Havhestaveiða

Ávaring og leiðbeining til tey, ið fara á havhestaveiðu:

1.     Tey, ið veiða náta, eiga at vera í oljuklæðum og at tváa tey og øll klædnapløgg, tey hava verið í, væl, tá veiðan er av.

2.     Ungar, ið eru rak og ússaligir, eiga ikki at verða tiknir. Men kanningarnar seinastu árini hava prógva, at ofta eru ungarnir rak av øðrum sjúkum enn nátasjúkuni. Tó kann ein ikki líta á, at fuglar, sum tykjast vera heilt frískir, ikki smitta.

3.     Umráðandi er at tváa hendurnar væl undir veiðuni og aftaná, áðrenn farið verður at fáa sær, festa sær í o.s.fr. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni, ið fæst við at loysa upp 50 g av kloraminpulvuri í 10 litrum av vatni/sjógvi.  Beinið tóm kloraminíløt burtur, so eingin kemur at teimum. Kloramin er vandamikið at fáa niður í seg. Ger eitrandi gass saman við sýru. Vandi er fyri etjan, og tað kann elva til ovurviðkvæmi. Týdningarmikið er ikki at anda dustið í seg, so neyðugt er altíð at hava ílatið afturlatið. Kemur nakað av evninum í eyguni, skolið so væl við vatni og farið til lækna.

4.     Alt, ið vit enn vita um smittuna, bendir á, at ungarnir eiga altíð at verða skáldaðir og ikki royttir. Mælt verður til altíð at skolda nátarnar sama kvøld, sum komið er at landi. Mælt verður til at brúka djúpa gassgrýtu og fremst av øllum at brúka hitamát (termometur), og ongantíð at lata vatnið vera heitari enn 75°C – ið hvussu er ikki lata tað fara upp um 80°C. Tí er vatnið heitari, fer at paða, t.e. fjøðurin hevur filluna við sær, tá ið hon verður strokin av. Havið fuglin heilt undir, men latið hann ikki nerta við botnin, tí so brennist hann. Havið hann ikki í tí heita vatninum longur enn 3 min., vendið honum á ymsar liðir við sneis. Gongur fjøðurin ikki væl av, tá ið fuglurin verður lagdur á fjøl og strokin við sneisini, er heldur at koyra hann aftur í grýtuna lítla løtu, enn at hava hann ov leingi í fyrstu ferðina.

5.     Fjarðar o.t. eigur at verða koyrt á brennistøðina til brenningar. Nógvar klagur hava verið, tí fjarðarnar ofta liggja og rekast við lendingarnar.

6.     Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna. Tí góð hjálp er í flestu førum í tøkum heilivági. Men hesir heilivágir kunnu svíkja, so vit eiga ikki bara at líta á teir, men eisini royna sum frægast at verja okkum fyri smittu.”

 

(Leysliga úr bókini hjá H.D.Joensen; sála ” Læknabók á sjógvi og landi bind 2 bls. 543”) 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00