HIV

Hvat er HIV?
HIV-ígerð kemur av smittu við einum virus, sum eitur Human immundefekt virus. HIV-ígerðin er lívslong. HIV-ígerðin niðurbrýtur immunverjuna í kroppinum í longri tíð (úr mánaðum til ár). Tá man er vorðin smittaður av HIV, síggjast fleiri serstakar ígerðir, sum man ikki kann verja seg fyri. HIV-ígerðin elvir til AIDS. HIV er ein sjáldsom sexsjúka her á okkara leiðum.

Hvussu smittar HIV?
HIV smittar við blóði og við kynsligari samveru. Barnið verður smittað í móðurlívi, ella tá ið tað verður føtt ella við bróstageving. HIV smittar ikki við kossi, ella at fólk nema við hvørt annað ella smittar heldur ikki við mati ella vatni. Heldur ikki verður smittan borin víðari við at brúka knív, gaffil ella skeið, sum smittað/-ur hevur brúkt. Heldur ikki bera skordýr smittuna víðari.

Hít verjir fyri smittu.

Hvørji eru eyðkennini?
Í vikuni eftir smittu kunnu nøkur fólk fáa fyribils eyðkenni.

Eyðkenni kunnu vera: 

  • Tað, ið líkist krími við fepuri, hálsbruna, hovnaðum eitlum, búkilsku, soppi í munninum, høvuðpínu, vødda- liðapínu, reyðum blettum og pirrum. 

Hesi eyðkenni hvørva eftir 2-4 vikum. Tá ið nøkur ár eru farin, koma fleiri ígerðir og sjúkur so sum herpes við kynslutirnar (herpes genitalis), soppur í munninum, leyst lív, lætnar munandi o.a..

Tá ið álvarsamastu eyðkennini eru sjónsk, verður sjúkan rópt AIDS.

Hvussu verður HIV kannað og viðgjørt?
HIV-ígerðin verður ávíst við at kanna, um mótevni fyri HIV eru í blóðroyndini. Hetta merkir, at man ávísur reaktiónina frá kroppinum uppá smittuna og ikki virusið sjálvt. Henda mótevnaroynd verður í fyrsta lagi positiv í upp til 2 mánaðir eftir smittu, so at tað er ein ávís tíð, at fólk kunnu smitta onnur, hóast royndin er negativ.

Enn er ikki koppingarevni fyri HIV funnið, men fleiri royndarkoppingarevni eru í umbúna. Eftirsum HIV lutfalsliga skjótt verður mótstøðuført fyri antiviralum evnum, so verða nú í dag kombinatiónsviðgerðir royndar – oftast verða í minsta lagi 3 antiviral evni nýtt. Viðgerðin týnir ikki virus, men tálmar ella doyvir, so at immunverjan fær møguleikan at koma fyri seg. Viðgerðin skal fara fram regluliga hvønn dag, og, sum støðan er í dag, restina av lívinum. Viðgerðin kann hava fleiri hjáárin, men tey flestu tola tey lutfalsliga væl. Umframt at viðgerðin gagnar smitturakta menniskjað, so verður nógv vunnið, tí at góð viðgerð ger, at smittuvandin er munandi minni.

Hvørjar er HIV avleiðingarnar?
Um fólk verður smittað av HIV, so er fólkið sjúkt restina av lívinum, og uttan viðgerð er sannlíkt, at fólkið doyr. Men viðgerð ger, at vandin at doyggja verður munandi minni.

Fyrr livdi eitt HIV sjúkt fólk í miðal í 10 ár frá tí, at tað varð smittað og minni enn 2 ár frá tí, at fyrstu álvarsligu eyðkennini komu. Í dag er støðan ein heilt onnur. Tann nýggja viðgerðin hevur gjørt, at eitt HIV sjúkt fólk kann liva í 40 ár uttan álvarsligar eftirsjúkur. Viðgerðin gagnar øllum, men størst gagn fáa tey, sum fáa viðgerð, áðrenn immunverjan er viknað og tískil eisini, áðrenn álvarsligar eftirsjúkur eru komnar. 

Hvat kann ein sjálv/-ur gera?
HIV-ígerð kann fyribyrgjast við at: 

  • Nýta hít við samlegu
  • Ikki at skifta um sproytur/nálir  við onnur
  • Ikki at fáa innspræningar ella blóðflutningar í londum, har ikki einnýtsluútbúnaður verður nýttur, ella har blóð ikki verður HIV kannað á álítandi hátt
  • Alt blóð, ið verður nýtt til blóðflutning ella heilivágsframleiðslu skal í dag HIV kannast. Hervið verður trygdin betri, og HIV smittuvandin við blóðflutningi verður lítil og ongin.

Sí meira á:

www.sexogsamfund.dk/Default.aspx

www.apoteket.dk/Praevention/Sexsygdomme/HIV_AIDS.aspx

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00