03. oktober 2019

Heilivágur til seyð um heystið

Nú er flettingartíð og farið verður á fjall kring landið. Apoteksverkið hevur í samráð við djóralækna gjørt eitt yvirlit yvir tann heilivág, sum mælt verður til at geva seyðum ávísar tíðir á árinum.

 

Um heystið skulu øll sleppingarlomb og brundlomb koppsetast fyri garnasótt og fyri blóð- og brásótt. Eisini verður viðmælt, at allur hagaseyður verður viðgjørdur fyri iglar, rundorm, førilýs og smálýs. Sí meira á síðuni her. Á síðuni finnur tú eitt yvirlit, sum kann takast niður. Á yvirlitinum sæst eisini, um djóraheilivágurin er á forskrift ella fæst í handkeypi.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir