Fótarøkt hjá diabetikarum

Um tú hevur diabetes er tað av týdningi at røkta føturnar væl. Í hesum sambandi eru serlig atlit at taka.


Vaska føtur og leggir dagliga við lunkaðum vatni og mildari sápu. Turka væl og smyr síðani við vætukremi ella feitum kremi.


Tað verður frámælt at sita í fótabaði, men um ein ynskir at sita í fótabaði, skal hetta verða í mesta lagi í 5 minuttir, og vatnið skal ikki vera meira enn 37ºC, brúka møguliga eitt termometur.

 

Halt eyga við fótunum við t.d. einum spegli, at onki merki ella sár er.


Sápa

Nýtið milda sápu t.d. Aderma sápu-bar, Apoteksins baby-sápu ella Danatekt hár- og kropsshampo.


Til dagliga røkt av vanligari húð verður smurt við t.d.: Danatekt lotión, Kosmea vætukremi ella Decubal lotión.


Til dagliga røkt av turrari húð verður smurt við t.d.: Archiv, Danatekt kremi, Decubal clinic kremi ella A-derma Exomega kremi.


Um hælirnir eru sera turrir og møgulig riva er, gagnar at brúka Atrac-Tain krem. 


Minnist til:

 

  • At turka væl ímillum tærnar
  • Ikki at smyrja krem ímillum tærnar
  • Um tú fær líktorn, skal tú ikki nýta líktornsplástur, men fara til fótarøktara
  • Nýt ikki fótfíl uttan vegleiðing frá fótarøktara
  • Um tú fær sár á fótin, far til lækna
  • Far javnan til fótarøktara

 

Sokkar

Skift sokkar ella hosur hvønn dag, gott er at brúka sokkar ella hosur úr ull ella bummull, sum ikki eru trong og ikki hava seymir.



Apotekið selur sokkar og hosur, uttan elastikk og seymir, bæði  ull og bummull. Hesir sokkarnir og hesar hosurnar eru serliga ætlað diabetikarum.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00