivágin. Heilivágur kann skifta navn og útsjónd ferð eftir ferð, hetta ger tað torførari at fylgja við, tá ein fær fleiri sløg, sum eisini skulu takast ymiskar tíðir.

Ein hjálp kann vera at brúka skamtanareskjur, sum eru í ymiskum skapum. Summar hava eisini alarm í, sum boðar frá, nær heilivágurin skal takast.

Ein onnur hjálp kann vera at fáa apotekið at pakka heilivágin til 14 dagar ísenn (sí Skamtlutaður heilivágur).

Nógvir pakkar ella nógv íløt eru ikki egnað til eldri. Hevur ein eitt nú gikt í fingrunum, kann tað vera torført at opna glasið við giktaheilivági. Onkrar fyritøkur framleiða íløt við loki, sum kann opnast við einum penni.

Eisini kann onkuntíð vera torført at deila tablettina, tá tað er neyðugt.

À apotekinum kunnu tablettdeilarar keypast og tablettknúsarar og amboð til at trýsta tablettina úr ørkunum, um tablettirnar eru í ørkum.

At hava í huganum hjá læknum, tá teir fyriskipa heilivág til eldri:

  • Met javnan um tað enn er indikatión fyri at brúka heilivágin
  • Byrja við eini lítlari byrjanarskamtan, serliga fyri tey sløg av heilivági, ið ávirka heilan
  • Avmarka talið av givnum heilivági
  • Brúka heilivág, sum í mesta lagi verður givin 2 ferðir um dagin

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00