Handapotekið

Tað lættir um, at hava handapotekið við tær, tá tú heldur frí.

Frítíðin er virðismikil, og er tað óheppið, um hon verður oyðiløgd av sjúku o.ø. Takið handapotekið við heimanífrá og sleppið undan óneyðugum trupulleikum. Tað er av týdningi, at handapotekið er samansett til ta ferðina, tú skal, hvar tú skal, og hvønn tørv tú hevur.

 

Koppsetingar
Sama hvagar ferðin gongur, er tað eitt gott hugskot at kanna, um ymiskar koppsetingar verða viðmæltar fyri tað ávísa landið, ferðast skal til. Tað kann t.d. vera fyri hepatitis (livrabruna), stívkrampa/difteri o.a. Koppsetingarviðmæli verða kannað við at fara inn á heimasíðuna hjá Statens Serum Institut, www.ssi.dk, spyrja lækna ella spyrja á apotekinum. Um so er, at koppseting verður viðmæld til tað ávísa landið, verður tosað við læknan minst 6 vikur, undan at farið verður, so góð tíð er at koppseta seg.

 

Heilivágur
Havið altíð heilivágin í handviðførinum vegna tess, at onkur heilivágur kann vera óbrúkiligur av kuldanum í viðførisrúminum. Tú sleppur eisini undan, at neyðugur heilivágur liggur í kuffertinum, um flogfarið verður seinkað ella annað (sí Heilivág við á ferðini).

 

Pína
Veikur pínustillandi heilivágur, sum inniheldur paracetamol ella ibuprofen, er altíð góður at hava við á ferðini. Hesin heilivágur er góður fyri høvuðpínu, vøddapínu og aðra lætta pínu.

Gongur leiðin til eitt stað, har frárátt verður at drekka vatn úr krananum, er best at hava tablettir at svølgja, heldur enn brúsitablettir. Eisini fáast smeltitablettir til keyps á apotekinum, og tær nýtist ikki at drekka vatn afturvið (Pamol flash).

 

Leyst lív
Góð ráð fyri at sleppa undan leysum lívi:

  • Drekk ikki vatn úr krananum, men keyp vatn í fløsku. Hetta er eisini galdandi, tá tú bustar tenn
  • Ansa eftir ísterningunum (kanna, at teir eru ikki av vatni úr krananum)
  • Halt teg frá mjólkarúrdráttum, sum ikki eru pasteuriseraðir
  • Flys grønmeti og frukt sjálv/sjálvur
  • Et ikki salat
  • Halt teg frá mati, ið verður seldur á t.d. torgum, uttan so at hann er hagreiddur í nógvum hita
  • Et bara mat, sum er kókaður ella steiktur
  • Gevið eisini gætur um fylgjandi matvarur: Skeljadjór (rá ella lættkókað), rátt grønmeti, kalda sós og dressing, mat, sum inniheldur rátt ella partvís rátt kjøt, sum ikki er gjøgnumsteikt
  • Vaska og sóttreinsa hendur tínar ofta og hvørja ferð, áðrenn tú etur
  • Byrja nakrar dagar fyri ferðina at taka mjólkarsýrubakteriur og halt fram, til ferðin er endað. Hesar kunnu hjálpa at halda javnvág í tarmfloraini. 

 

Eyðkenni fyri leysum lívi

  • 4-5 ferðir leyst/tunt skarn um dagin
  • Tú kennir teg illa fyri
  • Ofta hevur tú eisini búkilsku ella magakrampar
  • Umleið 50% fáa vaml
  • Gongur vanliga yvir av sær sjálvum eftir 3-5 døgum

Skuldi tað víst seg, at tú hóast alt fær leyst lív, er tað týdningarmikið, at tú drekkur nógmikið, gjarna vætu við salti og sukuri. Harafturat kanst tú eta mat, ið er lættur at sodna so sum rist breyð, keks og rivið súrepli.

Ein møguleiki er, at tú tekur heilivág, ið inniheldur Loperamid (t.d. Imodium), sum steðgar krampunum í sodningarleiðini og tískil kann steðga leysum lívi. Tablettirnar kunnu brúkast frá 6 ára aldur og uppeftir, men Loperamid finst eisini flótandi. Hetta kann brúkast frá 2 ár og upp, hetta verður tó bert givið í samráð við lækna. Ein skal hava forskrift til tað flótandi. Til akutt leyst lív skal Loperamid bert nýtast í mesta lagi 2 samdøgur, sí kunningarlepan.

Serliga hjá barnafamiljum kann tað vera eitt gott hugskot at taka Revolyt ella Resorb við. Hetta er ávikavist eitt pulvur ella brúsitablettir, sum verður upployst í vatni. Tað inniheldur salt og sukur, sum kann brúkast, tá ein t.d. fær vætutrot vegna leyst lív.

 

Harðan maga
Nøkur fáa ’akuttan’ harðan maga, tá tey ferðast. Tú kanst bøta um støðuna við at taka veikan loysandi (tømandi) heilivág, men bert í styttri tíð. Tú kanst fyribyrgja hørðum maga við at eta trevjuríkan mat og drekka nógmikið. Harumframt er gott fyri harðan maga, um tú ert kropsliga virkin. Um leiðin gongur til heit lond, er tað av størsta týdningi at fáa nóg mikið at drekka, tí ein sveittar illa.

 

Bróstsviði
Heilivágur fyri bróstsviða fæst í handkeypi. Serliga sterkt kryddaður matur, alkohol og kaffi elva til bróstsviða ella súr rop.

