Syfilis

Hvat er syfilis?
Syfilis kemur av eini bakteriu. Smittað verður við kynsligari samveru, og hóast sjúkan er lutfalsliga sjáldsom her á okkara leiðum, so er tað týdningarmikið at kenna sjúkueyðkennini. Ikki er lætt at síggja, at talan er um syfilis, og sjúkueyðkennini kunnu vera fá. Óviðgjørd kann ígerðin gerast til varandi mein, og serliga verður miðnervalagið rakt.
 
Hvussu smittar syfilis?
Bakterian fer inn í kroppin gjøgnum húð ella slímhinnur við samlegu. Eisini verður smittað við kossi, um syfilis-sár ella útbrot er í munnholuni. Syfilis bakterian kann ikki liva uttan fyri mannakroppin. Um sitið verður á sama vesibretti, sum smittað fólk hevur sitið á, verður smittan altso ikki borin víðari. Hetta er galdandi fyri allar lutir, sum koma at húðini.
Einstøk børn verða smittað av syfilis í móðurlívi, um mamman hevur óviðgjørda ígerð.
Altíð at nýta hít minkar munandi um smittuvandan men útilokar ikki heilt møguleikan, at fólk verða smittað.
Frá tí at fólk verða smittað, og til fyrsta sjúkueyðkennið merkist, ganga vanliga 3 vikur. Men tað kunnu ganga 9 og upp til 90 dagar.
Oftast eru tað menn, sum hava sex við monnum, sum verða smittaðir ella heteroseksuellir menn, sum verða smittaðir uttanlands.
 
Hvørji eru syfilis eyðkennini?
Syfilis ger um seg í trimum stigum.
 
Fyrsta stig: Allarfyrst sæst eitt lítið sár á ytru kynslutunum (kann vera í munninum, á vørrini ella í baktarminum). Sárið er ikki eymt og kann verða trupult at varnast, um tað t.d. er í móðurskeiðini. Sárið er runt ella avlangt og er bróskkent. Ógvuliga vanligt er, at eitlarnir millum rørarnar hovna, tá ið sárið kemur. Uttan viðgerð, hvørvur sárið, tá ið 2-6 vikur eru gingnar.
 
Annað stig: Eftir o.u. 8-12 vikum eftir smittu kunnu sjúkueyðkenni staðfestast: Útbrot á kroppinum og krímlíknandi eyðkenni. Tá ið annað stig er um at verða runnið (eftir 3-6 mánaðum), kann blettvísur hármissur verða sjónligur.
 
Uttan viðgerð hvørva útbrot og onnur møgulig sjúkueyðkenni stigvíst eftir fáum vikum. Útbrot kunnu verða afturkomandi. Vikur ella mánaðir kunnu ganga millum útbrotini tey næstu 1-2 árini.
 
Triðja stig: Í hesum stigi kunnu koma lívshóttandi sjúkueyðkenni t.d. bruni í miðnervalagnum og lammilsi. Triðja stig kemur allar oftast eftir 5-20 árum eftir smittu.
 
Um sjúkan verður viðgjørd, mennist sjúkan ikki, og fólk gerast heilt frísk. Uttan viðgerð fær 1/3 av teim smittaðu seinni syfilis í triðja stigi.
 
Hvussu verður syfilis kannað og viðgjørt?
Blóðroynd verður tikin. Royndin kann gerast o.u. 5 vikur eftir smittuillgruna.
 
Verður syfilis staðfest, so verður viðgerð sett í verk. Samstundis er týdningarmikið, at øll tey, sum viðkomandi hevur verið saman við teir seinastu 3-6 mánaðirnar verða kunnað um, at tey møguliga er vorðin smittað av syfilis.
 
Hvørjar eru avleiðingarnar?
Ert tú smittaður/smittað av syfilis og ikki verður viðgjørdur/viðgjørd kann tað fáa álvarsligar avleiðingar:

 Kroniskur bruni í kroppinum, t.d. heilanum og nervalagnum

  • Man kann doyggja av sjúkuni
  • Barnið verður smittað undir barnsburðinum, og tað kann elva barninum stóran skaða seinni

Viðgerð
Syfilis skal viðgerast við penisillini. Vanliga er talan um innspræningar við serligum depotpenisillin tilbúningi einaferð um dagin í 10 dagar ella einstøk innspræning. Um fólk ikki tola penisillin, so verður viðgjørt við doxycyklin tablettum. Um syfilis er í nervalagnum, so verður viðgjørt við stórum penisillin skamtanum í bláæðrar í 2 vikur.
Tá ið syfilisviðgerðin er lokin, eru fólk frísk, og smittuvandin er burtur. Tað merkir, at kynslívið kann verða, sum tað var. Tó eiga fólk at tryggja sær, at møguligur songarfelagi (songarfelagar) er kannaður og viðgjørdur, so at sleppast kann undan aftur at verða smittaður.


Sí meira kunning á:
www.apoteket.dk/Praevention/Sexsygdomme/Syfilis.aspx
min.medicin.dk/Sygdomme/Sygdom/112
www.sexogsamfund.dk/Default.aspx
 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00