Hjáárin eru tey óynsktu ella ótilætlaðu árinini av heilivági, hóast bara tilmælta mongdin verður tikin. Her er talan bæði um mild hjáárin, t.d. stutttíðar ampa so sum vaml og nívan í búkinum, og álvarsom hjáárin, ið geva varandi mein.

Allur heilivágur hevur hjáárin, tó er tað galdandi fyri tann størsta partin av heilivági, at talan er um mild stutttíðar hjáárin, sum bara síggjast hjá einum lítlum parti av brúkarum. Ofta steðga hesi hjáárin, tá ið nýtslan av heilivágnum steðgar. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu heilivágurin ávirkar hvønn einstakan.

Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at ein fær ikki altíð tey hjáárin, ið eru nevnd. Áðrenn heilivagur verður góðkendur, hava heilsumyndugleikarnir mett um hjáárinini av heilivágnum eru rímilig samanborin við gagnið, ið heilivágurin gevur. 

Hvar finni eg kunning um hjáárin?

Á min.medicin.dk finnur tú heilivág tín. Undir “bivirkninger” sæst ofta ein listi við hjáárinum, sum eru býtt sundur eftir títtleika. Hesin listi er ikki fullfíggjaður. Øll tey vanligastu hjáárinini eru við og eisini tey heilt álvarsomu. Fyri at tey vanligastu hjáárinini ikki detta burtur í mongdini av teimum sjáldsomu hjáárinunum, eru hjáárin við lágum títtleika bara tikin við, um tað verður hildið at vera álvarsamt. Hjáárinini verða býtt upp í:

  • Ógvuliga vanlig: Fleiri enn 1 av 10 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Vanlig: Millum 1 og 10 í viðgerð av 100 hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Ikki vanligt: Millum 1 og 10 í viðgerð av 1000 hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Sjáldsom: 1-10 av 10.000 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Ógvuliga sjáldsom: Færri enn 1 av 10.000 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárini.

Fyri at síggja øll hjáárin verður hugt í kunningarlepan í pakkanum, sum eisini finst her: www.indlaegsseddel.dk. Apotekið kann altíð veita tær kunning um hjáárin. 

Tað er ymiskt frá heilivági til heilivág, hvussu ofta hjáárin síggjast, og hvussu álvarsom tey eru. 

Hjáárin av heilivági fyri álvarsamar sjúkur, eitt nú krabbamein, verða lættari góðtikin enn hjáárin av heilivági fyri minni álvarsamar sjúkur. Onkuntíð verður ein annar heilivágur latin fyri at minka um ampan av hjáárinunum.

Fyrst eftir nógva ára nýtslu av einum heilivági fæst ein nøkulunda haldgóð mynd av hjáárinunum. 

Hvussu handfari eg hjáárin?

Tey flestu hjáárini eru óskaðilig og forða ikki fyri, at haldast kann fram við heilivágnum, møguliga við niðursettari mongd. Ofta hvørva hjáárinini eftir, at heilivágurin hevur verið brúktur eina tíð. Næstan øll hjáárin hvørva skjótt, um hildið verður uppat at taka heilivágin.

Týdningarmikið er at tosa við læknan, um ynskt verður at steðga við at taka heilivágin orsakað av hjáárinum. Tað kann vera vandamikið at halda uppat at taka heilivágin brádliga. Tí er umráðandi altíð at tosa við læknan ella apotekið, um ikki tað eru heilt serligar orsøkir til at steðga beinanvegin við viðgerðini.

Tó er týdningarmikið at lurta eftir teimum boðunum, kroppurin sendir. Tað verður í hvørjum einstøkum føri mett um fyrimunir og vansar við at halda fram við viðgerðini. Neyðugt er at tosa við læknan, tá ið talan er um hjáárin.

Hjáárin kunnu eisini vísa seg brádliga við t.d. álvarsomum ovurviðkvæmi. Tá er neyðugt við læknahjálp beinanvegin.

Hvat kann eg sjálv/ur gera?

