Laktulosa FAP 667 mg/ml oralur loysingur A06AD11

Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Laktulosu. Týdningarmiklar upplýsingar standa á honum.

  • Tú kanst fáa Laktulosu í handkeypi. Goym kunningarlepan. Tað kann vera gott hjá tær at kunna lesa hann aftur.
  • Spyr á apotekinum, vilt tú fáa meira at vita.
  • Tosa við læknan ella apotekið, verða hjáárin verri, ella tú fært hjáárin, sum ikki eru nevnd á kunningarlepanum.

Yvirlit yvir kunningarlepan

  1. Virknaður og nýtsla
  2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Laktulosu
  3. Soleiðis skalt tú taka Laktulosu
  4. Hjáárin
  5. Soleiðis skalt tú goyma Laktulosu
  6. Aðrar upplýsingar

1. Laktulosa - virknaður og nýtsla

  • Laktulosa bindur vatnið í tarminum og ger skarnið bleytt.
  • Laktulosa kann verða nýtt fyri trekan maga.
  • Læknin kann hava ávíst aðra nýtslu. Ger altíð eftir ávísing frá lækna.

2. Hetta skalt tú vita, áðrenn tú tekur Laktulosu

Tak ikki Laktulosu, um tú:

  • ert ovurviðkvæmur fyri galaktosu, laktulosu ella einum av hinum innihaldsevnunum, ið eru í Laktulosu.
  • hevur forðing í tarminum, antin av svulli ella bruna.
  • hevur blindtarmsbruna.

Tosa við læknan, áðrenn tú tekur Laktulosu, um tú:

  • hvønn dag hevur tørv á evnum fyri opning, soleiðis at orsøkin til trupulleikan kann verða kannað.
  • hevur sukursjúku og tørvar meira enn 100-150 ml av laktulosu um samdøgrið. Mongdin av sukri í Laktulosu kann ávirka blóðsukrið og tørvin á insulini.
  • veitst, at tú er ovurviðkvæmur fyri ávísum sløgum av sukri. Onnur heilivágsnýtsla: Sig læknanum frá, um tú ert í viðgerð við øðrum heilivági.

Tosa við læknan, um tú tekur hesi sløgini av heilivági:

  • vatndrívandi
  • digoxin (fyri hjartað)
  • hjánýrubarkhormonir (hydrokortison, prednison o.l.)
  • amphotericin B (heilivágur fyri sopp)

Matur, drekka og alkohol: Laktulosa kann verða tikið saman við mati og drekka, men hetta er ikki neyðugt.

Barnakonur: Laktulosa kann verða tikið, um ein er við barn.

Bróstageving: Laktulosa kann verða tikið, um tú gevur bróst.

Ferðslu- og arbeiðstrygd: Laktulosa ávirkar ikki arbeiðstrygdina ella førleikan at koyra bil og vera tryggur í ferðsluni.

3. Soleiðis skalt tú taka Laktulosu

Fyri trekan maga:

  • Børn 0-5 mánaðir: 3-6 ml um samdøgrið, býtt sundur í tveir skamtar.
  • Børn 5-12 mánaðir: 10 ml um samdøgrið, antin sum ein ella býtt sundur í tveir skamtar.
  • Børn 1-14 ár: 5-15 ml um samdøgrið, antin sum ein ella býtt sundur í tveir skamtar. Heilivágurin skal gevast barninum, til skarnið aftur er vanligt. Hetta kann taka 7-10 dagar. Skamturin kann síðan minkast tær næstu vikurnar.
  • Vaksin og børn eldri enn 14 ár: Byrjanarskamtur er 15-30 ml um dagin. Tá heilivágurin er farin at virka, verður skamturin settur niður í helvt. Um heilivágurin ikki virkar eftir 3 samdøgrum, kann skamturin tvífaldast. Virkar heilivágurin framvegis ikki, skal farast til lækna. 4 Børn yngri enn 2 ár eiga ikki at fáa hendan heilivág uttan í samráð við lækna.

Hevur tú tikið ov nógva Laktulosu: Set teg í samband við læknan, skaðastovuna ella apotekið, hevur tú tikið meira Laktulosu, enn tað stendur á hesum kunningarlepanum; ella fleiri, enn læknin hevur ávíst, og tú kennir teg illa fyri.

4. Hjáárin

Laktulosa, eins og allur annar heilivágur, kann hava við sær hjáárin. Niðanfyristandandi hjáárin eru sæð fyri Laktulosu.

Sera vanlig hjáárin (fáa fleiri enn 1 av 10, sum eru í viðgerð): Kann geva veika magapínu orsakað av luft í maganum.

Vanlig hjáárin (fáa 1 – 10 av 100, sum eru í viðgerð): Vaml, spýggja og leysan maga, um skamturin er høgur.

Sjáldsom hjáárin (fáa 1 – 10 av 10.000, sum eru í viðgerð): Økt súrleikastig í blóðinum (pH er lækkað), økt mongd av glukosu í blóðinum (hækkað blóðsukur).

Legg til merkis, at um tú hevur tikið Laktulosu í longri tíðarskeiði og hevur leysan maga, so kanst tú missa vatn og salt við skarninum.

Eru álvarslig sjúkuhjáárin, ring so 112 ella far beinanvegin til læknan ella á skaðastovuna. Upplivir tú hesi hjáárin, ella fært tú onnur hjáárin enn tey, ið standa á kunningarlepanum, sig so læknanum ella apotekinum frá, so at betur fæst at vita um hjáárinini og títtleikan. Sig eisini læknanum ella apotekinum frá, um tú fært hjáárin, sum eru áhaldandi ella ørkymla teg. Neyðugt kann vera at viðgera teg fyri hjáárin.

5. Soleiðis skalt tú goyma Laktulosu

Krógvið Laktulosu fyri børnum.

Goym Laktulosu kaldari enn 25 °C. Nýt ikki Laktulosu eftir seinasta lokadag.

Lat altíð heilivágsleivdir inn á apotekið til burturbeining.

6. Aðrar upplýsingar

Laktulosa FAP 667 mg/ml oralur loysingur hevur í sær hetta virkna evnið: Laktulosa.

Hini evnini eru: Reinsað vatn.

Útsjónd og stødd á ílati: Laktulosa er klár, tjúktflókandi væta ið er litleys ella ljós gulbrún. Laktulosa fæst í plastfløskum við 100 ml, 300 ml og 1000 ml.

Hevur tú fleiri spurningar, skalt tú seta teg í samband við Framleiðsluapotekið á tlf. 404040 ella umvegis fap@apotek.fo.

Upplatingartíðir