At leggja av at roykja

Tað ber til at leggja av at roykja uttan heilivág ella aðra hjálp. Men kanningar vísa, at útlitini fyri, at roykisteðgurin varir við, er væl størri, um tú tekur av onkrum tilboði um leiðbeining og stuðli  til roykisteðgin møguliga saman við nikotin heilivági.

 

Fyrireiking

Tað  hevur stóran týdning, at tú gevur tær stundir til  eina fyrireikingartíð, umleið 2-3 vikur áðrenn sjálvan roykisteðgin.

 - Vel  eitt tíðarskeið til fyrireikingartíðina, har tú ikki hevur krevjandi uppgávur og ikki skal í veitslu ella skal til onnur tiltøk, har tú plagar at roykja í hugnaligari samveru. 

Vel  ein ávísan dag (set dagfesting á), tá tú hevur avgjørt, at nú hevur tú roykt seinastu sigarettina.

 - Nevn dagfestingina  fyri øllum teimum, ið dagliga eru saman við tær, so tey kunnu stuðla tær, soleiðis at tað ikki verður so lætt hjá tær at bera teg undan avgerðini, tá dagurin nærkast.

- Tá tú hevur lagt av, koma tað  ivaleyst ymiskar støður, har tú serliga freistast til at roykja. Tí er tað av stórum týdningi, at tú longu í fyrireikingartíðini hugsar, nær og hvar freistingarnar eru, og hvussu tú kanst broyta teir roykivanar, tú hevur júst nú.

Hetta eru sera týdningarmikil stig á leiðini.

 

Her eru nøkur dømi:

  1. Er fyrsta sigarettin um morgunin tann besta á degnum? Royn í fyrireikingartíðini at leggja alt tú plagar at gera til rættis á ein annan hátt, soleiðis at tú ikki fær stundir at roykja, áðrenn tú fer til arbeiðis.
  2. Dámar tær væl at roykja, meðan tú tosar í telefon? Tak ein penn/blýant í hondina í staðin fyri sigarettina, meðan tú tosar.
  3. Plagar tú at roykja saman við starvsfeløgum í kaffisteðginum? Ver meira saman við teimum starvsfeløgunum, sum ikki roykja í staðin.
  4. Dámar tær væl eina sigarett aftur við einum kaffimunni? Drekk vatn ella okkurt annað í staðin, sum tú ikki vanliga plagar at drekka  afturvið sigarettini.
  5. Dámar tær væl at roykja omaná døgurða/nátturða? Skunda tær frá borðinum, tá tú hevur etið. Vaska upp ella spáka  tær ein túr í staðin.

 

Abstinensir

Í fyrireikingartíðini er tað eisini gagnligt at kunna seg um, hvørji evni eru í tubbaksroykinum, og hví vit verða bundin av at roykja:

Í tubbaksroyki eru uml. 4000 ymisk evni. Av teimum eru umleið 50  krabbameinselvandi. Tey 3 evnini, ið skaða kroppin mest, eru:

  • Kolilta
  • Tjøra
  • Nikotin

Kolilta er eitt slag av gassi, ið bindur seg til reyðu blóðlikamini, tá ið  tú roykir. Reyðu blóðlikamini flyta súrevni (oxygen) runt í kroppinum. Tá so koliltan setur seg á reyðu blóðlikamini, megna tey ikki at flyta neyðugu mongdina av oxygeni runt í kroppinum. Serliga verður konditiónin verri, tí ov lítið av oxygeni verður  flutt til kyknurnar í vøddunum.

Tjøra verður framleidd, tá tubbak verður brent. Tjøran er ein brúnlig evja, ið setur seg í lunguni og í  filtrini í  lungnaøkinum. Hvussu nógv tjøra setur seg í lunguni veldst um, hvussu nógv tú roykir, um tú andar roykin niður í lunguni, og hvat slag av sigarettum, tú roykir. Tjøran inniheldur tey flestu av teimum 4000 evnunum, ið eru  í tubbaksroykinum - eisini tey evnini, ið kunnu elva til krabbamein.

