Sárrøkt

Fyrr vórðu yvirhøvur øll sár viðgjørd við jodi. Nýggjasta vitan um sárviðgerð tekur frástøðu frá sársóttreinsan.

Stór skursl ella stórir snuddir kunnu geva stór sár, og um so er, so ræður um at reinsa sárið væl, so at ikki ígerð íkemur. Vaska tær um hendurnar, áðrenn tú reinsar sár. Síðani reinsar tú kring um sárið. Og síðani verður sárið sjálvt reinsað. Um sárið er illa dálkað, so er gagnligt at skola tað við einum isotoniskum saltvatnsupploysingi, áðrenn  tað verður vaskað. Nýt ikki sóttreinsandi evni, tí at tað kann seinka lekingina, og  eisini er vandi fyri ovurviðkvæmi. Um sárið ikki er so illa dálkað, so verður varisliga, men væl vaskað við flógvum vatni og eini sápu við lágum pH virði. Nýtt eitt nú einnýtsluklút, og síggj til, at allar sápuleivdir eru skolaðar burtur.

Eitt plástur á sárið
Rennur úr sárinum, so er gagnligt at nýta eitt plástur, ið vætar sárið (sum tó sýgur so mikið, at tað ikki er ordiliga vátt), og tískil ger, at sárið skjótari lekist. Man skal sjálvandi vera ansin, um ígerð er komin í sárið, tí so skal tað viðgerðast.

Um bara lítið rennur úr sárinum, ella talan er um eitt prus ella skursl, so verður mælt til at nýta eitt plástur við silvuri, sum er bakteriutýnandi og harumframt minkar vandan fyri ígerð. Um brunasár er at viðmæla at hava tað undir flógvum rennandi vatni, inntil pínan er burtur, áðrenn ein fer víðari við viðgerð.

Gev gætur, at tú á apotekinum eisini fær plástur við ongum klistri fyri sera viðkvæma húð.

Á hesi heimasíðuni ber til at fáa góð ráð um sár og sárviðgerð, sama um talan er um mein ella meinaleys sár:

http://www.molnlycke.com/patient/da/

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00