Kunningarlepi fyri:

Carnitin 333 mg tablettir og  Carnitin 100 mg/ml mikstur

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Carnitin tilbúningarnar.

1. Hvat er Carnitin og hvat er tað gott fyri ?

Kemiskt er Carnitin ein kvaterner ammoniumbinding, biosyntetiserað út frá aminosýrunum Lysine og Methionin. Carnitin finst í næstan øllum kyknum í kroppinum. Carnitin finst sum D- og L-carnitin. Tað er bara L-carnitin formurin, ið er aktivur. Carnitin hevur ein avgerandi leiklut í framleiðslu av orku í kroppinum. Carnitin flytir langketu-feittsýrur (við meiri enn 12 C-atomum) inn í mitochondriini, har tær verða brúktar til at framleiða orku. Carnitin flytir eisini eitrandi evni út úr kyknunum. Í vøddum við beinagrindina og hjartanum eru ketonir, ið hava sín uppruna frá feittsýrum, høvuðsbrennievni. Tí er tað serliga umráðandi at hesar kyknur hava nóg mikið av carnitin.

Kroppurin framleiðir vanliga nóg mikið av carnitin. Ein frískur persónur framleiðir vanliga umleið 0,16-0,48 mg/kg kropsvekt/samdøgur. Carnitin finst eisini í lutfalsliga stórum nøgdum í mati, og tá serliga í reyðum kjøti. Fólk við genetiskum ella medisinskum breki kunnu koma at mangla carnitin. Tá er tað av alstórum týdningi, at fáa carnitin ískoyti. 

2. Tilbúningar: 

a. Carnitin 333 mg tablettir (hvítar, avlangar): 
1 tablett inniheldur L-carnitin-L-tartrat, ið svarar til 333 mg av L-carnitin.
Hjálpievni: Microcrystalinska cellulosu, silica colloidal anhydrous, magnesiumstearat og natriumcroscarmellosu.
b. Carnitin 100 mg/ml miksturur: 1 ml inniheldur 100 mg av L-carnitin.
Hjálpievni: Sorbitol, Glyserol, hindberja aroma og reinsað vatn.
Haldevni: Paraoxybenzoat.

3.Indikatión: 

Primer og sekunder carnitinmangul. Persónar, ið hava fingið staðfest CTD
(Carnitin Transporter Deficiency) og persónar, ið hava fingið staðfest lágt carnitin innihald í blóðinum vegna status sum berarar ella annað ólag.

4. Skamtur:

Verður ásettur av lækna út frá úrsliti av carnitinkonsentratiónini í blóðroynd. Dagligi skamturin skal helst býtast í 3 - 4 fyri at fáa eina so javna konsentratión sum møguligt. Tað er ymiskur skamtur til persónar, ið ikki hava CTD og til teir, ið hava fingið staðfest CTD. Vanliga er byrjunarskamturin til persónar uttan CTD: 20-25 mg/kg/samdøgur og til teir, ið hava fingið staðfest CTD er byrjunarskamturin til børn: 100 – 200 mg/kg /samdøgur til børn og til vaksin 1 gramm 3 ferðir um dagin . Skamturin verður reguleraður út frá mátingum av carnitininnihaldinum í blóðinum.
Tá carnitindepotini eru fylt, er langtíðarskamturin hesin fyri ein miðal persón (70 kg): 
Berarar: ½ Carnitin 333 mg tablett 3 ferðir um dagin ella 
1,5 ml Carnitin mikstur 100 mg/ml 3 ferðir um dagin.
CTD-sjúk: 3 Carnitin 333 mg tablettir 3 ferðir um dagin ella 
10 ml Carnitin Mikstur 100 mg/ml 3 ferðir um dagin.

