Intim røkt

Intim røkt er at halda tey intimu støðini (tey uttaru kynsgøgnini) rein og soleiðis minka um trupulleikar, sum kunnu íkoma. Intim røkt er galdandi fyri bæði menn og kvinnur, sjálvt um tað oftast eru kvinnur, sum hava trupulleikar í intimu støðunum. 

Vaska eina ferð um dagin við intimsápu. Tað er umráðandi at nýta eina sápu, sum hevur lágt pH virði, umleið 4. Súrheitin (lágt pH virði) verjir fyri bakterium og ójavnvági.

Hjá mannfólki er umráðandi at vaska undir forhúðini fyri at minka um vandan fyri bakteriu vøkstri. Forhúðin er ring at fáa  á pláss, um húðin á penis høvdinum er heilt turr, tískil er týdningarmikið hjá mannfólki at væta penishøvdið. 

Hvørjar trupulleikar kunnu kvinnur fáa?
Trupulleikar, so sum skriði, sviði ella luktur úr intimzonuni í neðra, kunnu koma av broytingum í pH-virðinum í móðurskeiðini. 

  • Soppur. Útflotið í móðurskeiðini verður mjólkarhvítt og grýnut. Oftast fer eisini at svíða, og tað skríður.
  • Ójavnvágur av antibiotika. Nógv fáa ampa í hesum sambandi og fáa soppaígerð.
  • Hormonellar broytingar, t.d. tá ið tú hevur mánasjúku, ávirkast slímhinnurnar (rovurnar), og tú kann fáa ampa av hesum. Hetta hvørvur sum oftast av sær sjálvum. Hormonbroytingar í skiftisárunum ávirka eisini rovurnar, sum kunnu gerast turrar. Hetta gevur sviða ella eina brennandi kenslu í móðurskeiðini.
  • Sjúka. Kvinnur, sum ávikavist hava eitt nú diabetes, eru í prednisolon viðgerð, hava ringa immunverju ella taka heilivág, sum ávirkar immunverjuna, eru í størri vanda at fáa sopp í móðurskeiðini.

Tað er eitthvørt, tú sjálv kanst gera:

  • Et sunt og fjølbroytt. Ov nógv sukur og søtmeti kunnu hava ringa ávirkan á javnvágina í móðurskeiðini. 
  • Syntetiskar og trongar trussur  (G-strongur) og stórnýtsla av trussuinnleggum kunnu elva trupulleikar, serliga um tú hevur trupulleikar av turrum rovum.
  • Nýt ongantíð vanliga handsápu ella tilbúningar við parfumu til intimrøkt
  • Strongd ger natúrligu verjuna veika og skapar á tann hátt umstøður fyri bakteriu-vøkstri.

Nær skal ein fara til lækna

  • Fyrstu ferð tú fært ampa í móðurskeiðini
  • Um tú oftani fært sopp
  • Um tú hevur ampa í móðurskeiðini í skiftisárunum
  • Um útflotið broytist og verður grá-gulligt og luktar

Apotekið hevur ymsar tilbúningar til intima røkt
Hesir tilbúningar hava allir eitt pH virði á uml. 4: 

  • Intim sápa
  • Intim vaskiolja 
  • Glíðikrem
  • Intim gel 
  • Barrieru krem
  • Intim vátserviettar
  • Intim reinsikrem 
  • Vagitoriur fyri turrheit
  • Vaginalhylki
  • Vaginaltablettir
  • Vaginalgelé
  • Eksplorationskrem


Heimasíður: www.apoteket.dk

Faldarar: “Skiftisárini” (eru at finna á apotekinum)

               “Svamp” (eru at finna á apotekinum)

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00