Føðslubót

Í hesari grein fara vit at greiða frá, hvat føðslubót er. Føðslubót kann vera føðsludrykkur. Føðslubót kann eisini vera sonduføði, dessert ella súpan. Í hesari grein verður ikki nomið við sonduføði, men tað verður greitt nærri frá teimum føðsludrykkjum, ið kunnu keypast á apotekinum.

Føðslubót kann brúkast ávikavist: Sum einasta føðslukelda, sum ískoyti, tá matarlysturin er lítil, fyri føðslutrot ella tá tørvur er á meira orku.

Hvør hevur tørv á føðsludrykkjum?

Føðsludrykkir eru fyri tey, ið ynskja at fara fram (fitna), mangla matarlyst, og sum annars ikki fáa nóg mikið av proteinum og orku úr vanliga kostinum.

Serliga kann nevnast:

- Tey, ið skulu koma fyri seg eftir eina skurðviðgerð

- Tey, ið eta lítið

-  Eldri, ið hava trupult við at tyggja

-  Tey, ið hava lungnasjúkuna KOL

-  Ávísir sjúklingar, ið hava krabbamein

-  ALS sjúklingar

-  Tey, ið hava diabetes

Serliga tá ein er sjúkur, ella tá annað órógvar kroppin, tørvar einum serliga nógva orku, men tá er matarlysturin ikki altíð tann besti.

 

 

Nógv eldri fólk kunnu missa matarlystin uttan veruliga at vera sjúk. Tá matarlysturin ikki er so góður, er tað sjálvsagt, at tá verður ov lítið drukkið og etið, og tí lætna fólk. Tað, at fólk lætna undir sjúku, ella tá ein eldist, merkir, at vøddarnir svinna, og viðkomandi møðist, og tískil er størri vandi fyri at detta og fáa beinbrot. Tí er tað serliga týdningarmikið at fáa nokk av mati og drekka fyri at styrkna og fáa hýrin aftur. Tað kann taka tíð at fáa matarlystin aftur, og tí er tað av stórum týdningi at fáa íblástur til, hvat man kann eta og drekka í hesum tíðarskeiði.

Hjá teimum, ið hava ringan matarlyst, er tað ofta lættari at fáa flótandi føði í seg, og her eru føðsludrykkirnir ein góður máti at fáa so nógvar kaloriur sum gjørligt.

Tørvurin á orku er tengdur at vekt, kyni, aldri, og eftir hvussu nógv ein rørir seg. Tað vil siga, at munur er á tørvinum, um ein er antin seingjarliggjandi ella er á fótum.

 

Ymisk sløg av føðsludrykkjum

Føðsludrykkir eru sum sagt vælegnaðir sum eitt ískoyti til kostin, og nakrir føðsludrykkir kunnu nýtast sum einasta føðsla í styttri ella longri tíðarskeið.

Summir drykkir innihalda tey føðsluevni, ið eru neyðug í kostinum, og innihalda rætta lutfallið millum protein, fitievni og kolhydrat. Føðsludrykkir innihalda eisini vitaminir og mineral. Hetta eru teir sonevndu fullgildigu drykkirnir.

Tað finnast eisini føðsludrykkir, ið eru blandaðir av saft. Í saftini eru protein og kolhydrat. Hesir drykkir eru bert egnaðir sum ískoyti til matin. Teir innihalda ikki øll tey neyðugu føðsluevnini, men innihalda orku og protein í ymiskum mongdum og møguliga eisini vitaminir og mineral.

Drykkirnir fáast sum lítlar fløskur við skrúvuloki. Eisini finst føðslubót sum dessert, súpan og sonevnt krem.

Drykkirnir vera ofta nevndir proteindrykkir, orkudrykkir ella ískoytisdrykkir. Serliga orðið proteindrykkur verður nógv brúkt. Summir av drykkjunum hava protein í heitinum, og tískil halda nógv, at tað eru hesar, tey skulu keypa. Tað merkir ikki, at hinir ikki hava protein í, teir innihalda eisini protein. Er føðslubótin einasti kostur, fær ein ov nógv av proteinum, um ein bert tekur teir við eyka proteini í.

Teir, ið hava protein í heitinum, innihalda sum sagt eyka nógv protein, og eru góðir at fáa t.d. sum ískoyti beint eftir skurðviðgerð og í sambandi við ávísar sjúkur, sum skulu lekjast ella at styrkja vøddar.