Nikotin er eitt litleyst flótandi evni, ið virkar stimbrandi. Bert lítla løtu eftir, at nikotinið er komið inn í blóðrenslið, fer tað upp í heilan og troðkar seg inn til tað staðið, har impulsir verða fluttir millum nervakyknurnar.  Heilin gevur rúmd fyri nikotininum og venur  seg við at fáa nikotin frá tubbaksroykinum. Tá tú leggur av at roykja, fær heilin ikki longur nikotinið, sum hann hevur vant seg við at fáa, og tað eru tóm pláss í nervakyknunum, har sum nikotinið áður var. Hetta elvir til, at tú fær abstinensir. Tú følir teg ikki væl, tað kennist, sum tú hevur fingið krím. Tú hevur ongan frið á tær og hevur ikki bindindi til tað, tú vanliga fæst við. Tíbetur minka abstinensirnir, sum tíðin gongur. Eisini ber til at  fáa heilivág, ið inniheldur nikotin, sum kann hjálpa tær fyrstu tíðina eftir roykisteðgin.

 

Nikotin heilivágur

Hesir tilbúningar fáast sum tyggigummi, plástur, munnholuspray, nasapístr, súgvitablettir, innhalatorar og tablettir at leggja undir tunguna. Fá leiðbeining á apotekinum um, hvør tilbúningur hóskar júst til tín tørv.

Plástur:

Tá tú nýtir nikotinplástur verður nikotinið upptikið gjøgnum húðina. Síðani fer nikotinið í blóðið. Plástrið skal setast á húðina einaferð um dagin – um morgunin. Mælt verður til, at húðin er turr og rein, og at ikki ov nógv hár eru á økinum. Vanligt er t.d at seta plástrið á mjødnina ella ovarliga á arminum. Plástrið skal skiftast hvønn dag, og best er, um tú  setur plástrið eitt annað stað á kroppinum, tá tú  skiftir, soleiðis at húðin ikki verður ørkymlað. Tá tú nýtir nikotin-plástur fært tú eina javna mongd av nikotini allan dagin. Um hungurin eftir nikotini ikki verður nøktaður við plástrinum, ber til at nýta aðrar tilbúningar saman við plástrinum, tá hungurin er størstur. Plástrini finnast í ymsum styrkjum og finst bæði sum dag- og samdøgursplástur, alt eftir nær trongdin serliga er.

Tyggigummi:

Tá tú nýtir nikotin-tyggigummi, verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum og fer síðani út í blóðið. Um tú tyggir á vanligan hátt, verður alt nikotinið leysgivið í senn, og trupult verður hjá kroppinum at upptaka nikotinið, um tú tyggir uttan íhald. Vandi er eisini fyri, at tú fer at hista, fær ilt í hálsin, ella fær ilt í búkin, um ov nógv nikotin verður leysgivið í senn. Tí skal nikotin-tyggigummið tyggjast á ein serligan hátt. Tú skal tyggja spakuliga, til tú kennir sterka nikotinsmakkin í munninum. Síðani leggur tú tyggigummið undir tunguna ella í munnklovan, til sterki smakkurin er burtur. Síðani kanst tú aftur tyggja, til sterki smakkurin kennist í munninum. Og so skal tú  aftur leggja tyggigummið í munnklovan ella undir tunguna, til smakkurin er burtur. Tá tú hevur gjørt hetta í 20-30 min., er alt nikotinið farið úr tyggigumminum, sum síðani skal tveitast burtur.

Nikotin tyggigummiini hava ymsa styrki og finnast við ymiskum smakkum.

Innhalator:

Innhalatorin er eitt rør av plastikki. Smáir proppar við nikotini í verða settir í innhalatorin, og so verður sogið úr innhalatorinum á sama hátt, sum tá tú roykir eina sigarett. Tó verður nikotinið  upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum, tá tú nýtir innhalatorin, í staðin fyri at fara niður í lunguni. Í einum proppi er nikotin til 20 min. Til ber at súgva fleiri ferðir, eins og tá tú roykir eina sigarett. Til dømis 4 ferðir við 5 minuttum í millum.

Nasapístr:

Nasapístrið er ætlað teimum, ið roykja nógvar sigarettir dagliga. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í nøsini. Tú tekur eitt pístr eftir tørvi. Tað er týdningarmikið, at tú ikki svølgir, ímeðan  tú nýtir nasapístrið. Fyrstu dagarnar kanst tú kenna sviða og eyman háls.

Resoriblett:

Ein resoriblett er ein lítil tablett, sum  tú leggur undir tunguna, har hon  verður upployst í 20 – 30 minuttir. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum. Ein resoriblett má hvørki tyggjast ella súgvast.

Súgvitablett:

Tú skal súgva tablettina, til tú kennir ein sterkan smakk, síðani skal tú leggga súgvitablettina í munnklovan, til smakkurin er horvin. Síðani sýgur tú aftur, til tú kennir sterka smakkin, og so  leggur tú súgvitablettina aftur  í munnklovan. Soleiðis ger tú í umleið 30 minuttir, til súgvitablettin er upployst, og nikotinið er leysgivið. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum.

