Ferðaverkur

Drúgvar ferðir á landi, á sjógvi og í luftini kunnu elva til ferðaverk. Ferðaverkur kemur av, at tað, ein sær, stríður ímóti teimum boðum, sum heilin heldur seg fáa ella fata. Tá ið heilin ikki fær tulkað tey boð, hann móttekur, fær ein ferðaverk.

Eyðkenni við ferðaverk eru í byrjanini høvuðpína, dølskni og roði, sum síðan fara yvir í bleikt dæmi, kaldasveitta, vaml, spýggju, og muðurin gerst turrur.

Ferðaverkur kann fyribyrgjast við flótandi miksturi (til børn 2-14 ár), tablettum ella plástri, ið øll fáast í handkeypi.

Tablettir og miksturur skulu vanliga takast ½-1 tíma fyri fráferð og virka í 4-12 tímar. Plástrið skal harafturímóti setast á 5-6 tímar fyri fráferð og virkar í 3 samdøgur.

Flestu tablettir av hesum slagi eru merktar við reyðum ávaringartríhyrningi, tí tær kunnu vera doyvandi, nakað ið bilførarar eiga at hava í huga. Somuleiðis eiga vit at minnast til, at tablettir kunnu stimbra virknaðin av alkoholi.

Ymiskt er, hvat av hesum  riggar best, men bið um ráð á apotekinum.

Góð ráð fyri ferðaverk:

  • Hygg út, so at heilin fær ikki mótstríðandi boð um javnvág
  • Les ikki, tekna ikki og hygg ikki at filmi
  • Eitt tað besta fyri ferðaverk er at sova
  • Anda so nógva fríska luft sum gjørligt


Ein annar møguleiki er at royna Sea-band® armbandið fyri ferðaverk og vaml. Sea-band setur kropsins egnu verju í gongd fyri sjóverk og bilverk. Veikt trýst verður lagt á akupressurpunkt undir handliðunum – sama sum í akupunktur viðgerð – men við ongum nálum. Harafturat eru fleiri, ið nýta tað fyri barnakonuvaml. Firmaið lovar kundunum peningin aftur, um teir ikki eru nøgdir við Sea-band.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00