Gonore

Hvat er gonore?
Atvoldin til gonore er ein bakteria, sum eitur Neisseria gonorrhoeae. Bakterian kann vera í landræsinum, lívmóðurhálsinum, baktarminum ella munninum/svølgrúminum (á og í mandlunum). Her á okkara leiðum er gonore ein heldur sjáldsom kynssjúka.
 
Hvussu smittar?
Gonore er í kynsslími ella útfloti, eitt nú í sáði og lívmóðurslími, og smittað verður, tá ið hetta útflot kemur at slímhinnu. Slímhinnur eru t.d. í landræsi, móðurskeið og baktarmi. Gonore smittar tí við samlegu í móðurskeið og baktarmi og við oralsex. Gonore smittar ikki við kossi. Børn kunnu verða smittað undir barnsburðinum og kunnu fáa ringan eygnabruna.
 
Hít fyribyrgir smittu.
 
Frá tí at smittað verður, og til fyrsta sjúkeyðkennið kemur, ganga vanliga fáir dagar, men við hvørt 2-3 vikur.
 
Hvørji eru sjúkueyðkennini?
Í fleiri førum eru ongi sjúkueyðkenni - ella ógvuliga mild eyðkenni. Eyðkennini líkjast klamydiaeyðkennunum.
 
Kvinnur: Umleið 50% fáa ongi eyðkenni. Tær kvinnur, ið fáa sjúkueyðkenni, kunnu fáa:  

  • Nógv gullit útflot úr móðurskeið ella landræsi 
  • Sviða, tá ið tær kasta sær av vatninum  (”at pissa glasbrot”) 
  • Bløðingar úr ávísum støðum í móðurskeiðini

Menn: 20-30% fáa als ongi sjúkueyðkenni. Teir menn, ið fáa sjúkueyðkenni, kunnu fáa: 

  • Nógv gullitt útflot úr landræsi  
  • Sviða, tá ið teir kasta sær av vatninum (”at pissa glasbrot”)
  • Møguliga hovnar pungurin og pína í honum (bruni í hjáeistunum (bitestiklunum))

Um gonore í munninum:Mildur hálsbruni eftir o.u. einari viku Um gonore í baktarmi:Sviði, skriði ella bløðingar  Hvussu verður gonore kannað og viðgjørt?Kanningin er eitt ípot við vattpinni (podning), og royndir verða tiknar úr landræsinum, baktarminum og svølgrúminum (munninum). Umframt hetta verður eisini tikið ípot úr lívmóðurhálsinum hjá kvinnum. Kanningin kann gerast eina viku eftir, at varhugi er av smittu. Viðgjørt verður við antibiotika. Hvørji eru eftirárinini?Um tú ert smittaður/smittað av gonore, og tú ikki verður viðgjørdur/viðgjørd, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar: 

Fyri kvinnur: 

  • Undirlívsbruna, ið kann elva til barnloysi. Vandin verður størri at verða við barn uttan fyri lívmóðurina og støðuga undirlívspínu

Fyri menn: 

  • Bruna í hjáeistunum

 
Meira kunning kann fáast á:
 
www.sexogsamfund.dk
www.apoteket.dk
www.ssi.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00