 

Góð ráð:

  • Et ikki 3-4 tímar fyri songartíð
  • Sov við hevjaðum høvdalagi – einar 15-20 cm
  • Skapilsi av vælindinunum ger, at magasýran hevur verri við at koma upp aftur, um tú svevur á vinstru lið
  • Far ikki í trong klæði

 

Fyribyrging og kynsjúkur
Minnist til fyribyrging.

Hítir eru einasta fyribyrging, sum verja fyri kynssjúkum og samstundis forða fyri at gerast við barn.

Hav sjálv/sjálvur hítir við fyri at vera vís í góðskuni. Tað er týdningarmikið, at hítirnar ikki liggja í sólini í høgum hita. Nýtir tú p-bollar, er tað eitt gott hugskot at hava við til nakrar dagar eyka. Ferðin heim kann jú verða seinkað.

Gevið eisini gætur, at leyst lív og spýggja kunnu gera, at p-bollarnir ikki eru virknir.

Ovurviðkvæmi
Ert tú ovurviðkvæmur, er tað eitt gott hugskot at kanna blómusáð-støðuna (pollen), har sum tú fert at ferðast, áðrenn farið verður.

Tað kann gerast við at fara inn á www.polleninfo.org. Tað er gott, um tú ert í nøktandi viðgerð, áðrenn farið verður, og at tú tekur tín vanliga heilivág við.

Verið fyrireikað, kennið tað, ið elvir tykkara ovurviðkvæmi.

Mýggjabit
Mýggjabitar kunnu haldast burtur við at smyrja skordýrafrávísandi evni á húðina. Um tú nýtir skordýra-ræðandi evni, sum t.d. Autan®, so er týdningarmikið, at tú nýtir skamtin, ið er áskrivaður. Nýtir tú ov lítið, sært tú skjótt, at lítið hjálpir (nýt 6-8 pístr á hvønn undirarm).

Um ein er stungin, fáast lokaldoyvandi evni, sum linna skordýrabit ella onnur bit.

Í økjum við malaria er sera týdningarmikið at verja seg fyri mýggjabitum - tí tað eru teir, sum bera malariað víðari.

Fyribyrgjandi heilivágur fyri malaria fæst á forskrift. Afturat hesum kann ein verja seg fyri mýggjabitum við at smyrja skordýra-frávísandi evni á seg og við at sova undir neti um náttina.

 

Skordýrabit (insektbit)
Góð ráð: 

  • Um tú etur søtmeti síðst á sumri, ansa so eftir, at onki skordýr er á søtmetinum, áðrenn tú bítur
  • Drekk heldur úr glasi enn úr blikki, ein býfluga ella vespa kann krúpa í blikkið, uttan tú varnast
  • Ver í skóm úti
  • Kveistra ikki býflugu (bi) ella vespu burtur
  • Halt teg burtur frá býflugubølum
  • Ver ansin, um tú hentar frukt

Verður tú stungin, royn so at fáa broddin burtur, uttan tó at trýsta meir gift inn í húðina. Neglin kann brúkast. Giftin kann síðani súgvast út við ein giftsúgvara. Hevur tú ikki giftsúgvara tøkan, so kann ein sukurmoli hjálpa.

Um tað hovnar, ella skriði verður, so kann skriðustillandi smyrjast á bitið. 

Antihistaminir linna eisini í hesum høpi. 

 

Sár og skursl
Minnist til plástur og gazebind til sár og skursl. Nýt sápu við lágum pH-virði, um talan er um grefligt sár. Royn at umganga at nýta desinfiserandi evni, tí tað seinkar grøðingini. Rennur nógv úr sárinum, fáast serlig plástur á apotekinum.

Skal tú ganga nógv, ber væl til at brúka plástur fyri bløðrur. Hevur tú fingið bløðrur, kann plástur eisini nýtast.

Skilagott er at hava fyrstuhjálpstasku við sær á ferðini heimanífrá, helst um børn eru við á ferðini og ætlanin er at ganga nógv ella klíva. 

 

Í fyrstuhjálpstaskuni eigur at vera:

  • Plástur
  • Bind til greflig sár, gaze, kompress og elastikbind
  • Tape (einglahúð)
  • Klorhexidin til at reinsa sár
  • Pinsett
  • Bløðruplástur, um tú fert at ganga nógv

 

Sproytur og kanylir
Tað kann vera skilagott at hava sproytur og kanylir við, um ferðast verður til fjarskotnari lond, har reinførið í heilsuverkinum ikki er so gott.

 

Egin heilivágur
Tekur tú dagliga heilivág fyri til dømis astma, hjarta ella annað, skal tú minnast til at taka hann við á ferðini. Hyggið at forskriftini í góðari tíð undan fráferð, so tú ert vís/ur í at hava nóg nógv til allan túrin. Havið altíð eitt sindur at taka til, um tað skuldi borið soleiðis á, at tú ikki sleppur heim til tíðina.

 

Les meira
Undir "Heilivágur við á ferðini" kanst tú lesa meira um, hvussu tú skalt gera, um tú hevur turvelvandi heilivág við á ferðini.

Á apotekinum kanst tú, umframt handapotekið, fáa hesar faldarar:

"Ferie" - faldari frá Apotekerne i Danmark

”God ferie” - faldari frá A-apoteket

”Tjekliste” - lýsingaseðil frá A-apoteket 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00