Herpes (kynslutir)

Herpes á kynslutunum er ein av vanligastu kynssjúkum í heiminum.

Orsøkir
Herpes á kynslutunum stendst av eini virusígerð. Talan er um annað av hesum herpesvirus sløgum: 

  • Herpes simplex virus týpa-I
  • Herpes simplex virus týpa-II

Tey flestu verða smittað av týpu-II herpesvirusi, men tað eru alsamt fleiri og fleiri, sum verða smittað av týpu-I herpesvirusi.

Virus verður borið víðari við samlegu ella við munn-sex (oral-sex). Um fólk er smittað, so fer virus fram við nervalagnum til røturnar á kenninervunum, sum eru nær upp at geislarøð rygsins. Her liggur herpes virus líkasum í dvala, men kann seinni gerast virkið og fer so út í húðina og slímhinnur og elvir nýggj sjúkuútbrot.

Sjúkueyðkenni
Fáar dagar eftir at fólk er vorðið smittað av herpes virus, koma smáar, pínufullar bløðrur í kynslutirnar. Hjá manninum á forhúðina og hjá kvinnuni innanvert skøpunum.

Um tað er tað fyrsta sjúkuútbrotið, so kunnu fólk fáa høvuðpínu, vøddapínu og ilt í hálsin. Eisini kann pína merkjast, sum stingur seg niður í beinini, tí nervalagið er ávirkað.

Summar kvinnur fáa fleiri sár, og tað hovnar illa, og hetta viðførir, at trupult er at kasta sær av vatninum. Sárini lekjast eftir o.u. 7-10 døgum, men er talan um fyrsta útbrotið, so kunnu herpessár verða í 3 vikur.

Um herpessár útbrot eru afturvendandi, so koma tey ofta aftur á sama stað hvørja ferð.

Fleiri av teimum, sum er smittað av týpu-II herpesvirus, fáa reglulig sjúkuútbrot. Hesi útbrot kunnu gera lítið um seg, og bágin er ikki stórur. Hetta kunnu verða lítil sár, skeinur, ella at holdið rodnar í fáar dagar. Og hetta verður tá møguliga hildið bert at vera ein meinaleysur skriði ella soppur. 

Hvat kanst tú gera?
Bestu ráðini eru at sleppa sær undan, at kynslutirnir verða smittaðir av herpes. Um hít verður nýtt hvørjaferð, tú ert saman við nýggjum songarfelaga, so verður smittuvandin munandi minni.

Eru kynslutirnir fyrst smittaðir av herpes, so eiga fólk at geva gætur, um nýggj útbrot koma undir strongd ella við mánasjúku.

Fyri at minska smittuvandan er týdningarmikið at lata vera við at hava samlegu, um minsti illgruni er um herpesútbrot á slímhinnunum. Fólk kunnu smitta, um onki útbrot er, men vandin er størstur, tá ið útbrot er.

Til ber at lekja virus skjótari á slímhinnum, um viðgjørt verður við virustálmandi kremi ella tablettum, og sostatt verður smittuvandin minni.

Kanning
Læknin kann skoða útbrotið og vanliga taka sjúkuavgerð beinavegin. Er ivamál, so kann læknin taka eitt vet av floti úr sárinum og senda tað til herpesvirus kanning. Úrslitið er tøkt eftir o.u. einari viku.

Sjúkugongd
Hvussu sjúkugongdin av herpes á kynslutunum er, valdast sera nógv. Tey flestu fáa sjúkuútbrot fáar ferðir um árið. Tað tykist sum um, at kroppurin hjá fleiri basir nýggjum útbrotum. Sigast kann, at ígerðin kólnar við aldrinum, hóast vandin fyri nýggjum útbroti altíð hóttir.

Nøkur fá, sum eru smittað við týpu-II herpesvirus, fáa útbrot ógvuliga ofta. Hesi fólk kunnu fáa fyribyrgjandi heilivág.

Viðgerð
Skal herpesútbrot á kynslutum viðgerast, so er fyrimunur at nýta heilivág, sum tálmar herpesvirus. Best er at fara í viðgerð skjótast møguligt. Ikki er talan um lekjandi viðgerð, men viðgerðin styttir tíðina, útbrotið varir. Læknin kann geva tær forskrift til henda heilivág.

Fólk, ið ógvuliga ofta hava herpesútbrot, fáa bestu viðgerð við fyribyrgjandi tablettum. Tablettirnar skulu takast hvønn dag fyri at forða nýggjum útbrotum.

Ikki er møguligt at koppseta  fyri herpes.

Serlig viðurskifti fyri børn
Nýfødd børn kunnu fáa ring og álvarsom herpesútbrot, um mamman undir føðingini hevur sítt fyrsta herpesútbrot. Hetta er, tí at mamman enn ikki hevur havt stundir at gera mótevni fyri herpesvirus og sostatt  ikki hevur flutt mótevni til barnið gjøgnum nalvastrongin. Barnið er tí heilt verjuleyst fyri ígerð.

Sí meira kunning:

www.apoteket.dk/Praevention/Sexsygdomme.aspx

min.medicin.dk/Sygdomme/Sygdom/46

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00