Heilivágur til seyð á heysti

 

SKURÐFJALL OG KLIPPING:

 

Covexin® 8

Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri blóð- og bráðsótt við Covexin® 8, sum er at fáa í handkeypi.

Skamtur:

2 ml at spræna aftanfyri herðablaðið.

Heilivágurin skal ristast væl og goymast kalt.

 

GUDAIR® - garnasótt


Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri garnasótt við Gudair®, sum er at fáa í handkeypi.

Skamtur:

1 ml at spræna undir skinnið á miðjari høgru síðu.

Heilivágurin skal ristast sera væl og goymast kalt.

Orsøkin til garnasótt er bakterian Mykobakterium paratuberkulosis: Seyðurin fær kroniskan bruna í viljarovuni. Hann missir holdini, sum frá líður, men annars er lítið at síggja til, at hann er sjúkur. Eingin viðgerð er, men sjúkan er ikki so vanlig, tí størsti parturin av seyðinum verður koppsettur.

Tað verður lýst í bløðunum og útvarpinum, tá vøran er tøk á apotekunum.

 

ALLUR HAGASEYÐUR:

 

COMBINEX ® MIKSTUR 

Allur hagaseyður skal viðgerðast fyri iglar og rundormar í vinstur, gørnum og lungum við COMBINEX ® MIKSTUR. Hesin heilivágur er uppá forskrift frá djóralækna.

Skamtur:

2 ml fyri hvørji 10 kg livandi vekt.

Heilivágurin skal ristast væl.

·         Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420

·         Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097

·         Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708

Sproyta 15ml. Drench Gun Novartis

 

CROVECT ® POUR ON

Allur hagaseyður skal eisini viðgerast fyri førilýs og smáar lýs við CROVECT ® POUR ON, sum er uppá forskrift.

Skamtur:

Livandi vekt

Skamtur:

Upp til 20 kg

5 ml

21-40 kg

10 ml

41-60 kg

15 ml

Meir enn 60 kg

20 ml

 

Lat skamtin á skinnið mitt eftir bakinum úr nakkanum aftur á hárógvuna.

Afturhaldstíð til dráp: 15 samdøgur

 

Evt. viðgerð - NOROMECTIN ® inj

Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb.

Skamtur: 1 ml pr 50 kg – ella eftir leiðbeining frá djóralækna at spræna undir skinnið frammanfyri herðablaðið.

Heilivágurin er uppá forskrift.

Sproyta:

- Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153

- Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat.

No.    530062

Nál:      1,1*25 mm

 

Sí her, hvussu tú garvar skinn:

At garva skinn