Um tú dagliga tekur heilivág, og tú skalt út at ferðast, er neyðugt at hava heilivágin við á ferðini. Tó skulu nøkur viðurskifti havast í huga:

  • Hav altíð heilivágin í upprunapakkanum, so at myndugleikarnir í viðkomandi londum beinanvegin síggja, hvør heilivágurin er.
  • Í ávísum førum er neyðugt at kunna skjalprógva, at heilivágurin er til egna nýtslu. Hetta er serliga galdandi, um talan er um turvelvandi (euforiserandi) heilivág.

Turvelvandi heilivágur

Turvelvandi evni eru undir strongum eftirliti í øllum londum. Ikki er loyvt at innflyta ella hava uppi á sær turvelvandi heilivág, uttan so at váttast kann, at heilivágurin er til egna nýtslu sambært forskrift frá lækna.

Ymisk lond – ymisk viðurskifti

Viðurskifti í londunum kring heimin kunnu vera ymisk, og tí er skilagott at kanna, hvørjar reglur galda fyri landið, tú ætlar at vitja, t.d. hvønn heilivág tú ótarnað/ur kanst hava við tær.

Fyri fleiri lond í Europa er galdandi ein avtala (Schengen-avtalan), sum m.a. ásetir, at  turvelvandi heilivágur til egna nýtslu kann havast við á ferðini, um ein hevur eina heilivágsváttan upp á hetta.

Aðrar reglur er galdandi fyri ferðing til lond uttan fyri Schengen økið. Reglurnar kunnu vera ymiskar frá landi til land, og tí má ein venda sær til ambassaduna fyri tað landið, ið ein skal ferðast til. Vanliga vil ambassadan biðja teg um at fáa egnan lækna til at skriva eina váttan, sum staðfestir:

  • Navn, føðingardag og passnummar títt
  • Hvat tú ert í viðgerð fyri
  • Hvørja viðgerð tú fært (navn og styrki á heilivági)
  • Hvussu stóra mongd tú fært (mongd pr. dag)

Váttanin verður vanliga skrivað á enskum, men spyr um tað á viðkomandi ambassaduni.

Hevur tú tørv á heilivági, meðan flogið verður, kanst tú taka heilivágin í handviðførið – eisini flótandi heilivág. Tó kann trygdareftirlitið krevja prógv um, at heilivágurin er ektaður. Tískil kann ein taka forskrift og flótandi heilivág í óopnaðum upprunapakka. Er talan um turvelvandi heilivág, er tó tørvur á eini váttan. Havast skal í huga, at tað er onkur heilivágur, ið ikki tolir tey kuldastig, ið eru í viðførisrúminum á flogfarinum. Tí er vandi fyri, at virknaðurin á heilivágnum ikki verður tann rætti, um hann fer í viðførisrúmið.

Hevur ein nálir ella sproytur í viðførinum, er eisini gott at fáa lækna at skriva ein seðil á enskum, sum greiðir frá, hví neyðugt er at hava hetta við.

Londini, sum eru við í Schengen-avtaluni, eru hesi:

BelgiaFinnland Lettland Pólland Sveis
Bulgaria Frakland LiechtensteinPortugal Svøriki 
Cypern Grikkaland  LitauenRumenia  Tjekkia
Danmark  Holland  Luxemburg  Slovakíið Týskland 
Estland ÍslandMaltaSloveniaUngarn 
Eysturríki Italia   Norra  Spania       


Ikki er neyðugt við heilivágsváttan til Danmark og Grønland, tí ríkisfelagsskapurin er eitt felagsøki í Schengen-høpi.

Ein vegleiðandi listi yvir heilivág, har neyðugt er við heilivágsváttan, sæst niðast á hesi síðu.

Heilivágsváttan

Ein heilivágsváttan fæst á øllum apotekum í Føroyum, og hon er ókeypis. Best er, um biðið verður um váttanina í minsta lagi 3 dagar, áðrenn hon skal brúkast.

Til at gera eina slíka váttan, skal apotekið nýta forskriftina uppá heilivágin. Herá eru upplýsingar um lækna, teg sjálvan og heilivágin. Eisini ber til at geva upplýsingar um heilivágin, sum tú longu hevur fingið. Apotekið skal síggja títt pass og vita tíðarskeiðið, ið tú er burtur og til hvat fyri land/lond, tú skal ferðast til.

Váttanin er galdandi í mesta lagi 30 dagar og mælt verður til ikki at hava meira heilivág, enn váttanin sigur. Ynskir tú at hava heilivág við til eitt longri tíðarskeið enn hetta, mást tú venda tær til viðkomandi ambassadu

Brúkar tú fleiri sløg á listanum, skal tú hava eina váttan fyri hvønn heilivág.

Ein heilivágsváttan verður bara givin til heilivág, ið lækni hevur útskrivað. Ein heilivágsváttan til handkeypsheilivág, sum inniheldur turvelvandi heilivág, verður bara givin, um heilivágurin er á forskrift. Hetta er t.d. viðkomandi fyri Kodimagnyl.

Hvønn heilivág?

Ikki er neyðugt at hava váttan til allan heilivág. Tað er t.d ikki neyðugt við heilivágsváttan til astmaheilivág, giktheilivág, hjartaheilivág, hormonir, antibiotika, uttan tað, ið er turvelvandi.

Um møguleiki er fyri tí, hevði tað lætt um arbeiðið hjá okkum, um skjalið verður útfylt frammanundan, tá ið tað letur seg gera, printa út og latið okkum.

Skjalið finnur tú her.

Herá kanst tú eisini síggja, hvat fyri upplýsingar apotekinum tørvar.

Vegleiðandi listi yvir heilivág, har neyðugt er við heilivágsváttan:

AbstralActiq AlopamAlprazolam
AlproxApozepamBreakyl Breakyl Start
Bromam BuprenorphinBuprenorphine Buprenotex
Clarinase Concerta Contalgin Contalgin Uno
Depolan Dexofan Diazepam Duact
Durogesic Equasym DepotErgokoffin Fenemal
Fentanyl  Flunipam  Fortamol Frisium
Halcion Haldid Hexalid Imoclone
Imovane Imozop Instanyl Jurnista
Ketogan Klopoxid  Kodamid  Kodein
Kodein StærkKodimagnyl Kodimagnyl ikke-stoppendeKodipar
Lafene Lexotan MalfinMatrifen
Medicebran MedikenetMedikenet CRMetadon
MethadonMidazolam Morfin Motiron
NitrazepamNorspan Norvipren Orfidal
OxabenzOxapax Oxycontin Oxynorm Dispersa
Oxycodone OxycodonhydrochloridOxynormPacisyn
Palexia DepotPalladonPectyl BrystdråberPectyl Stærke Brystdråber
PetidinPronoctan Rapifen Regenon
RemifentanilRisolid Ritalin Ritalin Uno
RivotrilStesolid Stesolid EmuslionStilnoct
SuboxoneSubutex Sufenta Sufentanil
TafilTafil RetardTargin Temesta
TemgesicTranstec UltivaZolpidem
ZonoctZopiclon Zopiclone

Feb. 2013

Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til apotekið.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00