Føstulávint og sminka

Flest øllum børnum dáma sera væl føstulávintstíðina, tá skulu tey gera av, hvussu tey ætla at vera ílatin. Skal tað vera ein hetja, prinsessa, heks, eitt trøll ella kanska Pippi? Tað er eisini tíðin, har tey spent fara at ganga hús úr húsi, at fáa sær okkurt leskiligt frá blíðum fólki.

Nógvum dáma væl at verða sminkaði, soleiðis, at tey kanska eru heilt ókennilig. Alt hetta er sera stuttligt og spennandi, men tað er eisini sera týdningarmikið, at vit hesar dagarnar hugsa okkum væl um, hvussu vit fara fram, tá vit sminka børnunum.

At nýta sminku til børn, nakrar fáar ferðir um ári, er oftast óskaðiligt. Tó hava summi børn viðkvæmari húð enn onnur og tá økist vandin fyri, at tey gerast ovurviðkvom.

Vandin fyri at gerast ovurviðkvæmur er ymiskur frá barni til barn, og er treytaður av:

 

  • Hvussu ofta barnið verður sminkað
  • Hvussu tjúkt lag verður smurt á
  • Hvussu stórt umráðið á húðini verður sminkað
  • Hvussu leingi sminkan verður verandi á húðini

 

Mong hugsa eisini, at um sminkan er vistfrøðilig, er eingin vandi. Men sannleikin er, at fleiri náttúruevnir eisini kunnu elva til ovurviðkvæmi.

 

Tá tú sminkar tínum barni:

 

  • Nýt krem í føstum líki, heldur enn flótandi. Í teimum flótandi eru meira haldevni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi.
  • Keyp bert vøru, har evnisyvirlitið er eyðsýnt.
  • Nýt bert sminku til serlig høvi.
  • Keyp sminku uttan luktilsi
  • Nýt svanamerkt feittkrem undir sminkuna, tað verjir húðina á barninum og ger  sminkuna lættari at fáa av.
  • Lat ikki barnið ganga ov leingi við sminkuni, ansa eftir ikki at smyrja ov tætt at  eygunum og á varrarnar.

 

Tá sminkan skal av, kanst tú:

    1. Nýta ein skúmsvamp og flótt vatn, um sminkan er vatngrunda
    2. Nýta svanamerkt reinsikrem uttan luktilsi, um sminkan er oljugrundað
    3. Smyrja svanamerkt feittkrem uttan á sminkuna og turka við einum svampi

 

Er ein tilvitaður um, at barnið hevur viðkvæma húð, verður viðmælt ikki at nýta sminku, men heldur gera tað stuttligt á annan hátt, t.d. við masku og klæðum. Um sminkað tó verður nýtt, skal hon bert nýtast á avmarkað umráðið.

Smyr ongantíð sminku á turra og skurvuta húð, ella á húð við eksemi.

Á apotekunum fært tú nógvar vørur, sum kunnu nýtast innanundir sminku og at reinsa sminku av við. Komið inn og fái eina góða vegleiðing. 

Kelda: www.astma-allergi.dk

 

 

Gipsmaskur

Tað er ógvuliga væl umtókt í barnagørðum og skúlum í Føroyum at gera gipsmaskur til føstulávint. Hetta er sera skapandi og stuttligt fyri børnini, sum sleppa at gera teirra egnu masku.

Gipsmaskur verða gjørdar úr gipsbindi, sum eitur Cellona og fæst á apotekunum. Leiðbeining til hesar maskur  stendur niðanfyri:

    1. Smyr andlitið væl inn í feittkrem ella vaselin, áðrenn gipsbindið verður  lagt á.
    2. Klipp gipsbindið í strimlar, dyppa teir í vatn, og legg teir á alt andlitið, tó ikki á eygu og nasagluggar. Slætta við einum fingri
    3. Legg 2-3 løg av gipsbindi á alt andliti
    4. Tak varliga tað lidnu maskuna av andlitinum
    5. Nú hevur tú eitt liðugt skap av andlitinum. Lat maskuna torna
    6. Tú kanst mála maskuna, og møguliga stroya glimmur á hana.

 

Um barnagarðar, skúlar og stovnar ynskja at keypa Cellona í stórum nøgdum á apotekunum, er gott at bíleggja í góðari tíð, fyri at tryggja sær, at apotekini hava vøruna á goymslu.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00