Áðrenn tú byrjar eina viðgerð, er týdningarmikið, at tú verður kunnað/ur um møgulig og álvarsom hjáárin, so tú sjálv/ur kann meta, um viðgerðin er rímilig.
    

  • Týdningarmikið er, at bæði tú og læknin eru ansin, um tit varnast eitthvørt óvanligt ella óvæntað eyðkenni, sum kann vera hjáárin, undir eini heilivágsviðgerð.
  • Tá ið ein kennir møguligu hjáárinini av heilvágnum, veit ein betur, nær best er at seta seg í samband við læknan.
  • Hevur tú verið úti fyri einum álvarsomum hjáárini er týdningarmikið, at hetta gerst greitt alla staðni í skipanini, so tú ikki aftur kemur í viðgerð við líknandi evnum, sum t.d. geva penicillin ovurviðkvæmi.
  • Les kunningarlepan, tó er týdningarmikið at hava í huga, at tað als ikki eru øll, ið fáa tey nevndu hjáárinini, ið eru nevnd á kunningarlepanum.

Kunningarlepin nevnir øll tey hjáárin, sum eru staðfest av heilivágnum - eisini tey, ið eru staðfest eina einstaka ferð. Neyðugt er tí at tosa við læknan, um okkurt er, ið gevur ampa, tí umráðandi er, at ein kennir seg tryggan við viðgerðina. Støða skal takast, hvat ein tolir ella ikki tolir. 

Hvar boði eg frá einum hjáárini?

Er eitt ella fleiri hjáárin, sum gera teg ótryggan við nýtslu av heilivágnum, skalt tú seta teg í samband við læknan. Fært tú ikki fatur á læknanum, kanst tú spyrja á apotekinum. Er tú ógvuliga ávirkað/ur av hjáárininum, er sjálvandi týdningarmikið rættstundis at fáa fatur á læknanum. Her er umráðandi at greiða læknanum frá, hvønn heilivág talan er um, og um tú tekur onnur sløg av heilivági, tí teir kunnu ávirka hvør annan.

Eru tey hjáárin, ið tú merkir, ikki nevnd á kunningarlepanum, er neyðugt at boða heilsumyndugleikunum frá. Tað kann læknin, apotekið ella ein sjálvur gera á www.meldenbivirkning.dk. Heilsumyndugleikarnir nýta ta nýggju vitanina til at gera metingar, um nýggj kunning skal sendast út um hjáárin tengd at heilivágnum, og um heilivágurin enn er tryggur at nýta.

Kann eg fyribyrgja hjáárin?

Ein eigur at spyrja seg sjálvan, um eg taki heilivágin sum fyriskrivað. Í summum førum kann ein  sjálvur avmarka ampan ella sleppa undan honum við at tryggja sær, t.d.:

  • At heilivágurin verður tikin tær røttu tíðirnar á degnum (t.d. morgun, á middegi og/ella á kvøldi) ella um heilivágurin skal takast saman við mati ella millum máltíðirnar.
  • At tann rætti skamturin verður tikin, hvørki meir ella minni.
  • At heilivágurin verður goymdur á rættan hátt, t.d. í køliskápi ella undir 25˚C.
  • At kanna um heilivágurin kann økja um viðkvæmi fyri sólini (fotosensibilisering) - t.d. nøkur sløg av antibiotika. Tá er neyðugt at brúka sólkrem við høgum faktori, um neyðugt er at vera úti í sólini.
  • At tryggja sær, at heilivágurin ikki er ov gamal.

T.d. skal Alendronat (fyri beinbroyskni) takast standandi ella sitandi, og tablettin skal svølgjast heil og skolast niður við einum glasi av kranavatni (og ikki mineralvatni) vegna vanda fyri pínu í spísirørinum. Viðmælt verður at skola munnin eftir at hava tikið fyribyrgjandi heilivág fyri astma fyri at minka um vandan fyri at fáa sopp í munnin. Hetta bara fyri at nevna nøkur dømi.

Tekur tú fleiri sløg av heilivági, kann vandin fyri hjáárini økjast, tí virknaðurin av heilivágnum kann økjast, sí Interaktionir.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00