Sveittatálmandi evni

Sveitti

Øll fólk sveitta. Tað er ein háttur hjá likami okkara at sleppa av við ymiskan ótørv.

Sveitti er ein væta við ymsum ótørvi í. Hesi evni eru organisk. Tey organisku evnini verða niðurbrotin av bakterium í húðini til evni, ið lukta illa. Um ein sveittar illa, kann lukturin verða sera rámandi. Sveittin verður gjørdur í sveittakirtlum, ið eru um allan kroppin. 

Orsøkir til økta sveittamongd kunnu verða:

  • Viðurskifti uttanífrá (øktur hiti)
  • Kropslig rørsla
  • Strongd og angist

Um húðin ofta er sveittut og slavin er lætt, at soppur, bakteriur og eksem koma í húðina. Tí er reinføri og evni ímóti sveitta neyðug hjá teimum, sum sveitta illa.

At fyribyrgja sveitta
Um ein sveittar illa undir arminum, gerst tað ikki betur, um tú nýtir klæðir úr tilgjørdum klædnatilfari og klæðir, ið sita ov tætt at kroppinum. Betur er at nýta bummulsklæði og onnur klæði, ið ikki eru gjørd úr tilgjørdum tilfari.

Sveittar tú illa um føturnar, skal tú ikki nýta skógvar, ið eru ov tættir.

Eitt gott kropsligt reinføri saman við sveitta-fyribyrgjandi evnum verja fyri ringum lukti.

Evni fyri sveitta
Evni, sum fyribyrgja ringum sveittalukti, eru ein partur av dagliga reinførinum hjá flestu fólkum. Hesi evni verða kallað deodorantar, og tey tarna bakteriunum í at niðurbróta evnini í sveittanum. Tey gera sostatt einki við sveitta-nøgdina. Onnur evni eru, sum ávirka sveittanøgdina, og hesi verða kallað antiperspirantar.

Antiperspirant verður nýtt, tá sveittamongdin er størri enn vanligt. Her verður serliga hugsað um sveitta undir arminum og fótasveitta.

Evni til viðgerð í samband við arm- og fótasveitta kann býtast í tveir bólkar:

  • Sóttreinsandi evni (deodorantar) eru bakteriutálmandi og forða tíðskil sveittanum at niðurbrótast til illaluktandi evnir. 
  • Sveittatálmandi evnir (antiperspirantar) minka um sveittamongdina og forða teimum nervaimpulsum, ið seta gongd á sveittaútskiljingina. Aluminiumklorid er eitt dømi um sveittatálmandi evni. Hetta evnið virkar so, at tað læsir endarnar á sveittakertlunum saman.

Tað finnast vørur, ið bæði innihalda sóttreinsandi- og sveittatálmandi evnir.

Hesar framleiðsluvørur kunnu innihalda evni, ið eru vætubindandi, og sum kunnu virka linnandi og svalandi á húðina, t.d havalgur og aloe vera.

Aluminiumklorid
Aluminiumklorid virkar samanrykkjandi. Evnið gevur tilbúningunum eitt lágt pH, ið kann viðføra staðbundna øsing av húðini. Um tilbúningurin er pH-neutralur, verður eingin staðbundin øsing av húðini.

Evnið verður nýtt í ymiskum tilbúningarformi. Á apotekinum fæst aluminiumklorid sum flótandi, roll-on, stift, liniment, spray og krem.

Liniment (kutan-væta) finst bæði við vatn- og sprittstøði, sum roll-on. Tilbúningarnir verða sum oftast nýttir fyri armsveitta, men kunnu eisini nýtast fyri fótasveitta. Krem verður nýtt fyri bæði arm- og fótasveitta.

Aluminiumklorid liniment 20% roll-on frá Medic Team er grundað á vatn. Hetta verður nýtt fyri ringan sveitta og verður smurt á, tá tørvar.

Aluminiumklorid 25% spritt liniment roll-on verður nýtt fyri sera ringan sveitta, tá aðrir tilbúningar ikki hava hjálpt. Í hesum førum verður sveittamongdin tálmað í umleið 7 dagar eftir eina viðgerð. Tá steðgað verður við viðgerðini økist sveittamongdin líðandi aftur tær næstu 3 vikurnar. Tilbúningurin verður smurdur á heilt turra húð á kvøldi, áðrenn songartíð, og húðin skal lufttorna aftaná. Morgunin eftir verður húðin vaskað væl við sápu og vatni. Viðgerðin byrjar við, at smurt verður á tvey kvøld á rað, eina ferð um vikuna, til virknaður byrjar. Síðan verður viðgjørt 1-2 ferðir um vikuna, tá tørvar.

Aluminiumklorid kann ørkymla húðina og kann svíða og skriða, serstakliga um húðin ikki er nóg turr, tá smurt verður á.

Tað er ikki ráðiligt at nýta tilbúningin fyrr enn 2 dagar eftir hártøku undir arminum.

Aluminumklorid kann moyrna klæðir. Hetta hendir serliga, um húðin undir arminum ikki er turr, tá ein letur seg í .

Propanthelin
Propanthelin, sum finst í tablettunum Ercoril, er ein forskriftaheilivágur, sum virkar sveittatálmandi. Verður tó bert nýtt, um tað er serliga ringt, tí tað hevur onnur hjáárin við sær.

Far til lækna um:

  • Tú hevur sveittað í longri tíð, og sveittamongdin økist
  • Tú hevur plágandi sjónskan sveitta
  • Tú hevur illgruna um húðbruna ella eksem

Sveittaluktur í pløggum
Vanliga er ongin trupulleiki at vaska sveittalukt úr klæðum, um tey tola vask á 95ºC. Um klæðini ikki tola so nógvan hita, eru eini ráð at stinga økið undir arminum á blusum/troyggum í vatn blandað við evni til sóttreinsan - t.d. Rodalon® e.l. Evnið virkar ikki, um sápurestir eru eftir í plagginum.

Vaskið plaggið eftir viðgerðina!

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00