Fitisýrur fyri heilsuna

Fitievni er ein av høvuðsbólkunum, tá talan er um føðslu hjá menniskjum, saman við eggjahvítaevnum (proteinum) og kolhydratum.

Eins og á so nógvum øðrum økjum, so er tað ein spurningur um nøgd og góðsku á hesum føðsluevnum, ið avgera, um tey eru góð ella skaðilig fyri heilsuna.

Tað kann vera ørkymlandi hjá vanligum fólki at skilja ímillum tey ymisku heitini, sum brúkt verða í lýsingum av handilsvørum. Tosað verður um fleirómettaðar fitisýrur, kolesterolfríar vørur, transfitisýrur, um góðar og minni góðar fitisýrur, og hjá vanliga brúkaranum kann hetta tosið tykjast ikki sørt ørkymlandi.

Fiti í kostinum er fyri tað mesta fitisýrur, sum kunnu býtast sundur í undirbólkar eftir kemiska bygnaðinum. Teir ymisku undirbólkarnir eru umboðaðir í øllum sløgum av fiti, men nøgdin er ymisk í teimum ymisku bólkunum. Tær ymisku fitisýrurnar hava ymisk lívfrøðilig árin á kroppin, og tí er flokkingin týdningarmikil.

Mettaðar fitisýrur eru serliga í kjøti og mjólkarvørum, meðan fleirómettaðar fitisýrur serliga eru í plantuoljum og djórum, sum liva í havinum. Einkultómettaðar fitisýrur eru vanligar í olivenolju og rapsolju.

Millum tær fleirómettaðu fitisýrurnar eru tað tvær fitisýrur, sum eru týðandi: Alfa-linolensýra (omega 3 fitisýra) og linolensýra (omega 6 fitisýra). Við týðandi meinast her við, at tað er neyðugt at fáa tær við kostinum, tí kroppurin kann ikki sjálvur gera tær úr øðrum í føðsluni, og neyðugt er, at tær eru til staðar til ymiskar lívfrøðiligar prosessir í kroppinum.

Fitin í fiski er serlig á tann hátt, at hon hevur nógv av sonevndum n-3 fitisýrum í sær.

n-3 fitisýrur
Fiskur, hvalur og kópur hava ofta eitt stórt innihald av n-3 fitisýrum – eisini róptar omega-3 fitisýrur. Hesar fitisýrur eru fleirómettaðar og hava longri ketur av kolevni enn fitisýrurnar í hinum sløgunum av mati, sum vit vanliga eta. 

Tær týdningarmestu n-3 fitisýrurnar í fiski eru eicosapentaensýra (EPA) og docosahexaensýra (DHA).

Feitur fiskur hevur nógv av n-3 fitisýrum í sær. Orsøkin er, at n-3 fitisýrur verða framleiddar í haváti, sum verður etið av størri dýrum, og soleiðis ferðast n-3 fitisýrurnar upp gjøgnum føðiketuna til fisk og onnur havdýr, og verða savnaðar í fitivevnaði og livur hjá hesum dýrum.

n-3 fitisýrur eru saman við linolsýru lívsneyðugar fyri menniskju og skulu vera í smáum nøgdum í matinum. Í matinum hjá føroyinginum eru n-3 fitisýrurnar í fiski, umframt alfa-linolensýru í plantuvøkstri.

DHA finst í stórum nøgdum í miðnervalagnum og serliga í kyknunum í nethinnuni í eyganum, sum verða ávirkaðar av ljósi.

Fitisýrurnar úr fiski hava gagnligari árin á heilsuna hjá okkum enn fitisýrur, sum koma úr plantum.

Tað finnast ymisk sløg av kostískoyti við lýsi (fiskaolju) við hesum n-3 fitisýrum, og eru tilmælini ymisk alt eftir, hví ein ynskir at taka eitt ískoyti, og ymiskar eru fatanirnar av, hvørjum tað hjálpir fyri.

Omega 3 fitisýrur virka bruna hindrandi, og hetta verður hildið at vera orsøkin til, at fleiri kanningar hava víst, at omega 3 fitisýrur kunnu hava gagnliga effekt á liðagikt. Ein skal tó upp í størri mongdir av omega 3 fitisýrum dagliga fyri at fáa henda gagnliga virkna, umleið 3000 mg av lýsi (fiskaolju). Tær flestu kanningarnar eru gjørdar við liðagikt sjúklingum, og tískil er her tað besta skjalprógvið; fleiri kanningar eru neyðugur fyri at siga nakað viðvíkjandi slitgikt.

Lýsi (fiskaolja) verður eisini tikið fyri at fyribyrgja hjarta-æðra sjúku. Her hava onkrar størri kanningar víst á, at hóskandi nøgd er umleið 1000 mg omega 3 fitisýrur dagliga.

Kanningar verða eisini gjørdar, um lýsi (fiskaolja) kann hava gagnligt árin á ymiskt annað, eitt nú tarmbruna sjúkur, demens, psoriasis, ADHD og tunglyndi, men enn er hetta ikki skjalprógvað.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00