 

Val av drykki

Føðsludrykkir verða býttir í tveir bólkar:

1)    Fullgildug føðslubót (Grundað á mjólk)

Fresubin: energy/energy fibre/yocreme/2 kcal/2 kcal fibre

Nutridrink: original/multifibre/yoghurt style/compact/compact fibre

Resource: komplet næring/2,0/2,0 fibre/soup/dessert fruit/2,5 compact/2,5 fibre compact

Fullgildug føðslubót sum einasta orkukelda, skal helst bert nýtast í styttri tíð, áðrenn ein eigur at umhugsa sonduføði.

2)    Ikki-fullgildug føðslubót (føðslu ískoyti, grundað á antin mjólk ella saft/juice)

Fresubin: protein energy/jucy/crème

Nutridrink: protein/compact protein/juice style/creme

Ressource: protein/addera plus

Hvat slag av føðslubót, og hvussu stóra nøgd ein skal hava, er sera ymiskt, tí tað er treytað av tørvinum og støðuni hjá tí einstaka persóninum.

Ikki-fullgildug føðslubót verður serliga brúkt sum ískoyti til kostin hjá teimum, sum ikki eta so nógv og sum ískoyti til fólk, ið hava ein serligan tørv, tvs. til meira protein í sambandi við sjúkuna KOL, livrasjúku, eftir drúgva sjúkralegu, tá ein er í viðgerð fyri krabbamein og nýliga skurðviðgjørdir sjúklingar. Her er føðslubótin við eyka proteinum góð, tí  tað hjálpir til at byggja kroppin og vøddar uppaftur. Tí tað vísir seg ofta at vera torført at fáa nøktandi kost. Føðsludrykkirnir grundaðir á juice/saft eru vælegnaðir til fólk, sum ikki dámar smakkin og konsistensin í føðsludrykkjunum grundaðir á mjólk. Fólk, sum hava vaml, hava ofta lættari við at drekka føðsludrykkirnar grundaðir á juice.

 

Smakkur

Føðsludrykkir kunnu drekkast sum ein millummáltíð ella vera ístaðin fyri eina minni høvuðsmáltíð. Teir eru eisini serliga væl egnaðir at drekka undir eini máltíð ella ístaðin fyri drykkir, sum ikki innihalda protein, eitt nú vatn, kaffi, te, saft og sodavatn. Verða drykkir valdir uttan vitaminir og mineral, er tað vanliga eitt gott hugskot at supplera við eini vitamin/mineral tablett.

Vanliga eru eingi hjáárin, tá ein drekkur føðsludrykkirnar. Tað er týdningarmikið ikki at drekka eitt ílat beint undan eini høvuðsmáltíð, tí annars verður lítið annað etið.

Smakkurin hevur eisini stóran týdning, tá ein ikki hevur so góðan matarlyst. Eitt gott hugskot er at skifta ímillum teir ymisku smakkirnar. Øll sløgini av føðslubót finnast við ymiskum smakkum, t.d. sjokuláta, banan, jarðber, vanilja, kaffi, abrikos osv.

Tað finnast kassar, ið eru blandaðir við ymiskum smakkum í, so ein kann royna, hvønn smakk, einum dámar best. Annars verða føðsludrykkirnir seldir við 4 íløtum í einum pakka, tá er tað sami smakkur í pakkanum.

Og tað er sum sagt møguligt at fáa ymisk sløg av føðslubót: Vanligur drykkur, jogurt-líknandi og djús.

 

Tilgerð

Teimum flestu dámar føðslubót kalda úr køliskápinum. Men tað er eisini møguligt at hita tó ikki kóka.

Tú kann velja at borðreiða føðsludrykkin á ymiskan hátt. T.d. kanst tú borðreiða drykkin sum sum ís, heitt kakao við róma ella koyra drykkin í eina suppu, eplamos og líknandi. Fá fleiri góð hugskot her:

Uppskriftir

Goymsluháttur

Óupplatin íløt skulu goymast við 5 - 25°C. Sí haldføri, sum stendur frámerkt.


Upplatin íløt skulu goymast í køliskápinum og skulu nýtast innan 24 tímar, aftaná tað er ásett.

 

Teir ymsu møguleikarnir

Føðslubót vanligt:

Inniheldur tey neyðugu føðsluevnini í kostinum og tað rætta lutfallið millum protein, feitt og kolhydrat. Føðsludrykkirnir innihalda eisini vitaminir og mineral. Kann brúkast sum ískoyti saman við matinum, men tað kann eisini vera einasta føðslukelda , ein fullgildur drykkur.

