Kynsvørtur (kondylomir)

Hvat eru kynsvørtur?
Kynsvørtur eru smáar vørtur, ið eru á kynslutunum og baktarminum. Kynsvørtur eru ein tann vanligasta sexsjúka á okkara leiðum. Kynsvørtur koma av eini ígerð av einum virus, ið rópast Human papilloma virus (HPV). Tað eru fleiri HPV sløg. Tey sløg, ið eyðkenna kondylomir, eru næstan altíð HPV 6 og 11.

Meðan tey sløg, ið eru høvuðsorsøkin til lívmóðurhálskrabbamein vegna kroniskari ígerð við HPV, eru HPV 16 og 18. (leinkja til lívmóðurhálskrabbi)

Hvussu smitta kynsvørtur?
Virus smittar í nærum sambandi millum húð og slímhinnur, t.d. við samlegu.

Hít verjir fyri smittu, um vørturnar eru undir hítini. Eru vørturnar ikki undir hítini, so verjir hítin ikki. Fólk kunnu smitta seg sjálv við vørtum fleiri staðni á kroppinum, um fólk ikki eru ansin.

Sjúkueyðkenni
Sjónligar gráhvítar vørtur, sum eru einstakar ella í hópum oftast á kynsgøgnunum ella kring kynsgøgnini. Á slímhinnum eru kynsvørturnar ofta vætukendar og ”blómkálslíkar”, meðan tær á turrari húð eru fastari. Árinini av kondylomum eru skriði, útflot og viðkvom húð.

Hjá konufólki eru tær oftast á skøpunum og við baktarmin. Hjá mannfólki eru tær á høvdinum á kynsliminum og sjálvum kynsliminum og við baktarmin.

Frá tí at fólk er smittað av kynsvørtum, og til fyrstu sjúkueyðkenni koma, ganga 3 vikur og upp til 8 mánaðir, tó oftast 2-3 mánaðir.

Hvussu verða kynsvørtur kannaðar og viðgjørdar?

Kondolymir eru eyðkendar. Tí er tað sjáldan neyðugt, at lækni kannar nærri, hvør sjúkan er. Í ivamálum tekur læknin roynd av vevnaði ella skavar av kyknum og sendir hetta til HPV kanningar.

Ongin viðgerð er, sum við vissu lekir kondylomir. Fólk kunnu sjálv smyrja morgun og kvøld í tríggjar samfullar dagar við einum podofyllotoksin-upploysingi (Condyline®), sum tálmar kyknubýtinum í húðini, sum viðgjørd verður. Viðgerðin verður uppafturtikin, inntil kynsvørturnar eru burtur, vanliga eftir 3-4 viðgerðum.

Imiquimod (Aldara®) stimbrar immunverjuna. Hetta er eitt krem, sum skal smyrjast á kondylomirnar tríggjar ferðir um vikuna.

Forskrift frá lækna er kravd til áður nevndu heilivágir.

Vanliga hvørva kondylomirnar við aðrari av hesum viðgerðum, men ein partur kemur aftur.

Um lokal viðgerð onki hjálpir, so kann læknin frysta, klippa ella brenna tær burtur, møguliga við laser. Men eisini, um viðgjørt verður á henda hátt, er vandi fyri, at kondylomirnar koma aftur.

Hava fólk fingið staðfest, at talan er um kynsvørtur, so er tað týðandi, at songarfelagin verður kannaður. Eisini er skilagott at nýta hít í viðgerðartíðini. Sum frá líður er týdningarmikið at fara til tær vanligu smear-kanningarnar hjá læknanum, har møguligar kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum verða kannaðar.

Kondylomir hvørva av sjálvum sær – sum flest allar ígerðir. Men tær kunnu eisini vera sera mótstøðuførar fyri viðgerð og vera drúgvar. Men sjáldsamt er, at nakar hevur kondylomir eftir 40 ára aldur.

Sjúkugongdin er mangan drúgv, men útlitini at lekjast eru góð.

Sí meira kunning á:

min.medicin.dk/Sygdomme/Sygdom/94

www.apoteket.dk/Praevention/Sexsygdomme/Koensvorter.aspx

www.sexogsamfund.dk/Default.aspx

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00