Bromhexin FAP 0,8 mg/ml oralur loysingur (R05CB02)

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Bromhexin. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

Tú kanst fáa Bromhexin í handkeypi.

  • Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Bromhexin
  3. Soleiðis skalt tú taka Bromhexin
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Bromhexin
  6. Aðrar upplýsingar

1. Bromhexin - virknaður og nýtsla

  • Bromhexin er heilivágur, ið loysir slím, og kann nýtast til hosta við seigum slími.
  • Bromhexin ger, at mongdin av seigum slími í luftvegnum økist, sum síðani hann verða hostað upp.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Bromhexin

Tak ikki Bromhexin, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri bromhexin ella einum av hinum innihaldsevnunum, ið eru í Bromhexin.
  • nýliga hevur hostað upp blóð.

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Bromhexin, um tú:

  • hevur magasár ella sár á buggørni.
  • hevur epilepsi.
  • hevur livrasjúku.

Legg til merkis, at Bromhexin inniheldur alkohol.

Álvarsligar húðreaktiónir kunnu standast av bromhexinhydrochlorid. Upplivir tú útslett á húðini, ella broytingar í slímhinnunum, ímeðan tú tekur Bromhexin, skalt tú steðga nýtsluni beinanvegin og seta teg í samband við lækna.

Hevur tú illgruna um, at tú hevur tikið ov nógvan heilivág, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við lækna.

Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági. Serliga um talan er um heilivág fyri ígerð (m.a. cefuroxim, amoxicillin, erythromycin ella doxycyclin). 3 Bromhexin FAP inniheldur alkohol. Tak ikki Bromhexin um tú ert í viðgerð við Antabus ella metronidazol (fyri ígerð). Tosa við læknan.

Matur, drekka og alkohol:Bromhexin kann verða tikið saman við mati og drekka, men hetta er ikki neyðugt. Bromhexin inniheldur alkohol. Heilivágurin inniheldur 3,6 % V/V alkohol, svarandi til uml. 560 mg í einum skamti (20 ml). Kann vera skaðiligt fyri alkoholikarar.

Barnakonur: Bromhexin eigur bert at verða tikið í samráð við lækna, um ein er við barn.

Bróstageving:  Tak ikki Bromhexin, um tú gevur bróst, av tí at Bromhexin verður útskilt í móðurmjólkini. Tosa við læknan.

Ferðslu- og arbeiðstrygd: Bromhexin ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni. 

3. Soleiðis skalt tú taka Bromhexin

Fyri hosta:

  • Vaksin og børn yvir 10 ár: 10-20 ml (8-16 mg) 3 ferðir um dagin.
  • Børn 6-10 ár: 5-10 ml (4-8 mg) 3 ferðir um dagin.
  • Børn 2-5 ár: 2,5-5 ml (2-4 mg) 3 ferðir um dagin.
  • Børn undir 2 ár eiga bert at taka Bromhexin í samráð við lækna.

Nýru ella livur starva ikki nóg væl: Tað kann verða neyðugt at broyta skamtin. Set teg í samband við læknan.

Hevur tú tikið ov nógv Bromhexin: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið meira Bromhexin, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri. Tekin um, at tú hevur tikið ov nógv Bromhexin kunnu vera vaml og spýggja.

Hevur tú gloymt at taka Bromhexin: Tú mást ikki taka dupultan skamt í staðin fyri skamtin, tú hevur gloymt

4. Hjáárin

Bromhexin, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin. Niðanfyristandandi hjáárin eru sæð fyri heilivág sum innihalda Bromhexin.

Ikki vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 1.000, sum eru í viðgerð): Leyst lív, vaml, spýggja

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Ovurviðkom reaktión, útslett, notufepur

Hjáárin, har títtleikin ikki er kendur: Álvarslig ovurviðkvom reaktión, álvarslig hjáárin í húðini (erythema multiforme, toksisk edidermal nekrolyse og akut generaliserandi eksematøs pustulose)

Eru álvarslig sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til læknan ella á skaðastovuna.

Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Bromhexin

Krógvið Bromhexin fyri børnum.

Bromhexin hevur ikki serligar goymslutreytir. Nýt ikki Bromhexin eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining.

6. Aðrar upplýsingar

Bromhexin FAP oralur loysingur hevur í sær hetta virkna evnið: Bromhexinhydrochlorid

Hini evnini eru: Sorbitol (E420), reinsað vatn, ethanol (3,6 vol %), sorbinsýra (E 200) og levomenthol.

Útsjónd og stødd á ílati: Bromhexin FAP oralur loysingur er litleysur og luktar av mentol. Bromhexin FAP oralur loysingur fæst í fløskum á 150 ml og 300 ml.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo

Upplatingartíðir