Føðslubót Compact:
Innihaldið er tað sama sum tann vanligi drykkurin, men við compact eru einans 125 ml í hvørjari fløsku (hinir eru á 200 ml). Hetta kann muna serliga væl, tá ið matarlysturin ikki er góður. Hetta kann bæði vera ein fullgildur drykkur og ein ikki fullgildugur drykkur. Ein meginregla er, at um orðið protein finst í heitinum á drykkinum, er talan um ein ikki fullgildugan drykk. 

Føðslubót við eyka proteini:
Føðslubót við hægri innihaldi av proteinum enn tað vanliga. Finst bæði sum ”vanligt” ella compact. Protein fæst úr kosti sum t.d. kjøti, fiski, mjólkaúrdráttum ella bønum. Hetta er ein ikki fullgildugur drykkur.

Føðslubót við trevjum:
Hetta er føðslubót við 6 ymiskum trevjum.  Trevjurnar í drykkinum minna um trevjurnar ein fær úr vanligum heilsugóðum kosti. 

Hetta kann vera við til at geva eina góða bakteriufloru í tarmunum og minka um vandan fyri ígerð og ávikavist leysum og hørðum lívi. Hetta er ein fullgildugur drykkur.

Føðslubót, ið líkist saft/juice:

Hesir drykkir eru ikki fullgildugir. Teir innihalda ikki feitt, men teir eru eitt gott ískoyti fyri tey, ið ikki eta so nógv. Teir eru frískligir og hóska væl til tey, ið ikki brýggja seg um teir drykkirnar, ið eru grundaðir á mjólk – teir ”vanligu” drykkirnir. Ofta góðir fyri tey, ið hava vaml.

Soup:

Hetta er ein fullgildug súpan til tann, ið ynskir ein annan møguleika enn teir søtu føðsludrykkirnar.

Creme:

Hetta er eitt sonevnt creme, sum verður sopið við skeið, og sum hevur ein fastari konsistens. Finnast bæði sum fullgildug og ikki fullgildug, alt eftir hvat fyri slag ella merki tað er. Fleiri smakkir eru. Hetta er eitt annað gott alternativ.

Dessert fruit:

Sum tað liggur í orðinum, er hetta ein frukt dessert og er eisini ein annar møguleiki enn føðsludrykkirnir. Hetta er ein fullgildug føðslubót.

 

Føðslubót til børn:
Føðslubót til vaksin er ikki egnað til børn undir 3 ár og verður við fyrivarni givin børnum ímillum 3 og 6 ár.


Tí er best at velja føðslubót gjørd til børn, føðslubótin finst millum annað sum smoothies, ið er gjørd serliga til børn.

Sí leinki:

Føðslubót til børn

 

Tað eru 3 ymiskar fyritøkur, ið framleiða føðslubót, sum apotekini selja. Ymiskt er, hvat tey ymisku apotekini hava á goymslu, men øll merkini kunnu bíleggjast. Tey trý merkini eru:

·        Nutricia (Nutridrink)

·        Fresenius-kabi (Fresubin)

·        Nestlé Healthcare Nutrition (Resource)

Tey ymisku merkini hava eitt stórt úrval av ymiskum føðsludrykkjum. Føðslubótar val er grundað á tørvin hjá tí einstaka, og hvat honum dámar.

Á heimasíðuni hjá Nestlé sæst, at tey viðmæla 5-7 íløt um dagin, um føðslubótin er tann einasti kosturin. Tá er tað neyðugt, at tað er tann fullgilduga føðslubótin. Er talan um ískoyti til kostin, verða 1-3 íløt viðmæld.

Metir læknin, at viðkomandi er serliga sjúkur/veikur, kann føðslubótin fáast á forskrift og hervið fáa tilskot, uppá sama máta sum við heilivági frá Heilsutrygd. Hetta er ein meting, læknin ger.


Les meira um tey ymisku sløgini á heimasíðunum:

www.nutricia.dk

www.fresenius-kabi.dk

http://www.nestlenutrition.dk/healthcare/da/Sider/Home.aspx

 

Sí leinkini til teir einstøku drykkirnar fyri at síggja, hvat er í:

Resource

Fresubin

Nutridrink

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00