Niðanfyri er ein talva við leiðbeinandi byrjunarskamtum:

Byrjunarskamtir til persónar við lágum carnitin, men ið ikki hava CTD : (20-25 mg/kg kropsvekt/samdøgur)

 

Kropsvekt

Mongd um samdøgrið

Mongd um mánaðin

Carnitin Mikstur 100 mg/ml

10 kg

1 ml x 2

60 ml

Carnitin Mikstur 100 mg/ml

20 kg

2 ml x 2

120 ml

Carnitin Mikstur 100 mg/ml

30 kg

3 ml x 2

180 ml

Tablettir 333 mg

15 kg

½ tabl. x 2

30 tabl.

Tablettir 333 mg

25 kg

1 tabl. x 2

60 tabl.

Tablettir 333 mg

40 kg

1 tabl. x 3

90 tabl.

Tablettir 333 mg

60 kg

2 tabl. x 2

120 tabl.

Tablettir 333 mg

75 kg

2 morgni 1 middegi 2 kvøldi

150 tabl.

Tablettir 333 mg

90 kg

2 tabl. x 3

180 tabl.


Byrjunarskamtir til CTD-sjúklingar:

(100-200 mg/kg kropsvekt/samdøgur)

 

Kropsvekt

Mongd um samdøgrið

Mongd um mánaðin

Carnitin Mikstur 100 mg/ml

10 kg

5 ml x 2 (ella: 2,5 ml x 4)

300 ml

 

20 kg

10 ml x 2 (ella 7 ml x 3)

600 ml

Carnitin Mikstur 100 mg/ml

30 kg

15 ml x 2 (ella 10 ml x 3)

900 ml

Carnitin tablettir 333 mg

upp til 25 kg

1 tabl. x 3

90 tabl.

Carnitin tablettir 333 mg

> 25 kg

3 tabl. x 3

300 tabl.

5. Graviditetur:

Tá kvinna gerst við barn, lækkar carnitininnihaldi vanliga, og tað skal havast í huga, um kvinnan undan graviditetinum er í viðgerð. Tað ber væl til at taka carnitin, sjálvt um kvinna er við barn. Carnitin er eitt evni, ið kroppurin sjálvur framleiðir. Tí er ikki sannlíkt, at vandi stendst av at taka carnitin.  

6. Barna- og bróstakonur:

Bróstakonur kunnu væl geva bróst, sjálvt um tær eru í carnitinviðgerð.  

7. Interaktiónir:

Pivalinsýra lækkar carnitin í kroppinum munandi – heilt niður í 50 %.
Pivalinsýra er í hesum heilivági: Pondocillin® (pivampicillin) og Selexid® (pivmecillam). Tí er ikki ráðiligt at taka hendan heilivágin saman við carnitin. Valproatsýra (antiepileptika) og hesi evni móti HIV infektiónum: zidovudine (AZT), didanosine (ddI), zalcitabine (ddC) og stavudine (d4T), kunnu elva til  sekundert L- carnitin trot. Ifosfamid og cisplatin (cytostatika) kunnu økja um vandan fyri sekunderum L-carnitin troti. Tað er eisini eitt rímiligt sannlíkindi fyri, at L-carnitin ískoyti kann fyribyrgja cardiomyopati (= sjúka uttan orsøk í hjartavøddunum) elvt av doxorubicin  (Adriamycin®)  viðgerð.   Kelda: lpi.oregonstate.edu/infocenter/othernuts/carnitine/
(accessed 11.6.2009)

8. Eitran:

Tað fyriliggur einki um eitran av carnitin. Stórir skamtir av carnitin kunnu elva til diarré.

9. Hjáárin:

Sodningarleiðin kann ávirkast, um tú tekur stórar nøgdir av carnitin í longritíð. Talan er um t.d. kvalma, spýggja, magakrampar og leyst lív (diarré). Eisini kann kroppurin fáa ein fiskakendan lukt. 

10. Goymsla:

<25°C. Tablettirnar eru fuktviðkvæmar og skulu tí goymast í upprunaílati saman við turkihylkinum, sum liggur í ílatinum. 

 

Hesin kunningarlepi er dagførdur 14-03-2013
Tjaldurs Apotek

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00