kostískoyti

Vitaminir og mineral

Vitaminir og mineral eru alneyðug fyri, at alt likam okkara skal virka. Fáa vit ikki tær neyðugu vitaminirnar ella mineralini,  kann ójavnvág koma í likamið.

Tað er sjáldan, at álvarsom trotaeyðkenni eru at síggja í norðurlondum. Hetta kemst av, at vit fáa sunnan og fjølbroyttan mat, sum inniheldur allar vitaminir og mineral. Týdningarmikið er, at ein ikki heldur, at eitt kostískoyti við vitaminum og mineralum kann takast í staðin fyri sunnan kost, tí kosturin inniheldur nógv onnur góð og týdningarmikil evni.

Tað hevur tó víst seg, at tað eru fleiri, sum hava eitt ov lágt innihald av d-vitaminum í blóðinum, og hetta kann skyldast ymiskt - eitt nú, at vit ikki fáa nokk av d-vitaminum gjøgnum kostin. Vit eta ikki so nógvan fisk longur, og her er tað serliga tann feiti fiskurin, sum inniheldur d-vitamin. Ei heldur fáa vit nokk av sólarljósi, sum er við til at gera d-vitamin í kroppinum hjá okkum. Og tað er serliga hendan vitamin, sum heilsumyndugleikarnar hava tilmæli til, tí royndir siga okkum, og her er tað serliga eldri, barnakonur og smábørn, at nógv hava tørv á einum d-vitamin ískoyti. Kjak er um, hvussu stórt ískoyti vit skulu hava av d-vitaminum, og møguliga kunnu vit vænta at mælt fer at vera til, at vit skulu hava eitt hægri d-vitamin ískoyti í framtíðini.

Aldur, kyn og likamligt virkni hevur ávirkan á tørvin á vitaminum og mineralum. Harumframt ávirkar eitt nú royking og alkoholnýtsla eisini tørvin. Heilsumyndugleikarnir hava serlig viðmæli til smábørn, barnakonur og eldri, sí:

Vitaminir og mineral til smábørn

Vitaminir og mineral til barnakonur

Vitaminir og mineral til eldri

Ein kann ikki fáa ov nógv av vitaminum og mineralum av at eta ein vanligan, sunnan kost, men harafturímóti kann ein fáa ov nógv av teimum við at fáa ov stórar mongdir gjøgnum kostískoyti. Tí er týdningarmikið at hyggja eftir, hvat er viðmælt at taka av teimum einstøku vitaminunum og mineralunum.

Tey, ið serliga hava tørv á einum ískoyti av vitaminum og mineralum, eru:

  • Tey, ið eta ógvuliga lítið og einstáttað
  • Kvinnur í burðardyggum aldri við nógvari bløðing undir mánasjúkuni: Ískoyti av jarni
  • Børn og vaksin við myrkari húð ella sum ganga í nógvum klæðum og tískil fáa lítla sól: Ískoyti av D-vitaminum
  • Eldri yvir 70 ár og búfólk á ellis- og røktarheimum: Ískoyti av D-vitamin og kálki
  • Lítil børn: Ískoyti av D-vitamin og jarni
  • Kvinnur, ið ynskja at gerast við barn og  fyrstu 12 vikurnar av barnsburðartíðini: Ískoyti av folinsýru
  • Barnakonur: Ískoyti av folinsýru, jarni, D-vitamin og møguliga kálki
  • Tey, ið eru í vanda fyri at fáa beinbroyskni: Ískoyti av D-vitamin og kálki

Tað er eisini ymiskur heilivágur, ið ávirkar upptøkuna av vitaminum og mineralum. Eitt nú verður viðmælt at taka eitt ískoyti av kálki og D-vitaminum, tá ein fær glukokortikoidir í eitt longri tíðarskeið, tí m. a. glukokortikoidir (t.d Prednisolon) minka um upptøkuna av kálki í tarmunum. Upptøkan av heilivági kann eisini avmarkast, tá ið tað verður tikið saman við mineralum. T.d. kann antibiotikaðið tetracyklin binda seg til kálk og jarn, sum ger, at heilivágurin ikki verður upptikin, og tískil skal hetta ikki takast samstundis.

