Samheitaheilivágur er heilivágur, sum inniheldur tað sama virkna evnið, men við ymiskum nøvnum.

Framleiðari, ið finnur fram til nýggjan heilivág, hevur einarætt upp á heilivágin í 20 ár. Tað er ofta tíðliga í menningini av heilivágnum, at søkt verður um einarætt. Áðrenn heilivágurin nær at verða góðkendur, eru ofta gingin eini 10-12 ár, tí heilivágurin skal roynast í ymiskum fasum. Tí er vanligt, at framleiðarin hevur eini 8-10 ár eftir at vinna peningin innaftur, eftir at heilivágurin er góðkendur til sølu.

Eftir hetta kunnu aðrir framleiðarar framleiða heilivág við sama virkna evni, um teir kunnu vísa myndugleikunum á, at heilivágurin frígevur tað virkna evnið í kroppinum við somu mongd og skjótleika ella vísa á, at sama árinið sæst hjá sjúklingum við tí ávísu sjúkuni/sjúkueyðkennunum. Sama góðska er í samheitaheilivági sum í tí upprunaliga. Har skal eisini vísast á tað sama innan bæði ta kemisku og farmaseutisku framleiðsluna, reinleika og haldføri. 

Dømi

Panodil, Pinex og Pamol eru dømi um samheitaheilivág. Øll sløgini innihalda tað virkna evnið paracetamol, sum er heilivágur fyri pínu, men ymiskir framleiðarar hava givið heilivágnum ymisk nøvn.

Navnið á virkna evninum stendur altíð á pakkanum, hóast framleiðarin hevur givið heilivágnum eitt annað navn. T.d. stendur undir Panodil: Paracetamol 500 mg. Hetta merkir, at í einari tablett av Panodil eru 500 mg av paracetamol. Sama stendur undir Pinex og Pamol: Paracetamol 500 mg. 

Ymisk útsjónd og nøvn

Samheitaheilivágur hevur ymisk nøvn, og honum nýtist heldur ikki at hava somu útsjónd. T.d. kunnu tablettirnar hava ymisk snið ella ymiskan lit, men sami heilivágur kann eisini finnast í tablettum og í hylkum. Skal tað kunna umbýtast, er kravið, at tað ikki er neyðugt við meira vegleiðing til brúkaran enn upprunaliga.

Hóast ymisk nøvn og útsjónd hevur samheitaheilivágur somu dygd. Virknaðurin og innihaldið er tað sama. Hetta er eitt lógarkrav.

Prísur

Ymiskir framleiðarar seta ymiskar prísir á heilivágin, teir selja. Hetta er júst tað sama, sum framleiðarar av øðrum vørum gera við sínar vørur.

Hóast prísirnir eru ymiskir, er ikki munur á góðskuni á heilivágnum. Allur heilivágur, sum verður seldur í Føroyum, skal góðkennast og er undir strongum eftirliti.

Kappingin innan heilivág er hørð, hvønn 14. dag eru prísbroytingar. Hetta ger, at sami framleiðari ikki altíð hevur altíð lægsta prís.

Bæði kundin og heilsutrygd kunnu spara pening, um bíligasti heilivágurin altíð verður keyptur.

Útflýggja bíligasta heilivágin

Apotekini hava skyldu at útflýggja bíligasta samheitaheilivágin, ið læknin hevur skrivað á reseptina.

Apotekið hevur ikki skyldu at útflýggja bíligasta heilivágin, um læknin týðiliga hevur viðmerkt á reseptina, at heilivágurin ikki skal umbýtast.

Kundin hevur eisini møguleika at velja einhvønn heilivág innan bólkin av samheitaheilivági, bara kundin sjálvur rindar prísmunin millum tann ávikavist bíligasta- og tann útflýggjaða heilivágin.

Tað er heldur ikki krav, at apotekið útflýggjar tann bíligasta hondkeypsheilivágin, ið seldur verður uttan resept.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00