
Goymið fyri børnum
Allur heilivágur, vitaminir og kostískoyti eiga at verða goymd á einum staði, har børn ikki fáa fatur á tí!
Um eitt barn hevur tikið heilivág ella kostískoyti, ið ikki er ætlað tí, kann barnið verða eitrað.
Tí er tað týdningarmikið at ansa eftir, at børn ikki fáa fatur á heilivági.
- Lat ongantíð – heldur ikki bara eina lítla løtu – heilivág standa frammi.
- Lat ikki heilivág vera í handtasku, um smábørn eru í nánd.
- Bið gestir, sum tú veitst hava heilivág við sær, um at hava hann undir umsjón.
- Um heilivágur skal goymast í køliskápi, skal hann setast soleiðis, at børn ikki sleppa at honum.
- Ansa eftir, tá børn eru á vitjan hjá t.d. eldri fólki, at heilivágur ikki stendur frammi.
Varðveitsla
Heilivágur skal altíð goymast soleiðis, at hann ikki missir virknaðin ella gerst skaðiligur.
Saman við heilivági er altíð ein seðil við upplýsingum um heilivágin, har tað m.a. stendur, hvussu heilivágurin skal goymast. Týdningarmikið er at goyma heilivágin, sum tað stendur á seðlinum.
Nógvur heilivágur skal goymast myrkt og turt í stovuhita. T.d. tolir nógvur heilivágur ikki slavnu luftina inni á baðirúmum, og er hetta tískil ikki besta stað at goyma heilivág.
Nógvur heilivágur missir virknaðin, um hann verður útsettur fyri hita. Hetta merkir tó ikki, at haldførið kann leingjast við at goyma heilivágin kalt t.d í køliskápi, tá ið tað stendur, at heilivágurin skal goymast í stovuhita.
Heilivágur, ið skal goymast í køliskápi, má ikki setast tætt við kølilikamið, tí her er hitin lægri, og tað kann oyðileggja virknaðin av heilivágnum.
Goymsla í stovuhita merkir 15-25 ºC. Goymsla svalt merkir 8-15 ºC, meðan goymsla kalt merkir 2-8 ºC.
Lokið á heilivágnum skal altíð skrúvast fast fyri, at heilivágurin skal halda sær betur. Vætuviðkvæmur heilivágur er vanliga í glasi við vætusúgvandi hylki, sum endiliga ikki má takast úr. Ljósviðkvæmur heilivágur er vanliga í ávikavist brúnum fløskum, eskjum ella plastikki, har ljós ikki sleppur ígjøgnum. Heilivágurin skal kortini ikki setast í beinleiðis sólljós. Heilivágur í upprunapakningi hevur besta haldføri og virknað, og soleiðis verða mistøk viðv. inntøku av skeivum heilivági fyribyrgd.