Munnrøkt

Munnrøkt er at halda munnholuna reina og soleiðis minka um trupulleikar, sum kunnu koma. Tann dagliga munnrøktin er umráðandi fyri, at tenn, tunga, spýttkertlar og slímhinnur í munninum skulu virka, sum tey eiga.

  • Tenn: Busta tenn minst 2 ferðir um dagin, í minst 2 minuttir við tannbust og tannkremi við flour (flour styrkir emaljuna). Tannlæknar í Føroyum viðmæla min. 1400 ppm. Bustingin beinir fyri matrestum og bakterium. Hesar bakteriur kunnu verða orsøk til, at tú fært plakk, sum ger, at tú fært karies (hol í tenninar) og tannkjøtsbruna. 
  • Amboð: Tanntráður, millumrúmsbustir og tannsteytari eru eisini góð amboð til at halda munnin reinan.
  • Tungan: Skón á tunguni kann sum oftast bustast burtur. Tunguskravari kann eisini nýtast.
  • Spýttkertlar eru í munnholuni og gera spýtt. Spýttið vætar slímhinnurnar og darvar bakteriuvøkstri.
  • Slímhinnur: Tað er umráðandi, at slímhinnurnar í munninum eru vátar.   Drekk ríkiligt av vatni. 

 

Hvørjir trupulleikar kunnu koma 

  • Ringur andi: Kemur vanliga av vánaligum reinføri í munninum, hol í tonnum ella av onkrum ein hevur etið, roykt ella drukkið.
    Í serligum førum kann ringur andi vera tekin um sjúku í nøsini, hálsinum, svølginum, hjáholunum ella í mandlunum.
  • Sjúka: Ávísar sjúkur kunnu verða orsøk til  trupulleikar í munnholuni, so sum diabetes og evnabroytingarsjúkur. Kemoterapi og stráluviðgerð kunnu eisini geva turran munn. Um diabetes sjúklingur luktar av acetone úr munninum, kann tað vera tekin um, at hann hevur ov høgt blóðsukur.
  • Heilivágur: Ávís sløg, t.d. heilivágur fyri tunglyndi og ADHD heilivágur, kunnu geva turran munn. Turrur munnur hevur hesi hjáárin: Karies, ringan anda og sopp. 

 

Hvat kann ein sjálvur gera?
Ver nærlagdur við munnrøktini og fylg ráðunum. Spyr tannlæknan ella apotekið til ráðs.
Et ikki matvørur, sum tú veitst, geva tær ringan anda. Royking kann geva ringan anda verri.

Um tú hevur ringan anda eftir at hava etið ávísar matvørur, ella tú hevur verið ein túr í býnum kvøldið fyri, kunnu bomm við sterkum smakki vera ein hjálp. Tú kanst eisini brúka sukurfrítt tyggigummi, munnpístr ella tablettir, sum fáast á apotekinum.

Av og á kanst tú skola munn og svølg við sóttreinsandi munnskolivatni, t.d. Klorhexidin ella Hextril® loysingi. Um lækni- ella tannlækni ikki hevur viðmælt nakað, so fylg leiðbeiningini á vøruni.

 

Far til læknan um tú: 

  • Hevur havt drúgva ella afturvendandi pínu í hálsinum ella hálsbruna 
  • Hevur diabetes og andin hjá tær luktar av acetone                
  • Fær ringan anda av heilivági, tú tekur. Møguliga finst okkurt sum hjálpir
  • Um tú ikki finnur skilagóða orsøk til, at tú hevur ringan anda (lækna/tannlækna)
  • Um tú eisini hevur pínu í tonnum ella tannkjøti (tannlæknan) 

 

3 góð ráð hvussu tú fært eina betri munn- og tannrøkt

  1. Busta tenn 2 ferðir um dagin við tannkremi við flour
  2. Et sunnari
  3. Brúka tanntráð, tannsteytara og millumrúmsbust

Vøruúrvalið til munnrøkt er viðmælt av tannrøktarum og tannlæknum.

Leinkjur:Tannlæknar. Flestu tannlæknar hava egna heimasíðu
Faldarar:“Mundtørhed” frá Apoteket  
“Vitaminer, mineraler, kosttilskud og naturlægemidler” frá A-Apoteket

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00