Ferðsluvandamikil heilivágur

Øll vita, at rúsdrekka og ferðsla ikki hóska væl saman. Tó eru tað ikki øll, sum vita, at ávís sløg av heilivági kunnu vera eins vandamikil í ferðsluni og rúsdrekka.

Nøkur sløg av heilivági virka doyvandi ella rúsandi. Tey kallast “ferðsluvandamikil heilivágur”, tí tey minka um reaktiónsevnini.

Niðursett reaktiónsevni kann vera vandamikið - millum annað í ferðsluni. Ein kann verða dømdur eftir ferðslulógini, um ein er so mikið ávirkaður av heilivági, at tað ávirkar koyringina.

Hvussu doyvandi tann “ferðsluvandamikli heilivágurin” er, er tengt at, hvør heilivágurin er, hvussu nógv ein tekur, og hvussu leingi ein hevur verið í viðgerð.

Men ávirkanin er eisini ymisk frá persóni til persón. Tí ber ikki til at siga frammanundan, hvussu ávirkaður ein persónur gerst. Men ein má vera varin sjálvur. 

Reyði tríhyrningurin

Tann heilivágurin, ið ber størsta vanda við sær at ávirka teg, er merktur við einum reyðum tríhyrningi. Um tú tekur heilivág við reyðum tríhyrningi, skalt tú vera varin við, hvussu tú reagerar upp á hendan heilivágin, áðrenn tú fert at koyra bil, arbeiða við maskinum e.l.

Um tú gerst doyvd/ur av heilivágnum, eigur tú at lata bilin standa.

Hesin reyði tríhyrningur verður brúktur í Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi. Tískil er hetta ikki eitt altjóða eyðkennismerki, og møguliga sært tú eitt annað eyðkennismerki aðrastaðni.

Dømi um heilivág við reyðum tríhyrningi er heilivágur fyri angist, ampa, andvekur, epilepsi og sjóverk. Eisini hevur onkur heilivágur fyri sterka pínu og hosta reyðan tríhyrning. (Sí lista yvir heilivág, leinkja stendur niðast)

Uttan reyðan tríhyrning

Tað er týdningarmikið at gera sær klárt, at heilivágur uttan reyðan tríhyrning eisini kann vera vandamikil í ferðsluni. Tí er altíð týdningarmikið, at ein er varugur við, hvussu heilivágurin ávirkar ein.

Her kann vera talan um sjónopsvíðkandi eygnadropar, ið kunnu ávirka sjónina, so ein ikki sær so væl, heilivágur fyri ov høgt blóðtrýst, ið kann geva svimbul í byrjanini av viðgerðini, ov nógv insulin ella heilivágur fyri sukursjúku, sum kann føra til ov lágt blóðsukur, heilivágur fyri ovurviðkvæmi, heilivágur fyri turran hosta og heilivágur fyri tunglyndi. Eisini kunnu ávís sløg av náttúruheilivági ávirka reaktiónsevnini. Her er tað serliga náttúruheilivágur, ið inniheldur valeriane (baldrian), ið ein skal geva gætur. 

Hvussu kann eg vita, um heilivágurin er ferðsluvandamikil?

Tú eigur at vera sera varin, áðrenn tú setir teg aftan fyri róðrið, um tú hevur tikið nýggjan heilivág og kennir teg illa fyri, ávirkaðan ella øðrvísi stutt eftir, at tú hevur tikið heilivágin. Heilivágurin kann hava ferðsluvandamikil hjáárin. Virknaðurin kann vera stuttur, men tað týdningarmesta er, at ein sjálvur er varugur við, hvussu ein reagerar. Vit reagera øll ymiskt upp á sama slag av heilivági.

Ferðsluvandamikil heilivágur og rúsdrekka

Um tú drekkur rúsdrekka saman við ferðsluvandamiklum heilivági, kann tann doyvandi virknaðurin økjast. Eisini kann doyvandi virknaðurin økjast, um tú tekur fleiri sløg av ferðsluvandamiklum heilivági.

Hugsa um hetta, áðrenn tú fert at koyra:

Ivast tú, skalt tú spyrja apotekið ella læknan, um tú kanst koyra bil við heilivágnum.

  • Kanna altíð um tín heilivágur er merktur við einum reyðum tríhyrningi, og ver varin!
  • Um tú fært heilivág, sum hevur ein reyðan tríhyrning, ella um skamtanin broytist, er týdningarmikið, at tú veitst, hvussu tú reagerar upp á hendan heilivágin, áðrenn tú fert at føra akfør.
  • Les seðilin í heilivágspakkanum. Har kanst tú lesa um hjáárin, og um heilivágurin ávirkar annan heilivág ella rúsdrekka.
  • Um tú byrjar eina heilivágsviðgerð fyri sálarliga sjúku, sukursjúku, pínu ella ov høgt blóðtrýst, ella um skamtanin broytist í tíni viðgerð, skalt tú tosa við læknan, um tað er neyðugt at lata bilin standa.
  • Rúsdrekka og ferðsluvandamikil heilivágur eru ein vandamikil blanding. Rúsdrekka – einans eitt glas av víni ella ein øl – kann økja tann doyvandi virknaðin av heilivágnum nógv.

 

Listi yvir ferðsluvandamiklan heilivág:

www.sundhedsstyrelsen.dk - > Medicin & medicinsk udstyr (bjálki ovast) -> Særlige medicinområder -> Trafikfarlige lægemidler -> Liste over trafikfarlige lægemidler

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00