Á www.medicinkombination.dk kann ein kanna, um heilivágurin, vitaminirnar og mineralini ávirka hvørt annað.

Ymiskar sjúkur, so sum livrasjúkur, nýrasjúkur og sodningarólag, kunnu eisini ávirka upptøkuna.

Er tú í iva, um tín heilivágur kann ávirka tína upptøku av vitaminum og mineralum, er týdningarmikið at spyrja tín lækna ella á apotekinum.

Magnesium

Mineralið magnesium er tað fjórð mest vanliga evnið í kroppinum. Kroppurin hevur umleið 24 gramm av magnesiumi í sær, helmingurin er í beinvevnaðinum og hin helmingurin  í vøddum og øðrum vevnaði. Bara 1 % er í blóðinum.

Magnesium hevur sera stóran og týðandi leiklut, tá talan er um orkuframleiðslu í hvørji einastu kyknu í kroppinum.

Nakað er granskað í magnesiumi, og áhugin fyri hesum evni tykist at vera vaksandi. Tað eru kanningar sum vísa, at evnið kann hjálpa fyri fleiri ymiskar vælferðarsjúkur, so sum høgt blóðtrýst, æðrakálking og sukursjúku. Eisini eru kanningar sum vísa, at magnesium kann hjálpa fyri høvuðpínu og migrenu.

Men tó er at siga, at talan ikki er um haldgóð prógv.

Hvaðani fái eg magnesium, og hvussu nógv nýtist mær?

Magnesium er í flest øllum vanligum mati. Serliga nógv magnesium er í: grønmeti, fullkorni, nøtum, kjarnum og bjølgfruktum. Eisini er nakað  av magnesiumi í mjólk og í sonevndum " hørðum drekkivatni", t.e. vatn við nógvum kálki.

Viðmælt verður, at vit fáa ávíkavist 280 mg og 350 mg av magnesiumi um dagin. Viðmælta nøgdin er eitt sindur tengd at aldri og kyni. Tey ið hava størsta tørvin eru: dreingir í tannárunum, kvinnur ið eru við barn, og kvinnur ið geva bróst.

Vanliga siga vit, at vit fáa í miðal 325 mg av magnesiumi úr kostinum um dagin. Sjálvandi, alt eftir hvat vit eta. Hetta verður mett, at vera í minna lagi.

Ein kann eisini taka magnesium sum ískoyti. Í flestøllum vanligum vitamin/mineral tablettum er magnesium. Harafturat selur apotekið tablettir/depottablettir, hylkir ella  flótandi ískoyti einans við magnesiumi.

Havast skal eisini í huga, at nøkur fólk taka Magnesia tablettir fyri opning ella fyri magasýru. Hesar tablettir hava eisini á vissan hátt magnesium í sær.

Magnesium er eitt ógvuliga týdningarmikið mineral. Serfrøðingar siga ,at nógv fólk nú á døgum fáa ov lítið magnesium. Tískil skaðar tað ikki, at royna magnesium sum ískoyti eitt tíðarskeið. Evnið er ikki vandamikið. Tú fært næstan ikki ov nógv av evninum, tí tað hvørvur úr aftur likaminum, verður sagt. Magnesium verður úrskilt ígjøgnum landrásina (urin). 

Hvussu virkar magnesium í kroppinum?

Magnesium hevur týdning fyri 300 ymiskar kveikar (enzymir) í okkara stoffskifti. Kveikar eru evnafrøðiligir íbindarar fyri proteinir, sum stýra teimum evnafrøðiligu broytingunum í stoffskiftinum og fáa tilgongdina at ganga nógv skjótari.

Magnesium arbeiðir tætt saman við ATP, sum er løðandi kemiska orkukeldan hjá kyknunum. Hetta merkir, at magnesium er partur í allari tilgongd, sum er í kroppinum -  eisini  sinadrátti og nervainnskoti.

