Leyst lív á ferðini – fyribyrgjandi og viðgerð

Leyst lív á ferðini er ein tann vanligasta sjúkan í millum ferðandi í menningarlondum. Mett verður at upp til 60 % av øllum ferðandi til eitt menningarland vilja uppliva at fáa leyst lív á einari ferð í varar tvær vikur ella meir. Avgerandi fyri vandan fyri at fáa leyst lív er treytað av hvat land ferðin gongur til og hvussu primitiv viðurskiftini eru har.

Sjálvt um tað ikki krevur læknaviðgerð kann tað geva nógvar trupulleikar fyri tann ferðandi.

Hvat er leyst lív?

Talan er um leyst lív, tá ið ein noyðist ofta á vesi við tunnum opningi í stórari nøgd (meira enn 200 gramm um samdøgrið).

Leyst lív kemur vanliga akut (typisk 4-8 dagar eftir ígerðartíðspunktið) og varar í miðal í 3-4 samdøgur (hjá 10 % varar tað yvir 1 viku).

Sjúkueyðkennini við leysum lívi er sermerkt við

  • Opning er fleiri enn tríggja ferðir um samdøgrið
  • Krampar í maganum
  • Kválma
  • Spýggjan
  • Fepur
  • Blóð í skarninum.

Lint leyst lív er sermerk av tunnum opningi eina til tvær ferðir um samdøgrið uttan sjúkueykenni.

Stutt tíðarskeið við leysum lívi, bráðkomið leyst lív, er vanligt. Varar hendan støðan longur enn 1 viku ella har á leið, er neyðugt at tosa við lækna.

Hvat er orsøkin til leyst lív

Bakteriur og virus eru tann vanligasta orsøkin til leyst lív, umframt lágur standardur fyri reinføri har ein ferðast. Snultarar (parasitter) kunnu eisini elva til leyst lív.

Pinkubørn, smábørn og ung vaksin (15-30 ár) eru í serligum váða at fáa leyst lív á ferðuni, óheft av hvussu ferðast verður.

Fyribyrging av leysum lívi á ferðini

Handreinføri og kostur

  • Bakteriur og virus verða yvirførdar umvegis vatn og mat ella hendurnar.
  • Keyp vatnið í fløskum og sýn gott handreinføri, serliga áðrenn máltíðirnar
  • Handvask við vatni og sápu er nóg mikið í flestu førum, um tað ikki er atkomiligt skal hondsprit, við minst 60 % alkohol, nýtast

 

Probiotika

Tað finnast nógv ymisk sløg av probiotika, ið hava livandi smáverur antin sum bakteriur ella gersvampur í sær. Hetta verður hildið at hava árin á innvølagróður og sjúkur. Sum heild er nýtsla av probiotika trygg og uttan hjáárin. Kanningar hava tó fyribils ikki víst sannførandi vísindaligt prógv fyri at probiotika minkar um vandan at fáa leyst lív á ferðuni.

Vaksinatión

Tað er fleiri ymiskar smáverur, ið kunnu elva til leyst lív. Onki koppingarevni er, ið gevur nøktandu verju fyri leysum lív á ferðuni. Í løtuni eru marknaðarførd koppingarevni, ið verju ímóti Vibrio chloelerae og dukoral og rotavirus.

Fyribyrgjandi antibiotikaviðgerð

Sum heild verður ikki tilmælt at nýta antibiotika at fyribyrgja leysum lívi á ferðuni. Tað er ótti fyri hjáárinum, sum mótstøðuføri og kolinsering av multiresistentum eneterobakterium í tarmunum. Tað kunnu verða serstakar umstøður, ið gera seg galdandi, hvar tað er neyðugt at nýta fyribyrgjandi antibiotikaviðgerð. Í tíllíkum førum er tað læknin, ið tekur støðu til hetta.

Viðgerð av leysum lívið á ferðuni

Endamálið við sjálvviðgerð av leysum lívið á ferðini, er at forða uppturkaðan, stytta um sjúkratíðuna og linna sjúkueykennini.

Vætu og elektrolyt viðgerð

Vætu og elektrolytviðgerð er hornasteinurin í viðgerðini. Eftirlit av vætujavnváganum er serliga týdningarmikið hjá smábørnum og eldri.

Revolyt kann t.d. brúkast. 

Tað verður tilmælt at vaksin skulu bara inntaka ríkiligt av vætu - 2500 ml/samdøgrið plus 200 ml fyri hvørt leyst skarn, eisini skulu kulhydratir og salt inntakast.

Ein heimagjørd blanding við 1 litur av kókaðum vatni har tað er tilsett 8 teskeiðir av sukur, 1 teskeið av salt og saft frá tveimum appelsinum.

Heilivágur fyri leyst lív

Heilivágur sum t.d. loperamid hevur góð árin á sjúkuhjáárinini, tí tað niðursetur útskiljingini av vætu og darvar rørsluni í tarminum. Tað skal ikki nýtast um blóð er í skarninum ella við febur og tað skal í mesta lagi brúkast í 48 tímar.

Tað verður ikki tilmælt at geva børnum yngri enn 6 ár tablettir og børnum yngri enn 2 ár upploysing gjøgnum munnin. Børn eldri enn 2 ár skulu nýta upploysing gjøgnum munnin við varsemi.

Loperamid kann nýtast til lint leyst lív, men kann eisini takast til verri tilburðiri, tá verður tað tikið saman við antibiotika. Hendan samanseting styttur um tíðina við leysum lívi og minkar um talið av leysum lívið, samanborið við brúk av einans antibiotika.

Viðgerð við antibiotika

Viðgerð við antibiotika kann minka og stytta um tíðina við leysum lívi, uttan so at tann útloysandi bakterian er viðkvom. Samla sæð verður frárátt at viðgera lint leyst lív á ferðini við antibiotka.

Sjálv-viðgerð av leysum lívið á ferðini við antibiotika verður bert tilmælt til serstakar vandabólkar og til ferðandi við verri tilburðum av leysum lívið á ferðini, har tað við vissu ikki er nøkur lokal læknahjálp atkomilig.

Ferðandi til malaria umráðir skulu verða varug við at leyst lív kann verða sjúkraeyðkenni við malaria áhaldandi fepri verður tilmælt at søkja lækna enn at sjálviðgera við antibiotika.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00