Sólkrem

Um tú nýtir ávís sløg av heilivági, eigur tú at vera serliga ansin í sólini. Heilivágurin kann gera húð tína meira viðkvæma fyri sólstrálunum. Hetta verður ofta nevnt fotosensibilisering (ljósviðkvæmi).

Ljósviðkæmi
Ljósviðkvæmi vísir seg á tveir hættir: Annar er fototoksiskur (ljóseitrandi), og hin er fotoallergiskur (ljósviðkvæmisskapandi).

Tað eru tvær ymiskar reaktiónir, sum geva ljósviðkvæmi/fotosensilibilisering. Hetta verður býtt sundur í eina fototoksiska reaktión og eina fotoallergiska reaktión.

Tað ljóseitrandi viðbragdið kemst av, at heilivágurin verður aktiveraður, tá hann verður útsettur fyri sólljósi. Reaktiónin kemur á tí staðnum á húðini, har sólarljósið rakar, og tað kann hava við sær bløðrur, eksem og skálding av tí ávísa staðnum á húðini.

Tað ljósviðkvæmisskapandi viðbragdið kemst av, at sólarljósið og heilivágurin reagera hvørt við annað. Tá heilivágurin verður útsettur fyri sólarljósi, broytist struktururin av evninum, so verjuskipanin í kroppinum fer í verjustøðu. Tað sæst sum útbrot á húðini og breiðir seg um kroppin.

Hesi hjáárin gera húð tína eyka viðkvæma. Jú størri mongd av heilivági ein fær, og jú longur ein er í sólarljósi, jú størri er vandin fyri álvarsamum skaða. Hetta økir eisini um vandan fyri húðkrabbameini.

Eyðkenni
Tey evnini, sum verða gjørd av sundurbróting av heilivágnum, kunnu skaða tann sunna vevnaðin. Hetta merkir, at ein kann fáa:

  • Útbrot
  • Sólskálding (húðin gerst reyð)
  • Húðin hovnar
  • Smáar vætufyltar bløðrur
  • Møgulig broyting av húðarliti (sonevndar pigmentbroytingar)

Ein kann merkja sviða, prik, bruna, skriða og pínu.

Nøkur sløg av heilivági kunnu eisini skaða eyguni, um eyguni fáa sólarljós.

Hvørji sløg av heilivági kunnu geva ljósviðkvæmi?

  • Heilivágur til hjartað og blóðrenslið – eitt nú Amiodaron
  • Heilivágur fyri sálarligar sjúkur – eitt nú Nozinan
  • Heilivágur fyri bruna (antibiotika) og pirrur (akne) – eitt nú Tetracyklin, Ciprofloxacin, Isotretinoin
  • Heilivágur fyri malaria – eitt nú Doxycyklin
  • Brunatálmandi og pínustillandi heilivágur – eitt nú Salazopyrin, Methotrexate
  • Náttúruheilivágur - eitt nú Perikon

Hesin listi er ikki fullfíggjaður, og neyðugt er at kanna, um tín heilivágur kann føra við sær ljósviðkvæmi. Ein kann lesa  um sín heilivág ávikavist á  www.medicin.dk, finna fram tann einstaka heilivágin og hyggja undir hjáárin (“bivirkninger”) og varsemi (“forsigtighedsregler”), og í kunningarlepanum, ið fylgir við heilivágnum.

Hvat kann ein gera?
Oftast sæst ljósviðkvæmi á teimum beru støðunum so sum andliti, nakka, hálsi, hondum og fótum, men tað kann sum sagt breiða seg. Húðin er serliga viðkvom um várið, tá ið hon er bleik og tí meira følin.

Tað, ein kann gera, er at:

  • Halda seg frá sólini millum kl. 12-15
  • Vera í skugganum
  • Brúka sólkrem við høgum verndartali
  • Smyrja seg inn fleiri ferðir um dagin, serliga tá ið ein hevur verið í vatni, sveittar illa ella turkar sær ofta
  • Dekka kroppin so væl sum gjørligt við t.d løttum klæðum, hatti og sólbrillum
  • Ikki fara í solarium

Tað eru serliga UV-A strálurnar, sum elva til ljósviðkvæmi, og eru bæði í sólarljósinum og í solarium, og hesar strálur treingja ígjøgnum glas. Tískil er eisini neyðugt at verja seg, tá ið ein situr í bili ella framman fyri vindeygað. UV-A strálur kunnu eisini treingja ígjøgnum tunn klæði.

Ein skal sjálvandi ikki halda uppat at taka heilivágin, tí hann ger teg ljósviðkvæman, um tað er neyðugur heilivágur. Tá skal ein ístaðin taka tey neyðugu atlitini. Ber tað ikki til, má ein tosa við sín lækna fyri í samráð við hann finna eina hóskandi viðgerð.

Spyr lækna ella á apotekinum, um tín heilivágur kann gera teg ljósviðkvæman og les altíð kunningarlepan, sum fylgir við heilivágnum. 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00