Magnesium stuðlar soleiðis umsitingini av beinagrind, tonnum, vøddum, nervalagi og sinni í at virka sum vant. Harumframt lættir magnesium um møði og máttloysi.

Magnesium og gransking

Nakað er granskað í magnesiumi. Tað eru læknar og vísindafólk ið viðurkenna , at ein magnesium-blandingur kann hava  positivan virknað á fleiri sløg av sjúkum, umframt í fyribyrgjandi viðgerðini av ymiskum sjúkum.

Magnesium hjálpir, tí evnið hevur ávirkan á vødda- og nervavirksemi. Harafturat sigst, at tað eisini hevur góða ávirkan á blóðtrýstið.

Nógv ,ið javnan hava sinadrátt í tjúkkunum og aðrastaðni, taka magnesium.

Magnesium hevur eisini týdning innan hjartafrøði, har evnið verður nýtt til, at bøta um hjartarútmuna hjá fólki við rútmuórógvi í hjartavøddalagnum. Í sambandi við viðgerð aftaná blóðtøpp í hjartanum, hevur verið roynt at viðgera við magnesiumsinnspræning  í æðrarnar.

Prógvaðar vísindaligar kanningar eru eisini, sum vísa fyribyrgjandi og lekjandi virknað við magnesiumi fyri høvuðpínu og migrenu.

Innan Osteoporosu (beinbroyskni) hevur verið granskað, um magnesium kann hava ávirkan á kálkupptøkuna í beinagrindini, tá helmingurin av tí er í beinvevnaðinum.

Viðvíkjandi sukursjúku, er samband ímillum magnesium og hormonið insulin.

Úrslit av einari kanning vísti, at fólk ið hava sukursjúku mega ikki hava magnesiumstrot, tá magnesium kann vera við í at stýra blóðsukrinum.

Fleiri kanningar eru eisini gjørdar, har viðgerðin er innspræning við magnesiumi, eitt nú hjá fólki ið hava astmað, og barnakonum ið hava fostureitran.

Nógv verður granskað í magnesiumi, og allar kanningar staðfesta, at samband  er í viðgerðini við magnesium, men niðurstøðurnar eru ikki púra greiðar og álítandi.

Magnesiumstrot, serligir vandabólkar.

Yvirhøvur fáa vit nóg mikið av magnesiumi í vanligum fjølbroyttum mati.

Tó eru nøkur í vanda fyri at fáa ov lítið magnesium. Tey, ið eru í serligum vandabólki, eru fólk ið hava ávísar sjúkur,  fólk við varandi sjúku, fólk har upptøka av føðsluevnum er minkað , eins og fólk ið taka heilivág fyri trotað, har ov nógv magnesium verður úrskilt. Eisini rúsdrekkamisnýtarar eru í vanda fyri at missa ov nógv magnesium.

Magnesiumstrot kann elva til vantandi hugsavnan, tunglyndi, sinadrátt, ringan matarlyst og magapínu. Í ringum førum kann magnesiumstrot elva til órógv á hjartarútmuna.

Vandin fyri ovurnýtslu av magnesiumi.

Fólk ið hava natúrligt nýravirksemi, eru vanliga ikki í vanda fyri at fáa ov nógv magnesium. Avlopið av magnesiumi verður úrskilt ígjøgnum landrásina (urin).

Tey, ið eru í vandabólki, eru fólk við nýrabreki og serliga eldri fólk, har nýruni ikki virka eins væl, vegna aldurin. Havast skal í huga, at eldri fólk taka kanska eisini serliga nógvar Magnesia tablettir, fyri ávikavist opning ella ov nógva magasýru. Um hetta verður tikið í longri tíð, kann tað  elva til ov stóra nøgd av magnesiumi í kroppinum.

Sjúkueyðkennini fyri ov nógv magnesium í kroppinum eru m.a : vaml, spýggjan, leyst lív, viknaðir vøddar, ov lágt blóðsukur og óreglulig hjartarútmu.

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00