Klamydia

Í 2014 vóru 142 tilburðir av klamydia staðfestir, tað er ein lækking á 2,8 % samanborið við 2013.

Føroysku klamydia tølini eru lægri samanborið við onnur norðurlond. Dentur skal tó leggjast á, at lutfalsliga færri verða kannað í Føroyum enn í Danmark. Í mun til fólkatalið verða sostatt dupult so nógvar kanningar gjørdar í Danmark. Tí kann tað vera lutfalsliga fleiri, ið ganga við hesu smitsomu sjúkuni uttan at vita tað. Hesi menniskju eru langt frá í eini vandaleysari støðu.

Flestu smittaðu eru, eins og í hinum norðurlondum, í aldursbólkinum 15-29 ár. Tøl vísa, at flestar kvinnur eru smittaðar. Orsøkin er helst, at fleiri kvinnur verða kannaðar enn menn. Eitt nú í samband við kanning áðrenn spiral, undirlívskanning og barnsburð.

Klamydia er ein kynssjúka, sum smittar við samlegu. Talan er um ígerð við bakteriuni Chlamydia trachomatis í landræsi og í lívmóðurhálsi. Børn kunnu verða smittaði undir føðing og kunnu fáa eygna- ella lungnabruna.

Flest øll smittaði merkja onki árin, men kunnu kortini smitta onnur.

Orsøk
Klamydia smittar frá fólki til fólk, um ikki hít verður nýtt undir samlegu í móðurskeið ella baktarm, ella um kynslutirnir nema hvør við annan, uttan at hít verður nýtt. Klamydia smittar bara við samlegu og ikki við t.d. at brúka sama handklæði ella vesi, sum eitt smittað fólk.

Sjúkueyðkenni
Bara o.u. 2/3 av kvinnunum, sum hava klamydia, hava smittutekin, og bara o.u. 1/3 av monnunum, sum er smittaðir, hava smittutekin. Meira enn so kunnu tey, ið hava sjúkuna, smitta onnur, uttan at tey vita av. Um sjúkueyðkennini merkjast, so koma tey vanliga fram 1-3 vikur eftir smittu.

Kvinnur:
Útflot 
Sviða, tá ið tær kasta sær av vatninum
Blettbløðing
Undirlívsbruna

Menn:
Útflot
Sviða, tá ið teir kasta sær av vatninum
Bruna í hjáeistinum

Kvinnur, sum eru smittaðar við klamydia, kunnu fáa bruna í egggørn (eggjaleiðarar) ella undirlív. Hetta kemst av, at klamydia bakteriurnar flyta seg úr lívmóðurhálsinum upp gjøgnum lívmóðurina og út í egggørnini.

Um ein ikki verður viðgjørdur í nóg góðari tíð, kann bruni í undirlívinum skaða eggrøturnar soleiðis, at eggið ikki kann ferðast úr eggrótunum niður í lívmóðurina. Hendir hetta, minka møguleikarnir at gerast við barn, samstundis sum vandin fyri at gerast við barn uttan fyri lívmóðurina, økist.

Menn kunnu fáa líknandi bruna í øðrum hjáeistanum, tá klamydia breiðir seg gjøgnum landræsið til pungin. Hetta kann gera, at helvtin av punginum bólgnar. Menn gerast ikki sterilir, tí bert annað eistað verður rakt. Um klamydia verður viðgjørt í góðari tíð, so slepst undan víðari trupulleikum av ígerðini.

Tíverri verða menn sjáldnari kannaðir enn kvinnur. Hetta kanska tí, at læknin bjóðar kvinnum eina klamydia kanning, tá ið tær eitt nú koma at biðja um p-bollar.

Hvat kann ein sjálv/-ur gera?

Klamydia kann fyribyrgjast, við at nýta hít. Hítin er tað einasta, ið verjir ímóti klamydia og øðrum kynssjúkum. Røtt nýtsla av hít gevur góða verju

Um tú hevur havt samlegu uttan at nýta hít, er tað eitt gott hugskot at fara til lækna at fáa tikið eina roynd.

Kanning

Lat teg kannað, um tú hevur havt samlegu uttan at nýta hít, ella hevur tekin sum benda á klamydia.

Kanningin verður gjørd hjá lækna og svar er greitt eftir 1 viku.

·     Hjá monnum verður ein urinroynd tikin

·     Hjá kvinnum verður ein roynd tikin frá lívmóðurhálsinum

Tú kanst hava havt klamydia í langa tíð, áðrenn tú varnast sjúkuna. Tí kann tað verða trupult at vita, hvørjum tú ert vorðin smittað/ur av. 

Viðgerð

Í flestu førum kann klamydia viðgerast við einum einstøkum skamti av ávísum antibiotika. Í serligum førum t.d. um tú ert við barn, hevur undirlívsbrunað, eygnabrunað ella ágangandi endatarmsígerð, verður viðgjørt í longri tíð og/ella við øðrum antibiotika.

Týdningarmikið er at ikki bert tann, ið er smittaður, verður viðgjørd/ur, men at eisini tann ella tey, ið viðkomandi hevur ella hevur havt kynsligt samband við fáa fráboðan, soleiðis at tey kunnu verða kannaði og møguliga viðgjørd.

Tú skalt nýta hít í 14 dagar eftir, at viðgerðin er byrja.

Ein klamydia-ígerð, sum verður viðgjørd í góðari tíð, hevur ongi eftirárin.

Barnakonur og smitta
Barnakonur, smittaðar av klamydia, kunnu flyta smittuna til nýfødda barnið. Hetta kann elva til, at barnið fær ígerð í eygað 1-2 vikur eftir føðing.

Sí meira kunning á:

min.medicin.dk/Sygdomme/Sygdom/76

www.apoteket.dk/Praevention/Sexsygdomme/Klamydia.aspx

www.sexogsamfund.dk/Default.aspx

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00