Angri-bolli

Neyðfyribyrgingartablettir vanliga nevndar angribollar forða fyri at verða við barn aftaná samlegu. 

Neyðfyribyrging er sambært Helsestatistik for de nordiske lande 2014 lutfalsliga útbreitt í norðan londum. Nýtslan er hægst í Norra og lægst í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Tøl frá 2004-2013 vísa, at nýtslan av neyðfyribyrgingartablettum í Føroyum er økt hvørt ár síðani 2004, samtíðis sum tøl frá 2004-2013 vísa á, at nýtslan av aðrari hormonfyribyrging er lækka í Føroyum.

Angribollin er bert ein neyðloysn.

Tað eru 2 sløg av angribollum. Bæði sløgini fáast sum handkeypsvøra á apotekinum

  • Angribollin NorLevo® hevur kvennliga kynshormonið levonorgestrel í sær. NorLevo® seinkar eggloysn og eigur at verða nýttur innan 12 timar og í seinasta lagi 72 timar (3 samdøgur) aftaná óvarda samlegu, eller brek á øðrum fyribyrgingarhátti.
  • Angribollin ellaOne® hevur ulipristalacetat í sær, ið darvar ella forðar eggloysn. Um eggloysn longu hevur verið, hevur ellaOne® ongan virknað. ellaOne® eigur at verða nýttur í seinasta lagi 120 timer (5 samdøgur) aftaná óvarda samlegu ella brek á øðrum fyribyrgingarhátti.

Á hvønn hátt verða angribollar nýttir?

Angribollar eru ikki fyribyrging eins og vanligir fyribyrgingarhættir t.e. p-pillarar, hít, snyril o.a.

Angribollin er bert ein neyðloysn og kann nýtast, tá illa vil til orsakað av svikaligum fyribyrgingarhættum ella óvardari samlegu.

Brek á fyribyrgingarhættum kann vera:

  • Ein hít skrædnar ella glíður av undir samlegu
  • Tú gloymir at fáa tær p-pillara, minipillara, p-ring eller p-plástur sum forskriften vísir
  • Snyrilin dettur úr
  • Tú tekur skeiðarpessar eller skeiðarhít ov tíðliga burtur
  • Tú hevur havt kynslív uttan verju.

Fyrr angribollin verður tikin, betur er trygdin fyri, at ein ikki verður við barn.

Angribollin eigur bert at verða nýttur eina ferð í somu mánaðarbløðing.

Hvussu tryggur er hátturin?

Angribollin veitir ikki 100% trygd, tú ert enn í vanda fyri at verða við barn.

Minst til at gera eina gitnaðarkanning:

  • Um mánasjúkan er seinkað meira enn ávíkavist 5 dagar aftaná nýtslu av NorLevo® og 7 dagar aftaná nýtslu av ellaOne®.
  • Um tú bløðir óvanliga á regluligari mánasjúku
  • Um tekin eru um, at tú ert við barn.
  • Um tú nýtir p-pillarar, minipillarar, p-ring eller p-plástur, og mánasjúkan ikki kemur

Spurningar og svar til Angribollan

Angribollar nevnast eisini neyðfyribyrging, tá teir ikki kunnu nýtast sum fyribyrging.

Ert tú í vanda fyri at verða við barn, kanst tú taka ein angribolla skjótast til ber aftaná óvarda samlegu.

Ert tú longu við barn, hevur angribollin onga ávirkan. Tekur tú kortini angribollan óvitandi um, at tú longu ert við barn, er eingin vandi fyri, at fostrið verður vanskapað.  

1.   Hvussu skjótt eigur angribollin at verða nýttur?

Angribollar eiga at verða nýttir skjótast til ber aftaná óvarda samlegu. Viðgerðin við levonorgestrel (NorLevo®) eigur at byrja innan 12 timar og í seinasta lagi 72 timar aftaná óvarda samlegu. Viðgerðin við ulipristalacetat (ellaOne®) eigur at byrja skótast til ber og í mesta lagi 120 timar (5 samdøgur) aftaná óvarda samlegu. Bæði sløgini fáast sum handkeypsvøra á apotekinum. 

2.   Hvør kann nýta angribollar?

Allar kvinnur frá kynsbúning til skiftisár.

3.   Hvussu ofta kann eg nýta angribollar?

Angribollin eigur ongantíð at verða nýttur í staðin fyri vanliga fyribyrging og eigur bert at verða nýttur eina ferð í somu mánaðarbløðing.

