P-bollar

Hóast p-bollin hevur verið til keyps í umleið 50 ár og er tann fyribyrgingar háttur, ið flestar kvinnur nýta, kunnu spurningar ella ivamál stinga seg upp, har neyðugt er við leiðbeining ella ráðgeving frá læknanum og/ella apotekinum.

 

Í p-bollum eru tvey hormon, gestagen og østrogen, ið virka soleiðis:

 

 

  • Forða eggloysn
  • Gera tað torført hjá sáðkyknum at “vinna vegin fram”
  • Gera tað torført hjá einum møguliga gitnum eggi, at festa seg á
  • lívmóðurslímhinnuna

P-bollar verða bólkaði í fýra ymisk sløg av generatiónum alt eftir innihaldi av hormoninum gestagen

 

 

  • 1. generatión inniheldur norethisteron ella dienogest.
  • 2. generatión inniheldur levonorgestrel, norgestrel,
  • medroxyprogesteronacetat ella norgestimat.
  • 3. generatión inniheldur desogestrel, gestoden, etonogestrel (p-ring) ella
  • norelgestromin (p plástur).
  • 4. generatión inniheldur drospirenon. 

Av tí at tað finnast nógv ymisk sløg av p-bollum við ymiskum samansetingum av hormonunum, er tað sera umráðandi at lesa kunningarseðilin, ið liggur í pakkanum og at minnast til at taka p-bollarnir regluliga.

 

Hvussu taki eg p-pillar?

P-bollar fáast til keyps á apotekinum eftir forskrift frá lækna. Trygdin er næstan 100 % um teir verða tiknir regluliga.

 

Vanliga skulu p-bollarnir takast í 21 dagar og síðani er steðgur í 7 dagar. Í steðginum fær kvinnan eina bløðing. Bløðingin er nakað veikari samanborið við áðrenn hon byrjaði at taka p-bollar.

Í einstøkum sløgum av p-bollum eru 28 tablettir í pakkanum. Í hesum førum innihalda 7 av tablettunum ikki hormon og hesar skulu takast í støðginum.

 

 

  • Tak tann fyrsta p-bollan 1. menstruatiónsdag. Hervið fært tú fulla verju móti at gerast við barn við tað sama. Eisini í støðginum.
  • Byrjar tú uppá p-bollar á 2.- 5 menstruatiónsdagi, skal tú verja teg við arðari præventatión  t.d. hít í 7 dagar.
  • Byrjar tú at taka p-bollar seinni enn tann 5. menstruatiónsdagin, skal tú verja teg við arðari præventatión inntil tú byrjar uppá næsta pakka. Tað kann geva plett bløðing um tú byrjar við p-bollum mitt í menstruatióncyklus.
  • Skiftir tú frá einari arðaru typu av hormonpræventatión, byrjar tú dagin eftir at tú hevur tikið tí síðstu tablettina frá tí fyrra pakkanum. Tú skalt ikki hava ein støðg.

Tað er týdningarmikið fyri virknaðin hjá p-bollum, at hann verður tikin rætt og tú ikki gloymur at taka teir.

 

Hvat geri eg, um eg havi gloymt at taka p-bollan?

Hevur tú gloymt at taka ein p-bolla, er týdningarmikið at hann verður tikin skjótast gjørligt og at tú heldur áfram at taka p-bollar eins og vanligt. Hetta hóast, at tú møguliga skalt taka 2 p-bollar sama dag.

 

 

  • Um meira enn 12 tímar eru gingnir síðani tú tókst p-bollar, kanst tú ikki rokna við fullari verju restina av tíðarskeiðnum. Í hesum førum verður mælt til at nýta eyka verju (t.d. hít) fram til steðgin samstundis sum tú tekur p-bollar.
  • Um tú hevur gloymt 2 ella fleiri p-bollar, verður mælt til at halda áfram at taka p-bollar og eisini nýta hít restina av tíðarskeiðinum.

 

Hvat geri eg, um eg skal taka p-bollar frá øðrum veitara?

Tað eru nógv sløg av p-bollum á marknaðinum og framleiðararnir royna alla tíðina at leggja seg eftir at framleiða  p-bollar, ið hava so fá hjáárin sum møguligt.

 

Apotekið hevur skyldu at bjóða tann bíligasta tilbúningin, ið er á marknaðinum. Í hesum førum er innihaldi og samansetingin av hormoninum altíð hin sama. Nýggi pakkin kann tó hava eitt annað navn og útsjóndin á pakka/tablett kann verða broytt. Tað kann verða at tú ert von við at t.d. vikudagar eru prentaðir á arkið við p-bollinum og tann nýggi pakkin er merktur við tølum í staðin. Tað kann verða ørkymlandi og tað er umráðandi at fáa leiðbeining um broytingina. Um yvirmál stinga seg upp, ber altíð til at venda sær til apotekið.

 

Hvat er 2. generatións p-bollar og hví skulu teir helst nýtast?

Øll sløg av p-bollum økja um vandan fyri at fáa blóðtøpp samanborið við ikki at nýta p-bollar - men nøkur meir enn onnur.

Nógvar ymiskar kanningar av p-bollum eru framdar gjøgnum árini. Niðurstøðan er, at nýggjastu sløgini av p-bollum (3. og 4. generatión) hava øktan vanda samanborið við eldru sløgini av p-bollum (1. og 2. generatión). Danska heilsustýrið tilmælir at byrja við 2. generatións p-bollum. Orsøkin er at vandin fyri at fáa blóðtøpp er lægst við hesari generatiónini.

 

Vandin fyri at fáa ein blóðtøpp er størst:

 

 

  • Fyrsta árið tú tekur p-bollar og um tú byrjar at taka p-bollar eftier eina
  • pausu uppá 4 vikur ella meira
  • Yvirvekt
  • > 35 ár
  • Um ein persónur í tínari nærmastu familju hevur havt blóðtøpp í einum
  • lutfalsliga ungum aldri (t.d. undir 50 ár)
  • Hevur átt innanfyri tær 2 síðstu vikurnar
  • Vandin er eisini øktur, um tú hevur fleiri vansatáttir t.d. um tú roykir og
  • ert yvir 35 ár.

 

Gott at vita um P-bollar

 


  • P-bollar verja ikki ímóti kynssjúkum sum t.d klamydia herpes
  • ella HIV
  • Um tú hevur leyst lív ella hevur spýð, er tú ikki fullt tryggjaður restina
  • av tíðini fram til steðgin.
  • Nøkur sløg av heilivági kunnu ávirka trygdina á p-bollum. Spyr læknan ella apotekið.
  • Mælt verður frá, at roykja,  tá tú brúkar p-bollar sum fyibyrgingarhátt.

 

 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00