Soleiðis brúkar tú sólkrem
Sólkrem verjir fyri skaðiligum geislum frá sólini, men sólkrem ger ikki, at tú kanst liggja so leingi í sólini, sum tú vilt. Her eru góð ráð, hvussu tú brúkar sólkrem.

Hvussu virkar sólkrem?
Sólkrem filtrar ella sáldar ein part av UV-geislingini – antin við einum kemiskum ella fysiskum filtri. Tað kemiska filtrið fer inn í húðina og tekur UV-geislingina frá sólini, sum verður til hita, meðan tað fysiska filtrið leggur seg sum eitt ljóst lag á húðina og kastar geislingina aftur. Ikki er sólkrem 100% vernd fyri sólini – tí at ein minni partur av geislingini fer altíð inn í húðina.

UV-geisling og verndartal
UV-geisling kemur frá sólini. Fleiri ymiskar geislingar koma frá sólini – bæði sjónligar og ósjónligar. UV-geisling stendur fyri ultraviolettari geisling.

Í UV-geislingini frá sólini eru UV-A-, UV-B- og UV-C geislingar. Munurin á hesum geislingum er, at bylgjulongdirnar eru ymiskar. Ozonlagið steðgar teim vandamiklu UV-C geislingunum, so at tær ikki koma niður á jørðina.

UV-A-geislingar gera húðina brúna, men gera eisini, at húðin eldist. UV-B geislingar kunnu gera, at húðin skáldast og kunnu eisini elva til húðkrabba.

Evnini í sólkremi, sum verja fyri sólargeislingum, eru ásett í eini verndarskipan, ið kallast SPF (Sun Protection Factor). Faktortalið ella verndartalið er eitt lutfalstal, sum funnið er á tann hátt, at mált verður, hvussu nógv geisling skal til fyri, at húðin rodnar við sólkremi smurdum á, samanborið við húð við ongum sólkremi smurdum á. 

Verndartalið er bara vegleiðandi. Hvussu long tíð gongur, til eitt fólk verður skáldað veldst um umstøðurnar: Nær fólk sóla sær um dagin ella um árið, UV-geislingar styrkin, skýggj á luftini og húðtýpa. Harumframt er tað tengt at, hvussu nógv sólkrem, tú hevur smurt á.

Um tú svimur, liggur á sandinum og/ella sveittar illa hevur eisini sína ávirkan og eisini, hvussu tú ert ílatin, sjálvsagt.

Størri verndartal eitt sólkrem hevur, jú betur verjir tað. Tó er tað ikki tann heilt stóri munurin á at brúka verndartal 30 fram um verndartal 15.

Sólkrem við verndartalinum 15 steðgar 93,3% av UV-geislingunum frá sólini, meðan sólkrem við verndartalinum 30 bara steðgar 3% fleiri geislingum.

UV-indeksið vísir UV-geislingar-styrkina og nær, ið tú skalt ansa tær í sólini. Tá ið UV-indeksið  er 3 ella meir, verður viðmælt, at tú verjir teg í sólskininum.

Verndartal fyri UV-B-geislingunum er ásett á teim flestu tilbúningunum á dansk/føroyska marknaðinum við COLIPA-háttinum, sum merkir, at SPF verjan í tilbúningunum kann samanberast.

Tað eru kortini aðrir hættir at finna verndartalið. Tá tær ymsu skipanirnar ikki eru eins, er ikki lætt at samanbera verndartølini á sólkremum uttan so, at framleiðarin upplýsir, hvørji verndarskipan tilbúngurin er ásettur eftir á pakkitilfarinum, so at atlit kann verða tikið til tað.

Eitt sólkrem, sum er kannað eftir FDA-háttinum (amerikanskur) til at vera verndartal 8, svarar til verndartal 4 eftir COLIPA-háttinum.

Krøv á okkara leiðum eru, at UV-A verjan skal vera í minsta lagi 1/3 av UV-B verjuni. Tað merkir, at er verndartalið 15, so er UV-A verndartalið minst 5.

Hvat slag av sólkremi?
Sólkrems tilbúningar kunnu keypast sum krem, lotión, gel ella spray – allir eru góðir. Tó kann ikki verða so einfalt at meta um røttu spraynøgdina. Vel altíð sólkrem, sum tolir vatn, tí tað heldur longri. Verndartal 15 (miðal) hóskar væl til flestu føroyingar, tí sum sagt er ikki tann stóri munurin á verndartali 15 og eitt nú verndartali 30. Mælt verður til størri verndartal, um talan er um børn, ella um tú hevur sóleksem, ella hevur eina húðsjúku ella skurðsár, ella tú hevur sera viðkvæma ella ljósa húð og eisini, um tú ferðast til lond nær ekvator.

