Kunningarlepi fyri: 
Kodimagnyl 

Les kunningarlepan væl. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum. 

Tú kanst fáa Kodimagnyl í handkeypi. Skalt tú fáa besta gagn av tablettunum,  skalt tú gera gjølla eftir tí, ið stendur á kunningarlepanum um Kodimagnyl. 

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur. 
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meiri at vita. 
  • Tosa við læknan, fert tú at liva verri, ella tú ikki batnar. 
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum. 


Yvirlit yvir kunningarlepan:
1. Kodimagnyl-virknaður, og hvat tú skalt brúka tað til 
2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú fert at taka Kodimagnyl 
3. Soleiðis skalt tú taka Kodimagnyl 
4. Hjáárin 
5. Soleiðis skalt tú goyma Kodimagnyl 
6. Aðrir upplýsingar 

1. Kodimagnyl- virknaðurin av, og hvat tú skalt brúka tað til: 

  • Kodimagnyl er heilivágur, ið linnar veika pínu.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna. 


2. Hetta skat tú vita, áðrenn tú tekur Kodimagnyl 
Tak ikki Kodimagnyl, um tú: 

  • ert ovurviðkvæm(ur) fyri acetylsalicylsýru, codein, magnesiumoxid ella einum ella fleiri av hinum evnunum, ið hesum eru. 
  • hevur fyrr fingið eyðkenni fyri ovurviðkvæmi ella eyðkenni líkum astma, tá ið tú hevur brúkt heilivág fyri pínu (av slagnum NSAID ella salicylatum) 
  • fert at bløða frá maganum ella tørmunum (tú spýrt blóð, og/ella skarnið er svart) hevur lyndi til at bløða, t.d. at tú hevur k-vitamintørv, bløðarasjúku ella blóðplátutørv 
  • hjartað, livurin ella nýruni starva ógvuliga illa 
  • ert við barn í 7. – 9. mánaði 

Børn yngri enn 15 ár, og sum hava fepur, skulu ikki taka Kodimagnyl 

Ver serliga varin at taka Kodimagnyl 
Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Kodimagnyl, um tú: 

  • hevur astma, ert trongur, hevur bronkitis og nógvan munnráka, hostar slím upp ella hevur ovurviðkvæmi 
  • hevur lyndi at hava trega ella ilt av maganum t.d. magasár 
  • ert sjúkur í magaslímhinnuni 
  • livurin ella nýruni starva ikki so væl, sum tey skulu 
  • skal verða koppaður fyri vatnkoppar (skáldkoppar) 
  • hevur evnisskiftissjúku (hevur ikki kveikan glucosu-6-phosphofat dehydrogenase) 
  • tekur blóðtynnandi heilivág 


Tekur tú meiri heilivág, enn fyriskipað, kanst tú fáa lívshættliga eitran. 
Hevur tú illgruna um, at tú hevur tikið ov nógvan heilivág, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við lækna. 

Børn yngri enn 15 ár mugu ikki fáa Kodimagnyl uttan eftir læknaávísing. 

Ert tú eldri, eigur tú ikki at taka Kodimagnyl javnan av vanda fyri at fara at bløða frá maganum og tørmunum. 

Skalt tú verða lagdur undir skurð, skalt tú gevast at taka Kodimagnyl nakrar dagar, áðrenn tú verður skorin. Spyr læknan. 

Kodimagnyl kann ávirka úrslitið av blóð- ella landroynd. 

Tekur tú leingi pínudoyvandi heilivág – hvør hann so er – kanst tú fáa verri høvuðpínu og oftari. Slík høvuðpína verður nevnd pína av ovurheilivágsnýtslu. Set teg í samband við lækna tín, fært tú dagliga herðindi av høvuðpínu, tá ið tú tekur Kodimagnyl. 