4.   Kann eg nýta angribollar saman við øðrum heilivági?

Virknaðurin kann minkað, um hann verður nýttur saman við antibiotiku, heilivági fyri epilepsi ella náttúruheilivági, ið hevur perikon í sær.

Angribollin minkar virknaðin á fyribyrging við hormonum. Nýt tí hít saman við tíni fyribyrging inntil næstu mánasjúku.

Tú mást ikki nýta NorLevo® og elleOne® samstundis.

Angribollar eiga at verða nýttir skjótast til ber aftaná óvarda samlegu.

Ein kunningarlepi við fleiri upplýsingum er í pakkanum. Tosa altíð við apotekið ella læknan, um tú ivast.

5.   Hvørji hjáárin eru vanligast? Tey hjáárin sum oftast kennast eru vaml, pína niðast í maganum, møði, høvuðpína og svimbul. Hesi hjáárin eru ikki varandi og javna seg vanliga innan 48 tímar aftaná nýtslu av tablettunum.

6.   Hvat er at gera um eg spýggi, tá eg havi nýtt angribollar?

Tað er sjáldan, kvinnur spýggja av angribollum. Hendir tað tó innan 3 tímar, eigur tú beinanvegin at fáa tær eina aðra tablett fyri at tryggja virknaðin (sí kunningarlepan).

7.   Hvussu kann eg vera vís í, at angribollin riggaði

Fyri at fáa vissu fyri at angribollin riggaði, eigur tú at gera eina gitnaðarkanning, um mánasjúkan er seinkað meira enn ávíkavist 5 dagar fyri NorLevo® og 7 dagar fyri ellaOne® í mun til regluliga, ella um bløðingin sýnist óvanlig. 

8.   Hvat er at gera, um eg havi gloymt at nýta p-pillarar, minipillarar, p-ring ella p-plástur og tí havi nýtt angribollar?

Sum útgangsstøðið kanst tú halda fram sum vanligt, men nýta aðra fyribyrging t.d. hít inntil næstu mánasjúku. Angribollar kunnu gera, at virknaðurin av p-pillarum, minipillarum, p-ringi og p-plástri verður verri. Tilráðingin kann tó vera ymisk til úrdráttirnar. Les kunningarlepan ella spyr apotekið ella læknan. Fært tú aðra tilráðing frá læknanum,Hvis lægeig en anden anbefaling,ra fyribyrging t.d. h skalt tú gera, sum hann sigur.

9.   Hvar fái eg angribollar?

Angribollar fáast sum handkeypsvøra á apotekinum

10.  Kann eg nýta angribollar, meðan eg gevi bróst?

Heilivágevnið í angribollum verður úrskilt i móðurmjólkini, tí verður tilrátt at geva bróst beint, áðrenn tablettin verður nýtt. Til  Norlevo® verður tilrátt ikki at geva bróst í minsta lagi 8 tímar, aftaná tablettin er nýtt. Tað er óvist hvussu ellaOne® ávirkar móðurmjólkina. Spyr tí læknan, um tú kanst nýta ellaOne®, meðan tú gevur bróst.

Í tíðarskeiðinum tú ikki kanst geva bróst, kanst tú mjólka úr við einari bróstpumpu og koyra mjólkina burtur. Á tann hátt heldur tú gongd á mjólkaframleiðsluni.

11.  Hvussu virka angribollar?

NorLevo® steðgar eggloysn. ellaOne® ávirkar nátúrliga hormonið progesteron, sum er neyðugt fyri eggloysn og darvar sostatt eggloysn. Angribollar eru ikki 100% álítandi. 

12.  Hvussu verður mín mánaðarbløðing ávirkað?

Viðgerðin hevur ikki broyting í mánaðarbløðingini við sær, men smábløðingar kunnu koma fyri inntil næstu mánasjúku. Hjá sløkum 3/4 kemur næsta mánasjúka áðrenn, ella í seinasta lagi 3 dagar aftaná regluliga mánasjúku. Kemur mánasjúkan ikki ávíkavist 5 dagar fyri NorLevo® og 7 dagar fyri ellaOne®  í mun til regluliga, eigur tú at gera eina gitnaðarkanning.

Aðrir hættir til neyðfyribyrging

Angribollar er mest nýtti háttur til neyðfyribyrging. Annar møguleiki er at fáa snyril ísettan.

Snyrilin skal setast í undir kanning hjá læknanum innan 5 dagar aftaná óvarda samlegu. Snyril til neyðfyribyrging er týðandi fyri kvinnur, ið seinni ætla at nýta snyril til fyribyrging.

 

Helsestatistik for de nordiske lande 2014

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00