Húðrøkt

Rovan
Í rovuni eru 2 løg. Ytri eru deyðar, harðnaðar og hornkendar kyknur, og innari eru livandi og virknar kyknur. Tær livandi kyknurnar gera fleiri lívsneyðug feittevni – essentiellar feittsýrur – sum fara millum hørðu og deyðu kyknurnar og gera eina næstan vætutætta verju: HÚÐVERJUNA.

Tað húðin ger
Húðin er ein natúrligur verjiskjøldur fyri, at bakteriur, evnafrøðievni og onnur fremmand evni sleppa inn í kropp tín. Húðin heldur kropsvætuni, altso eisini at ov nógv væta sleppur burtur. Tí er neyðugt, at húðin er óskalað, bleyt og mjúk. Um ov nógv væta sleppur burtur, kann húðin gerast turr og verður flusukend, og hon kann rivna ella sprotna. Hendir tað, so er húðin ikki væl vard fyri ígerð, og av hesum kunnu skriði, rodnan og eksem koma. Tí mást tú røkja húð tína væl.

Húðrøkt
Hvønn dag er týðandi at røkja húðina. Umráðandi er at nýta røttu evnini, so at húðin verður frísk og sterk. Góð húðrøkt heldur húðina fríska.

Tað eru fleiri tilbúningar til alskyns húðsløg og húðtrupulleikar, so at sleppast kann undan skeinum o.ø. – bæði tí sædda og ósædda.

Turr húð
Húðin tornar, um húðfeittið minkar. Tað kann henda, um tú eitt nú ofta vaskar tær við vatni og sápu, ella tú nýtir reingerðarevni ella evnafrøðievni.

Veður og vindur hava eisini sína ávirkan. Helst um veturin uppliva mong, at húðin verður turr, tí at luftin er turr, og luftvætan er lítil. Harafturat verður húðin turrari við aldrinum. Tað kemur m.a. av tí, at eldri fólk hava tynri húð, húðin er ikki so seig og liðilig longur, vætan í húðini er minni, og minni feitt verður gjørt í húðini. Eisini ávirkar tað húð tína, um tú ikki drekkur nóg mikið. Ógvuliga vanligt er, at á hondum, beinum og høvdi er húðin turr, men soleiðis kann vera um allan kroppin. Turr húð tykist at vera arvalig, so um foreldur og systkin tíni hava turra húð, so er meira sannlíkt, at tú eisini fært turra húð.

Gerandis húðrøkt
Góð gerandis húðrøkt valdast av, hvussu húð tín er og eisini nær á árinum, tí húðini tørvar meira feitt um veturin enn um summarið. Úr kremi fær húðin feittevni, men ikki eru øll krem eins. Krem úrvalið er stórt, so vel rætta kremið, ið hóskar best til tín. Vel tað krem, sum tær dámar og gagnar tær, og royn at sleppa undan íblandingarevnum í kreminum, eitt nú angievnum og litevnum – serliga um tú ert ovurviðkvæmur ella hevur ovurviðkvæma húð. Tað kann vera, at tú hevur brúk fyri fleiri kremsløgum, tí at húðin er ikki líka turr alla staðni.

Normal húð

Dagliga at røkta normala húð og at fyribyrgja turra húð kanst tú nýta vætulotión. Lotión inniheldur nógv vatn og lutfalsliga ikki nógv feitt. Lotión er tuntflótandi, og lætt er at smyrja, og lotión feittar ikki, og tú kennir teg væl. Nýt eina milda sápu við lágum pH-virði til at reinsa húðina. pH-virðini í sápu og húð eiga at samsvara. Skola síðani væl, tí annars tornar húðin.

Eitt sindur turr húð

Til at røkta eitt sindur turra húð kanst tú nýta eitt vætukrem. Krem eru tjúkkari enn lotión og tí ikki so heilt ómaksleyst at smyrja. Vætukrem kunnu kennast linnandi, um skriði kenst í húðini. Vætukrem kunnu sjálvsagt nýtast fleiri ferðir um dagin, so ofta sum tørvur er á.

Turr og flusnandi húð

Um húð tín er ógvuliga turr ella flusnandi, kanst tú nýta eitt feittkrem. Sum orðið sigur, so er ógvuliga nogv feitt í feittkremi. Feittkrem er eisini hóskandi, um tú hevur eksem ella aðra húðsjúku. Tú kanst eisini nýta eitt feittkrem, sum inniheldur sera nógv feittevni og júst tað feittevnið, sum natúrliga er í húðini. Hetta kremið er virkið í longri tíð (upp til 24 tímar eftir at smurt er).

Hugsið um, at ovurvasking við sápu og vatni kann elva, at húðin verður uppaftur turrari. Í staðin fyri kunnu baðiolja ella reinsievni, ið hava olju í sær, nýtast. Ikki er ráðiligt at nýta sápu og olju í senn, tí sápan ger, at oljan verður nyttuleys.

Eksem
Fleiri ymiskir hættir eru at viðgera eksem. Í nøkrum førum verður feittkrem nýtt til eksem húðrøkt. Er eksemið milt, so kunnu feittkrem verða loysnin. Ringt eksem kann viðgerast við heilivági. Í hesum førum verða ofta krem við nýrakolsbørkshormonum nýtt. Veikastu nýrakolsbørks feittkrem fáast í handkeypi. Er eksemið sera ringt, skalt tú fara til lækna tín.

Ígerð
Heldur tú, at tú hevur fingið ígerð í húðina, so kanst tú røkta húðina við at sóttreinsa við sápuvatni ella klorhexidin. Um tað ikki hjálpir, eigur tú at fara til læknan, sum kann mæla til viðgerð við antibiotika – oftast krem, men tablettir, um ígerðin er ring.

Góð ráð, so at undan slepst turrari húð:

  • Røkta húðina við kremi hvønn dag
  • Vaska tær ikki ov ofta um hendurnar. Nýt í staðin sóttreinsandi gel – helst við glycerini
  • Nýt helst ikki gummihandskar
  • Ver ikki í ov trongum klæðum
  • Skýggja alt tað, sum tú av royndum veitst, gevur tær turra húð og annan ampa
  • Skínur sólin – nýt sólkrem
  • Drekk 1-1½ l av vatni hvønn dag

Feittut húð
Vanliga er nóg mikið at nýta milda sápu, tá ið feittut húð skal vaskast. Minnast skal til at skola húðina væl eftir vask, so húðin ikki gerst turr, og annar ampi kann standast av tí. Man kann eisini vaska húðina við einum ”skrubbikremi”, som tekur tær deyðu kyknurnar og húðfeitti burtur. Tó skal reinsievni ikki vera ov ógvusligt, tí so vil framleiðslan av feitti økjast fyri bøta um, soleiðis at húðin gerst meira feittut.

Vætukrem ella gel, sum hava lítið feitt í sær, kunnu nýtast.

Á apotekinum eru vit altíð tilreiðar at veita tær vegleiðing, tá tú skal velja tilbúningar.

Tey merkini av húðrøktarvørum, ið apotekið selur, eru bert ætlað apotekum at selja.

 

 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00