Vitaminir

Flestu vitaminir fáa vit gjøgnum kostin. Ein part av týðandi D-vitamin og niacin kann likamið sjálvt gera, restina mugu vit fáa gjøgnum kostin.
Vitaminir innihalda ikki kolhydrat, protein og  feitt og geva tí ikki likaminum orku. Men vitaminir eru alneyðugar fyri, at tey ymisku evnini í matinum verða rætt upptikin og gagnnýtt.

Vitaminir verða býttar í vatn- og feittupploysiligar vitaminir.

Vatnupploysiligar vitaminir
Vatnupploysiligar vitaminir hópa seg ikki upp í kroppinum, um ein tekur meira, enn likaminum tørvar. Avlopið verður skolað út við landinum. Tí er alneyðugt, at ein tekur hesar vitaminir hvønn dag, og av tí sama fær ein sjáldan yvirskamt av hesum vitaminum.

Vatnupploysiligar vitaminir eru: Biotin, B1-vitamin, B2-vitamin, B3-vitamin, B6-vitamin, B12-vitamin, C-vitamin, Folinsýra, Niacin og Pantothensýra.

Feittupploysiligar vitaminir
Feittupploysiligar vitaminir verða upptiknar saman við feitti í matinum og skulu tí takast saman við eini máltíð.
Um ein fær meira av feittupploysiligum vitaminum, enn likaminum tørvar, hópast tær upp í livrini og í feittvevnaðinum. Ein skal tí ansa eftir ikki at fáa ov nógv av feittupploysiligum vitaminum í longri tíð, tí tað kann geva hjáárin.

Feittupploysiligar vitaminir eru hesar: A-vitamin, D-vitamin, E-vitamin og K-vitamin.

Daglig inntøka:
Kroppinum tørvar eina ávísa mongd av vitaminum og mineralum. Tann mongdin, vit skulu hava hvønn dag fyri at sleppa undan trotasjúkum, verður ásett við tí, ið vanliga verður stytt ADT (Anbefalet Daglig Tilførsel). Hetta er vanliga tað, ið er í eini mulivitamintablett, tó ikki altíð. Kálk er t.d. sjáldan í nøktandi mongdum í eini slíkari tablett.

Niðanfyri sæst hvussu nógv verður tilmælt - býtt í ADT fyri ávikavist 1) børn 1 til 10 ár og 2) børn 11 ár og eldri:

Vitaminir

Børn 1-10 ár

Vaksin og børn ≥ 11 ár

Vitamin A (µg)

400

800

Vitamin D (µg)

10

5

Vitamin E (mg)

5

12

Vitamin K (µg)

30

75

Vitamin C (mg)

40

80

Thiamin B1 (mg)

0,7

1,1

Riboflavin B2 (mg)

0,8

1,4

Niacin B3 (mg)

9

16

Pyridoxin B6 (mg)

0,8

1,4

Folinsýra (µg)

75

200

Cyanocobalamin B12 (µg)

1

2,5

Biotin (µg)

8

50

Pantothensýra (mg)

2

6

Fødevarestyrelsen BEK nr. 1440, 15/12/2009

Her skal sjálvandi nevnast, at talan er um frísk fólk við lágum ella vanligum, likamligum virksemi. Er talan um fólk við ávísari sjúku ella ítróttarfólk, hava tey ofta annan tørv. Harafturat eru serlig tilmæli fyri smábørn, barnakonur og eldri fólk.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00