Hvat er samvirkni?

Nógv hava tørv á fleiri sløgum av heilivági samstundis. Tá ið ymisk sløg av heilivági verða tikin samstundis, kunnu tey ávirka virknaðin hjá hvør øðrum. Tey kunnu ávikavist økja ella minka um virknaðin hvør hjá øðrum. Samstundis kunnu matur og drekka eisini ávirka, hvussu likamið upptekur heilivágin. Hetta verður nevnt samvirkni.

Virknaðurin av heilivágnum øktur ella minkaður?

Nógvur heilivágur verður brotin niður í livrini. Í livrini eru nøkur sonevnd enzymir, ið hjálpa til at bróta niður heilivágin. Summi sløg av heilivági minka um virknaðin av hesum enzymum. Verða tílík sløg av heilivági tikin samstundis, kann tað gera, at tann eini heilivágurin ikki verður brotin niður. Heilivágsmongdin í kroppinum økist tískil sammett við, um heilivágurin varð tikin einsamallur. Úrslitið er, at tað kann økja um og leingja virknaðin av heilivágnum.

Harafturímóti kunnu nøkur sløg av heilivág økja um virknaðin av enzymunum. Tískil verður heilivágurin niðurbrotin skjótari, og ynskti virknaðurin fæst ikki.

Tey sløg av heilivági, sum ikki verða brotin niður í livrini, fara ofta óbroytt út gjøgnum nýrini. Í onkrum førum kunnu tvey sløg av heilivági kappast um hetta plássið. Tískil kann heilivágsmongdin í kroppinum økjast, sammett við um heilivágurin varð tikin einsamallur. 

Tí er tað týdningarmikið, at læknin kennur allan heilivág, ið tú tekur – eisini handkeyps- og nátturuheilivág.

Heilivágur saman við mati

Ein annar, í summum førum týdningarmikil táttur at hava í huga, er inntøka av heilivági saman við mati og drekka ella uttan. Vatn økir um skjótleikan av ferðingini av heilivági ígjøgnum magan. Tí verður heilivágurin upptikin skjótari í kroppinum við vatni enn uttan.

Matur kann verja magan, og tí verður ofta viðmælt fyri heilivág, ið kann vera harður ímóti maganum, at taka hann saman við mati, eitt nú ibuprofen - pínulinnandi heilivágur.

Summi sløg av heilivági skulu takast saman við mati fyri, at upptøkan gerst betri, t. d. malariaheilivágurin Malarone (atovaquon/proguanil). Hesin heilivágurin skal takast saman við einari feittríkari máltíð, tí feittið ger, at heilivágurin verður betur upptikin í kroppinum. Harafturímóti er annar heilivágur, ið ikki skal takast saman við mati, tí annars verður virknaðurin vánaligur, t.d. antiobiotikaið Dicillin (dicloxacillin). Her verður viðmælt, at tað skal takast antin 1 tíma fyrr ella 2 tímar eftir eina máltíð.

Annað, ið kann tarna upptøkuna av heilivági, er, um heilivágurin bindur seg til ávíst í føðsluni. Her kann nevnast antibiotikaið tetracyklin, sum kann binda seg til kálk. Tískil skulu t.d. matvørur úr mjólk takast forskotið við tetracyklin.

Grapefruktjuice skal ikki drekkast í stórum mongdum saman við kolesterol lækkandi heilivágnum Simvastatin, tí her forðar grapefruktjuice fyri, at simvastatin verður niðurbrotið orsakað av teimum áðurnevndu enzymunum.

Hetta eru bert nøkur dømir um interaktiónir millum mat og heilivág, tí er tað týdningarmikið eisini at taka tey atlitini við.

Hvar finni eg vitan um tær ávísu interaktiónirnar?

Tað finnast fleiri støð, har meira vitan finst um møguligar interaktiónir millum heilivág, ið ein tekur. Á www.min.medicin.dk finnur tú undir tí einkulta heilivágnum, yvirskriftina "Brug af anden medicin." Her kann lesast, um tað er nakar heilivágur, har tað er neyðugt at taka atlit til, um heilivágurin skal takast samstundis. Á www.indlaegsseddel.dk. sæst eisini, um tað er neyðugt at taka atlit til inntøku av mati og drekka.

Ein annar máti at finna útav um møguligar interaktiónir eru, er við at nýta heimasíðuna www.medicinkombination.dk. Hetta er ein heimasíða, sum er gjørd av donsku heilsumyndugleikunum. Her kann man bæði skriva ein einkultan heilivág og finna, hvat tann heilivágurin intereagerar við, ella kann man skriva tey ymisku sløgini av heilivági, sum man fær fyri at finna útav, um neyðugt er at taka ávís atlit. Útyvir heilivág er eisini náttúruheilivágur, sterkar vitaminir, sterk mineralir og einkult sløg av føðslu at finna á hesi heimasíðu. Hetta er sjálvandi ein vegleiðandi heimasíðu, sum ikki altíð kann geva eitt fullfíggjað svar. Minst tí til altíð at tosa við tín lækna ella apotekið, um tú hevur spurningar, ella tú er ørkymlaður um ymiskar samansetingar av heilivági. Finnur tú interaktiónir fyri tína samanseting av heilivági, er neyðugt at tosa við lækna ella apotekið. Tað kann vera ein góð orsøk til, at akkurát tú skal taka ta ávísu samansetingina.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00