”Medicinhusker”, ein kostnaðarfrí app

Nú er liðugt við at gloyma at taka tín heilivág. Við appini ”Medicinhusker” kanst tú fáa eina áminning til at taka heilivágin, tá tú skalt.

Hetta er ein app, sum fólk í øllum aldri kunnu brúka. Hon er sera brúkaravinarlig, og hon kann brúkast til persónar, ið taka nógvan heilivág, og til persónar, ið bert taka eitt slag av heilivági, t.d. p-pillarar. Í báðum førum kann tað vera torført at minnast til at taka heilivágin.

Appina kanst tú nýta á Iphone, Android og I-pad. Tú kanst taka hana niður av netinum, og hon kostar einki.

Tú stovnar tær ein brúkara og ritar teg inn.

Síðani kanst tú skriva tann heilivág, tú brúkar, inn á ein lista. Her kanst tú millum annað viðmerkja, hvør skamtanin skal vera, og nær heilivágurin skal takast. Síðani fært tú eina áminning hvørja ferð, tú eigur at taka heilivág, og kanst tú í tí sambandi vanga av, um tú tekur heilivágin, útsetur ella vísir hann frá tær.

Upplýsingarnar verða goymdar lokalt á tí tólinum, tú hevur valt at nýta til hesa appina.

Í appini er ein kalendari. Í hesum kalendaranum hevur tú eitt yvirlit yvir tann heilivág, tú skalt taka, og kanst tú eisini síggja her, um tú hevur minst til at tikið heilivágin.

Tú kanst eisini skriva títt blóðtrýst, blóðsukur og/ella tína vekt inn, so at tú eisini kanst fylgja við hesum. Til síðst kanst tú eisini seta eina notu inn, og her hevur tú 5 smiley at velja ímillum, sum siga, hvussu tín dagur hevur verið í mun til tína heilsu, t.d. pínu. Hetta kann eisini nýtast til at leggja eina áminning um, at tú t.d. skalt endurnýggja eina resept.

Kalendaran við upplýsingum kanst tú senda til eina teldupostadressu, og t.d. taka upplýsingarnar við til læknan, um tørvur er á tí.

 

Tú kanst stovna fleiri brúkarar, har tú ímillum annað kanst hjálpa hjúnafelaga ella børnum við at minnast til at taka heilivág.

”Medicinhusker” app´ini tørvar:

 

  • iOS 6.0 ella eina nýggjari útgávu. Samsvarar við iPhone, iPad og iPod touch. App'in er framleidd til iPhone 5 (kann tó eisini brúkast til iPhone 4)
  • Android 4.1 ella eina nýggjari útgávu
  • Appin riggar sjálvt, um tú ikki ert á netinum.

Ver varug/-ur við, at tað kann taka langa tíð at dagføra nýggjan heilivág á heilivágslistan, um endadato er 1 ár ella meir.

Leinki til nýtsluvegleiðing:

Nýtsluvegleiðing

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00