Onnur heilivágsnýtsla: 
Sig læknanum, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági. Tað kann vera neyðugt at broyta heilivágsnýtsluna ella skifta til aðra viðgerð. Tað er galdandi fyri:

  • heilivág fyri ov nógvari magasýru 
  • heilivág fyri tunglyndi 
  • heilivág fyri at pissa ov ofta (tolterodin) 
  • heilivág (tablettir) til viðgerð fyri sukursjúku 
  • blóðtynnandi heilivág (phenprocoumon, warfarin, clopidogrel, eptifibatid, heparin) 
  • ávís sløg av heilivagi fyri hjartað (betablokkere, calciumantagonister, ACE-hæmmere) 
  • vatndrívandi heilivág (furosemid, spironolacton) 
  • heilivág fyri pínu (NSAID, opioider) 
  • heilivág fyri ígerð – infection - (rifampicin, tetracyclin, flourquinoloner) 
  • heilivág fyri fótagikt – landsýrugikt - (probenecid) 
  • heilivág fyri ávísum sløgum av gikt og krabbameini (methotrexat) 
  • heilivág fyri hæddarótta og grønstara (acetazolamid) 
  • heilivág fyri líkfalli – epilepsi - (valproat, acetazolamid) 
  • koppingarevni fyri vatnkoppum (skáldkoppum) 
  • natúrlæknaevni ella kostískoyti við Ginkgo biloba 
  • hjánýrabørkhormon 
  • stillandi heilivág ella heilivág at sova av 

 

Sig altíð læknanum ella apotekinum frá, um tú brúkar ella fyri stuttum hevur brúkt annan heilivág. Tað er eisini galdandi fyri heilivág, sum ikki er eftir læknaávísing, heilivág keyptur í útlondum, natúrlæknaevni, sterkum vitaminum og miniralum og eisini kostískoyti. 

Kodimagnyl-nýtsla saman við mati og drykkju: 
Tú kanst taka Kodimagnyl, tá ið tú etur, men tað er ikki neyðugt. 
Minst til, at drekkur tú alkohol samtíðis, sum tú tekur Kodimagnyl, kanst tú 
gerast tung(ur) í høvdinum. 

Við barn og hevur barn á brósti: 
Ráðfør teg við lækna ella apotekið, áðrenn tú tekur nakran heilivág. 
Tú mást ikki taka Kodimagnyl, ert tú við barn í 7. – 9. mánaði. Teir fyrstu 
6 mánaðirnar, tú ert við barn, kanst tú taka Kodimagnyl, minst møguligan skamt eftir læknaráðum. 
Tú kanst taka Kodimagnyl, meðan tú hevur barn á brósti. 
Minst til, at tekur tú Kodimagnyl leingi, er verri hjá tær at gerast við barn. 
Tú eigur tí at taka Kodimagnyl so stutt sum gjørligt og minst møguligan skamt. 

Ferðsla og arbeiðstrygd: 
Kodimagnyl ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at vera trygg(ur) í ferðsluni. 

3. Soleiðis skalt tú taka Kodimagnyl: 
Drekk nógva vætu, tá ið tú tekur tablettirnar. Tú kanst møguliga bróta tablettirnar ella knúsa tær sundur. 

Vaksin: 1-2 tablettir, í mesta lagi 4 ferðir um dagin. 

Børn: Gev ikki børnum yngri enn 15 ár Kodimagnyl uttan eftir læknaávísing. 

Børn yngri enn 15 ár, og sum hava fepur, mugu ikki taka Kodimagnyl. 

Livurin og nýruni starva ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin. Set teg í samband við læknan. Starva livur ella nýru ógvuliga illa, eigur Kodimagnyl ikki at verða tikið. 

Hevur tú tikið ov nógv Kodimagnyl: 
Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið fleiri 
Kodimagnyl, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri. 

Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Kodimagnyl, kunnu vera svimbul, deyvleiki, tinnitus, sveittin slær út um teg, órógv, vaml, vilt spýggja, fært høvuðpínu, fjáltur, tivan, friðloysi, fepur, vil illa til, hjartað svíkur, hættisligt nýrabrek, blóðsukrið í børnum fer hættisliga langt niður. 
Harumframt kann viðkomandi missa vitið, ilt við at anda, møguliga fær ikki andað, vøddarnir bólgna, krampi og dølskni (helst hjá børnum), linkilsi, útbrot, andlitið hovnar, skriði, húðin blánar, fellur í óvit. 

Hevur tú gloymt at taka Kodimagnyl: 
Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt. 

4. Hjáárin: 
Kodimagnyl kann sum allur annar heilivágur hava við sær hjáárin. 

Ógvuliga vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 av 10, sum eru í viðgerð): 
Blóðið storknar seinni, magapína, bróstsviði, súrur ráki rennur upp í munnin. 

Vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 – 10 av 100, sum eru í viðgerð): 
Andaneyð fáa fólk við bróstmøði – astma (hættislig herðindi), lyndi til at bløða, høvuðpínu, andvekur, vaml, øsing somuleiðis pínu ella fáa trega ovast úr tørmunum, spýggja, hava harðan maga, lívsýki(diaré), notusótt. 

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1- 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): 
Duldar bløðingar innvortis (álvarsligt), ovurviðkvæmi (álvarsligt), spýggja blóð, skarnið er svart av bløðingum í maganum og tørmunum (álvarsligt), svimbul, dølskni(tinnitus), bróstmøði (astma), útbrot, sveitti, snor, møði. 

Sjáldsom hjáárin (fáa 1- 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): 
Heilabløðing (álvarslig), ilt við at anda (kann vera álvarsligt), ringar bløðingar ovarlaga úr maganum og tørmunum ella hol á tørmunum, óregluligt nýravirkni (álvarslit), ovurviðkvæmisherðindi við vætusavnan í slímhinnum og húðini, serliga í varrunum og hálsinum (álvarsligt), æðrabruna (álvarsligt), blóðtrot hjá sjúklingum við viðføddum glucose-6-phosphat dehydrogenase (álvarsligt). 

Ógvuliga sjáldsom hjáárin (fáa færri enn 1 av 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): 
Sár og álvarsligur bruni í maganum og tørmunum, bráður (akut) bruni í brisinum (álvarsligt), Reyes-syndrom hjá børnum – tey fáa fepur, spýggja og eru um at vera burtur (álvarsligt), broytingar í blóðsamansetingini (álvarsligt), húðin losnar av (álvarsligt). 

Ring 112 ella far beinanvegin til lækna ella á skaðastovu eru álvarslig sjúkuhjáárin. 

Sjáldan ella ógvuliga sjáldan kunnu koma onnur ikki álvarslig hjáárin. 
Vilt tú fáa meiri at vita um hesi hjáárin enn tey, ið standa á hesum kunningarlepanum, kanst tú spyrja læknan ella á apotekinum. 

Sig læknanum ella apotekinum, fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, so at hjáárini kunnu verða fráboðað Heilivágsstýrinum, so at betur fæst at vita um hjáárinini. 

Sig læknanum ella apotekinum, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi og ørkymla teg. 
Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin. 

Sjúklingar ella tey, ið varða av sjúklinginum, kunnu boða Heilivágsstýrinum frá beinleiðis. Tú finnur talvur og vegleiðingar undir ”bivirkninger” á netinum undir www.laegemiddelstyrelsen.dk 

5. Soleiðis skalt tú goyma Kodimagnyl 
Krógvið Kodimagnyl fyri børnum. 
Kodimagnyl í pakningi: 10 – 20 tablettir, skulu verða goymdar kaldari enn 25 °C . Tak ikki Kodimagnyl eftir dagfestingina á glasinum ella dósini. 

6. Aðrar upplýsingar: 
Lat altíð heilivág, ið loypur av, inn á apotekið. 

Kodimagnyl binda ikki tablettir hava í sær hesi virknu evnini: 
500 mg acetylsalicylsýra, 9,6 mg codeinphosphathemihydrat og 150 mg magnesiumoxid. 
Hini evnini eru: eplastívilsi, ørsmá krystallinsk sellulosa PH102 (E 460), magnesiumstearat (E 470b) og talcum (E 553b). 

Kodimagnyl tablettir hava í sær hesi virknu evnini: 
500 mg acetylsalicylsýra, 10 mg codeinphosphatsesquihydrat (svarar til 9,6 mg codeinphosphathemihydrat) og 70 mg magnesiumoxid. 
Hini evnini eru: eplastívilsi, maisstívilsi, ørsmá krystallinsk sellulosa PH101 (E 460) og magnesiumstearat (E 470b). 

Útsjónd og stødd á ílati: 
Kodimagnyl bindur ikki tablettir og Kodimagnyl tablettir eru hvítar, avlangar við miðfoyru. 
Kodimagnyl binda ikki tablettir eru í plastílati við 20, 50, 100 og 250 tablettum. 
Kodimagnyl tablettir eru í plastílati við 20 og 100 tablettum. 

Hevur tú enn meiri at spyrja um, skalt tú seta teg í samband við Tjaldurs Apotek á tlf. 341100 ella telduposti: apotek@apotek.fo 

Endurskoðað í apríl 2008. 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00