Heilivágur til seyð á vári

APRÍL: 2-8 vikur undan lembing

Covexin® 8

Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri blóðsótt og bráðsótt. Hesin heilivágur virkar við at immunisera ólembda lambið fyri ymiskum sjúkum. Heilivágurin fæst í handkeypi og eitur Covexin® 8.

Blóðsótt:

- er ein smittandi sjúka í vilum og gørnum við lívsýki og bløðing, ein blóðsjúka.

Bráðsótt:

- er ein bráðsjúka við bruna í vinstrini

Ær, sum ikki fyrr eru koppsettar, skulu koppsetast 2 ferðir við í minsta lagi 4-6 vikum ímillum hvørja ferð.

Ær, sum eru koppsettar, skulu koppsetast ímillum 8 og 2 vikur undan lembing.

 

MAI: Minst 2 vikur eftir lembing

Nýlembd lomb undan óm, ið ikki eru koppsettar við Covexin® 8, kunnu koppsetast 2 vikur eftir lembing (skulu vera minst 2 vikur).

Skamtur: 2 ml at spræna undir skinnið aftanfyri herðablaðið.

Skal goymast kalt (2-8ºC).

Skal ristast væl

Heldur sær bert í 8 tímar eftir at ílatið er ásett.

Sproyta:

  • Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
  • Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. no. 530062

Nál:      1,1*25 mm

 

ENDOSPEC SC® 10%

Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri rundorm í vinstur, vilum og lungum og fyri bendilorm. Hesin heilivágur eitur ENDOSPEC SC 10% miksturur og er uppá forskrift.

Skamtur: Neyvt 1 ml fyri hvørji 20 kg livandi vekt.

Seyðurin má ikki drepast til fólkamat fyrr enn 30 samdøgur eftir viðgerð við ENDOSPEC SC® 10%.

 

Heilivágurin skal ristast væl.

Verður givið sum miksturur, tvs. í munnin.

Sproyta:

  • Sproyta Fasinex 100, 8 ml, Novartis
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420
  • Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097
  • Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708
  • Sproyta 15ml. Drench Gun Novartis

 

Evt. viðgerð – NOROMECTIN VET

Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb.

Skamtur: 1 ml – ella eftir leiðbeining frá djóralækna, at spræna undir skinnið framman fyri herðablaðið.

Heilivágurin er uppá forskrift.

Sproyta:

  • Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
  • Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. no. 530062

Nál:      1,1*25 mm

 

Lýs og skrubb á seyði:

 

Viðgerð fyri mjólkafepur

Ær kunnu fáa mjólkafepur 1-2 mánaðir fyri lembing og til stutt eftir lembing. Orsøkin er, at innihaldið av kalcium í blóðinum verður ov lítið. Mjólkafepurin vísir seg við, at ærin verður lin, vøddarnir lammast, og ærin sleppur ikki á føtur. Kropshitin verður ov lágur. Verður ærin ikki viðgjørd, doyr hon.

CALCIJECT® CMD - 6

Skamtur: 60 – 80 ml í stóra einnýtissproytu, sum verður sprænt inn undir skinnið framman fyri herðablaðið.

Heilivágurin fæst í handkeypi.

 

Nál:      1,1*25 mm

 

 

 

 

Sí annars yvirlitið:

Heilivágur til seyð