Hvat er skamtluting?

Skamtluting er ein hjálp hjá brúkara, ið tekur fleiri sløg av heilivági ymiskar tíðir á samdøgrinum, ella sum av aðrari orsøk tørvar hjálp í sambandi við heilivágin, sum tikin verður.

Skamtluting merkir, at tann heilivágur, sum sjúklingurin tekur, verður maskinpakkaður í skamtir. Pakkað verður í smáar skamtposar úr plasti, og í hvørjum posa er heilivágurin, ið tikin verður samstundis. Á skamtposunum, sum hanga saman, er tilskilað, nær innihaldið skal takast. Pakkað verður til tvær vikur. Tær vanligu forskriftirnar (reseptirnar) verða útskiftar við skamtanarforskrift, sí miðsíðuna í faldaranum, ið sostatt kemur í staðin fyri allar aðrar forskriftir.

Hvør skamtposi er týðiliga merktur við navni, føðingardegi, innihaldi og nær heilivágurin skal takast. Hetta tryggjar, at rættur heilivágur verður tikin rætta tíð. 

Mannagongd, tá ið byrjað verður við skamtluting

Læknin skrivar skamtanarforskriftina og sendir apotekinum hana. Vil brúkari fáa skamtluting, setur hann ella heimatænastan seg í samband við læknan og biður um at koma í skipanina.

Heilivágurin, ið verður skamtlutaður, verður pakkaður til tvær vikur í senn. Avtalað verður frammanundan, um tann pakkaði heilivágurin verður:

  • heintaður á apoteki
  • sendur heim
  • sendur sambýli ella ellisheimi

Skamtanarforskrift

Skamtanarforskriftin kemur í staðin fyri vanligu forskriftirnar. Á skamtanarforskriftini eru øll sløgini av heilivági, og hvussu og nær hann skal takast. Hvørja ferð, læknin broytir heilivágin hjá brúkara, verður nýggj skamtanarforskrift útskrivað.

Betri yvirlit

Skamtanarforskriftin er eitt heildaryvirlit yvir heilivágin hjá brúkara. Hetta ger tað lættari at taka heilivágin á rættan hátt, og minkar um møguleikan fyri, at tikin verða heilivágssløg, ið ikki passa saman.

Broytingar

Skamtanarforskriftin er galdandi í tvey ár.

Hvørja ferð heilivágurin verður broyttur, verður skamtanarforskriftin longd tvey ár.

Um eingin broyting er gjørd, er óneyðugt at endurnýggja forskriftir í tvey ár.

Tá ið læknin broytir skamtanarforskrift, kemur henda broyting við, næstu ferð pakkað verður. Um læknin ger vart við, at hetta ikki kann bíða, verður heilivágurin pakkaður fyrr.

Tvey ár uttan broyting 

Er heilivágurin óbroyttur í tvey ár, skal brúkarin seta seg í samband við læknan og biðja um at fáa nýggja skamtanarforskrift. Verður hetta ikki gjørt, áðrenn skamtanarforskriftin rennur út, steðgar pakkingin.

Áminning verður send tríggjar mánaðir, áðrenn skamtanarforskriftin rennur út. Hevur apotekið eingi boð fingið frá lækna, verður áminning send aftur ein mánað, áðrenn skamtanarforskriftin rennur út. 

Skjalamappa

Brúkarin fær eina mappu við avriti av skamtanarforskriftini. Í mappuni eru myndir av tablettum/hylkjum, umframt upplýsingar frá framleiðara um heilivágin.

Hvat kostar at fáa skamtlutaðan heilivág?

Somu treytir eru galdandi fyri skamtlutaðan heilivág sum fyri annan heilivág. Um Heilsutrygd letur tilskot til heilivágin, verður gjaldið fyri hvørt 12 mánaða tíðarskeið í mesta lagi:

  • 1317,35 kr. fyri fólk 67 ár og eldri
  • 2059,85 kr. fyri fólk yngri enn 67 ár

Veitir Heilsutrygd hinvegin ikki tilskot til heilivágin, kann gjaldið fara upp um nevndu mørk. Tá kann læknin í onkrum førum søkja um sertilskot til heilvágin fyri hvønn einstakan brúkara. 

Hvussu verður goldið?

Treytin fyri at vera við í skamtluting er, at goldið verður við sjálvvirkandi bankaflyting. Apotekið sendir brúkaranum eina áheitan um at fylla út skjal til peningastovn.

Skjalið fæst eisini undir “Oyðibløð” her á heimasíðuni. Harafturat finnur ein eisini kunning til skjalið sama stað. Skjalið kann printast út hiðani og latast apotekinum.

Tá ið farið verður at ferðast

Apotekið kann pakka niðurfyri, um sagt verður frá í góðari tíð (minst 1 mánað frammanundan).

Hvør heilivágur kann pakkast í skamtposa?

Bara hylki og vanligar tablettir kunnu verða pakkaðar í skamtposa. Tað merkir, at upploysiligar tablettir, smeltitablettir og allar aðrar tablettir, ið laga (kunnu draga til seg vætu), verða ikki pakkaðar.

Antibiotika, kynshormon og cytostatika verða ikki pakkað. Náttúruheilivágur og kostískoyti, (t.d.vitaminir) verða tikin við eftir fakligari meting. Hetta verður kortini bara gjørt í avmarkaðan mun.

Innlegging á sjúkrahús

Í sambandi við innlegging á sjúkrahús er neyðugt, at apotekið fær boð um hetta sum skjótast, so at pakkingin verður steðgað.

Annars heldur pakkingin fram sum vant, og goldið verður fyri pakkingina.

Í sambandi við útskriving, skal apotekið hava boð sum skjótast. Verða broytingar gjørdar í heilivágnum, skal læknin boða apotekinum frá. Av tí at apotekið pakkar til 14 dagar í senn, kunnu ganga 14 dagar, áðrenn pakkingin er klár. Vil læknin hava, at brúkarin skal fáa heilivágin fyrr, skal verða gjørt vart við tað. 

Útflýggjan av skamtlutaðum heilivági til Havnafólk

Havnafólk kunnu velja at fáa heilivágin koyrdan til hús 14. hvønn dag ella kunnu tey velja sjálvi at heinta skamtanar heilivágin antin á Tjaldurs apotek ella Apotekið Steinatún.

Oyðibløð til at útfylla liggja á Tjaldurs apotek.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00