At garva skinn

Um at garva skinn við Alún

Um heystið, áðrenn flettingin kemur fyri, velur tú tær skinnið, ið skal garvast. Tá seyðurin er flettur, tekur tú skinnið beinanvegin, leggur tað út á eitt borð, meðan tað enn er heitt, og saltar skinnið væl.

Hevur tú fleiri skinn, kanst tú leggja tey oman á hvørt annað, og salta so hvørt einstakt skinn væl.

Saltið skal sjálvandi stroyast á skinnsíðuna, meðan ullsíðan vendir niður.

Dagin eftir rívir tú skinnið um, og saltar enn einaferð. Ansa eftir, at eingin “heilidagur” er. Er onkur ósaltaður blettur á skinninum, fer hetta at vísa seg seinni, tí har ósaltað er, missir skinnið ullina.

Tá skinnið/skinnini hava ligið í salti í minsta lagi í 7 samdøgur, verða tey skolað.

Feittklumpar verða reinsaðir væl úr skinnsíðuni, og síðani verður skinnið vaska væl við flógvum sápuvatni. Brúka sápuspønir at vaska við, endiliga ikki sulfosápu, tí tá vaskar tú feittið úr skinninum og ullini.

Tá skinnið er vaska og skola – best er at skola í sjógvi ella blanda 500 g av salti í 15 litrar av vatni til hvørt skinnið – verður tað breitt út á eitt borð. Strekk tað væl út!

Nú skalt tú gníggja alún inn í skinnið – umleið 300 g á hvørt skinn. Til hetta arbeiði skalt tú gera tær ein træstubba sum liggur væl í hondini.  Gníggja síðani alúnið væl og virðiliga inn í skinnið. Alúnviðgerðin varar í 5 samdøgur.

·        Gev gætur: Ver varin við alúni, tí tað kann órógva húð og slímhinnur

·        Ansa tí eftir ikki at anda alúnið inn

·        Nýt handskar og dustmasku

Tá ið  skinnið er turt, skal tað pussast við sandpappíri. Strekk skinnið væl út.

Nú skal ullin greiðast og skinnið stákast til. Tú kanst brúka karðar at greiða við. Vilt tú ikki hava broddin, eru ráðini, at klippa skinnið. Tá tað er snøgga, er arbeiðið liðugt.

Meira um at garva skinn:

www.skoven-i-skolen.dk

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00