Munnholupístr:

Tú sprænir eitt pístr, eftir tørvi, í munnin millum kjálkan og tenninar. Tú skal spræna aðru hvørja ferð í høgra og vinstra kjálka, og lata vætuna verða so leingi í munninum sum gjørligt. Tí verður mælt til at svølgja væl og virðiliga, áðrenn tú sprænir vætuna í munnin. Nikotinið verður upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum. Tað er týdningarmikið, at tú ikki drekkur kaffi, juice ella sodavatn o.a. 15 minuttir, áðrenn tú nýtir munnholupístrið, tí hetta minkar um upptøkuna av nikotininum.

 

Tað er alneyðugt at leggja sær í geyma, at hesin heilivágurin ikki einsamallur ger, at tú leggur av at roykja, men at hann saman við  fyrireikingartíðini og tíni avgerð um at leggja av at roykja, kann vera eitt týdningamikið stig á leiðini. Hóast tú  fær minni nikotin, tá tú tekur heilivág, enn tá tú roykir, er tú enn bundin av nikotininum. Tí verður mælt til, at tú bert nýtir  heilivágin eina stutta tíð. Helst ikki meira enn 3 – 12  mánaðir eftir roykisteðgin alt eftir hvønn tilbúning, tú hevur valt at nýta. Tá tú skal minka um nýstluna av nikotin  heilivágnum, kanst tú lesa í kunningarlepanum, hvussu tú ber teg at.

Tú er vælkomin at fáa leiðbeining og stuðul á apotekium. Har eru serútbúgvin starvsfólk, ið fegin vegleiða teg og stuðla tær.

Sum  annar heilivágur kann nikotin heilivágur hava  hjáárin. Les kunningarlepan ella kom á apotekið og fá vegleiðing um hetta.

 

Gott at vita

Stutt eftir roykisteðgin, kanst tú fara at hosta meira, enn  tú plagar, men hetta er eitt gott tekin, tí hetta vísir, at  smáu bivhárini í lungunum aftur eru virkin, og at slímið loysnar, sum áður hevði  samlað  seg orsakað av roykingini.

Nikotin ávirkar tarmskipanina. Aftaná roykisteðgin  kann umskiftið elva til, at tú fær leyst lív. Hetta varir bert eina stutta tíð, so virkar tarmskipanin sum áður.

Stoffskiftið hevur eisini verið ávirkað av nikotininum og lækkar eftir roykisteðgin. Tú er í vanda fyri at fitna eini 3-6 kilo fyrstu tíðina eftir roykisteðgin. Men um tú ansar eftir vektini og rørir teg umleið 1/2 tíma hvønn dag, er hetta ikki nakar trupulleiki.

 

Aðrir møguleikar

Forskriftaheilivágur: Tað finst eisini heilivágur á forskrift, ið kann hjálpa tær við  at gevast við at roykja (Champix® (Vareniclin), Zyban® (Bupropion), Wellbutrin® (Bupropion)). Tosa við læknan um hetta.

E-sigarettir: E-sigarettin er ein elektronisk sigarett, ið inniheldur eina vætu við nikotini og ymsum smakkievnum. Vætan verður upphitað og verður til damp, ið  verður andaður inn. Á henda hátt kennist tað sum at roykja  eina sigarett. Elektroniskar sigarettir við nikotini í eru ólógligar. Nikotin er skrásett sum heilivágur, og tískil skulu tey, ið innflyta og selja e-sigarettir við nikotini í, fylgja somu mannagongdum og krøvum, sum eru til heilivág annars og søkja um góðkenning til at framleiða hesa vøru. Enn hevur ongin framleiðari søkt um hesa góðkenning, tískil er onki støðugt eftirlit við trygdini, góðskuni og virknaðinum av teimum elektronisku sigarettunum.

Meira kunning um e-sigarettir fæst á:

www.sundhedsstyrelsen.dk

 

Fleiri heimasíður, appi’ir og sms skipanir eru, ið vilja stuðla tær og geva tær góð ráð til at leggja av at roykja:

Fólkaheilsuráðið (sms skipan)

http://ekvit.dk/ (app)

www.kvit.dk 

www.stoplinien.dk

www.Xhale.dk   (Serliga til ung, ið vilja leggja av at royka)

www.ddsp.dk (Her fært tú eisini  góð ráð um at avvenja nikotin heilivág)

www.medicin.dk

www.netdoktor.dk

Faldari:

Roykisteðg 

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00