So mikið skalt tú brúka
Um eitt sólkrem skal vera munadygt, so skal brúkast ríkiligt, og tað skal varliga smyrjast inn í húðina o.u. 20 minuttir, áðrenn farið verður út í sólina.

Ofta er tað so, at ¼ av viðmæltu nøgdini verður brúktur. Um ikki nóg nógv sólkrem verður brúkt, so verður sólkremið ikki nóg munadygt.

Kremið eigur at metta húðina. Tad merkir, at tú skalt brúka ein stóran lógva av kremi,  eini 30-40 g, til at smyrja kroppin hjá einum vaksnum fólki. Til børn nýtir tú helvtina – ein fullan barnalógva. Brúkar tú minni, fært tú ikki ta verju, sum stendur á pakkitilfarinum, og vandin at fáa skaða er størri. Eisini er skilagott at minnast at smyrja aftur, um tú hevur svomið, ligið leingi á einum handklæði  ella hevur sveittað illa. Nakrir sóltilbúningar tola vatn  ella eru vatnfastir. Men tó hevur tú verið í vatni og hevur turkað tær við handklæði, so er tryggast at smyrja aftur.

Drála ikki til húðin er vorðin reyð, tí tá er skaðin longu hendur.

Sóla tær við fyriliti
Hóast tú hevur smurt teg  við sólkremi, so er tað týdningarmikið ikki at vera longri úti í sólini, enn tú hevði verið uttan sólkrem. Fleiri yvirmeta sólkrem og halda “at væl stendur til“.

Tá tú brúkar sólkrem, minkar tú um sólskáldingarvandan, men vandin fyri at fáa húðkrabba verður størri, jú longri tíð tú ert í sólini – eisini um tú brúkar sólkrem. Tey bestu ráðini eru tí at vera í sólini stutta tíð í senn.

Tað er av serligum týdningi ikki at sita í sólini um middagsleitið, millum kl. 12 og 15, tá ið hon skínur mest. Lat teg í eina tunna bummuls blusu, hon verjir munandi betur enn sólkrem. 

Børn og sólverja
At verja børnini væl fyri sólini er ógvuliga týðandi. Jú oftari fólk eru skáldað av sólini, jú størri er vandin seinni at fáa húðkrabba. Her verður serliga hugsað um børn. Smábørn skulu mest møguligt vera í skugganum, men um neyðugt er at fara út í sólina, so er best, at tey eru í víðum og tættvovnum klæðum, tí at hetta er tann besta verjan, og slík klæði tykjast svallig, hóast heitt er í veðrinum.

Tá ið børn spæla uttandura millum kl. 12 og 15, eiga tey at hava hatt við breiðum skugga á høvdinum. Hatturin skal fjala skalla og oyru og skal skugga fyri andliti og nakka. Mælt verður til, at klæðini røkka í minsta lagi til albogar og niður til kníggja.

Har klæðini ikki fjala húðina, skal sólkrem smyrjast, eitt nú á andlit og hendur. Brúka eitt vatnfast sólkrem, minst verndartal 15 (miðal), sum verjir bæði fyri UV-A- og UV-B geislingum. Í heitari londum verður sólkrem valt, ið hevur størri verndartal, alt eftir tørvi. Minst til, at sólkrem forðar ikki UV-geisling at koma at húðini – ein lítil partur fer inn í húðina.

Haldtíð
Um sólkrem verða goymd í stovuhita, so er haldtíðin vanliga tvey til trý ár, um pakkitilfarið ikki er latið upp, og vanliga 12 mánaðir eftir, at pakkitilfarið er latið upp. Um sólkrem er í nógvum hita – eitt nú í handska-rúminum í heitum bili ella í sólini á strondini – so verður lítil dugur í tí, sum tíðin gongur. Verður sólkrem dálkað, tað skiftir lit ella luktar, so skal tað koyrast í ruskílatið.

Slóðir:

www.cancer.dk/skrunedforsolen/solbeskyttelse/ (Kræftens Bekæmpelse)

www.min.medicin.dk

www.sst.dk (Sundhedsstyrelsen)

www.mst.dk   (Miljøstyrelsen)

www.apoteket.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00