Handapotekið

Tað lættir um, at hava handapotekið við tær, tá tú fert at ferðast.

Frítíðin er virðismikil, og tað er óheppið, um hon verður oyðiløgd av sjúku o.ø. Tak handapotekið við heimanífrá og slepp undan óneyðugum trupulleikum. Tað er av týdningi, at handapotekið er samansett til ta ferðina, tú skalt, hvar tú skalt, og hvønn tørv tú hevur. Apotekið selur handapotekstaskur í tveimum støddum.

Í handapotekstaskuni er m.a:

  • Plástur
  • Elastikbind/Studningsbind
  • Pínustillandi tablettir
  • Klorhexidin til at reinsa sár
  • Sproytur og kanylir
  • Bløðruplástur, um tú fert at ganga nógv
  • Sólverja
  • Tablettir til magan

Sproytur og kanylir
Tað kann vera skilagott at hava sproytur og kanylir við, um ferðast verður til fjarskotnari lond, har reinførið í heilsuverkinum ikki er so gott.

Egin heilivágur
Tekur tú dagliga heilivág fyri til dømis astma, hjartað ella annað, skal tú minnast til at taka hann við á ferðina. Hygg at forskriftini í góðari tíð undan fráferð, so tú ert vís/ur í at hava nóg nógv til allan túrin. Hav altíð eitt sindur at taka til, um tað skuldi borið soleiðis á, at tú ikki sleppur heim til tíðina.

 

Skal eg koppsetast?

Sama hvar ferðin gongur, er tað eitt gott hugskot at kanna, um ymiskar koppsetingar verða viðmæltar fyri tað ávísa landið, ferðast skal til. Tað kann t.d. vera fyri hepatitis (livrabruna), stívkrampa/difteri o.a. Koppsetingarviðmæli verða kannað við at fara inn á heimasíðuna hjá Statens Serum Institut, spyrja lækna ella spyrja á apotekinum. Um so er, at koppseting verður viðmæld til tað ávísa landið, verður tosað við læknan minst 6 vikur, undan at farið verður, so góð tíð er at koppseta seg.

Hvussu goymi eg heilivágin?

Hav altíð heilivágin í handviðførinum, tí onkur heilivágur kann vera óbrúkiligur av kuldanum í viðførisrúminum. Tú sleppur eisini undan, at neyðugur heilivágur liggur í kuffertinum, um flogfarið verður seinkað ella annað (sí Ferðast við heilivági).

Pína

Veikur pínustillandi heilivágur, sum inniheldur paracetamol ella ibuprofen, er altíð góður at hava við á ferðini. Hesin heilivágur er góður fyri høvuðpínu, vøddapínu og aðra lætta pínu.

Gongur leiðin til eitt stað, har frárátt verður at drekka vatn úr krananum, er best at hava tablettir at svølgja, heldur enn brúsitablettir. Eisini fáast smeltitablettir til keyps á apotekinum, og tær nýtist ikki at drekka vatn afturvið (Pamol flash).

Leyst lív

Góð ráð fyri at sleppa undan leysum lívi:

  • Drekk ikki vatn úr krananum, men keyp vatn í fløsku. Hetta er eisini galdandi, tá tú bustar tenn.
  • Ansa eftir ísterningunum (kanna, at teir eru ikki av vatni úr krananum).
  • Halt teg frá mjólkarúrdráttum, sum ikki eru pasteuriseraðir.
  • Flys grønmeti og frukt sjálv/sjálvur.
  • Et ikki salat.
  • Halt teg frá mati, ið verður seldur á t.d. torgum, uttan so at hann er hagreiddur í nógvum hita.
  • Et bara mat, sum er kókaður ella steiktur.
  • Gevið eisini gætur um fylgjandi matvarur: Skeljadjór (rá ella lættkókað), rátt grønmeti, kalda sós og dressing, mat, sum inniheldur rátt ella partvís rátt kjøt, sum ikki er gjøgnumsteikt.
  • Vaska og sóttreinsa hendur tínar ofta og hvørja ferð, áðrenn tú etur.
  • Byrja nakrar dagar fyri ferðina at taka mjólkarsýrubakteriur og halt fram, til ferðin er endað. Hesar kunnu hjálpa at halda javnvág í tarmfloraini. 

Eyðkenni fyri leysum lívi

  • 4-5 ferðir leyst/tunt skarn um dagin.
  • Tú kennir teg illa fyri.
  • Ofta hevur tú eisini búkilsku ella magakrampar.
  • Umleið 50% fáa vaml.
  • Gongur vanliga yvir av sær sjálvum eftir 3-5 døgum.

Skuldi tað víst seg, at tú hóast alt fært leyst lív, er tað týdningarmikið, at tú drekkur nóg mikið, gjarna vætu við salti og sukuri. Harafturat kanst tú eta mat, ið er lættur at sodna so sum ristað breyð, keks og rivið súrepli.

Ein møguleiki er, at tú tekur heilivág, ið inniheldur Loperamid (t.d. Imodium), sum steðgar krampunum í sodningarleiðini og tískil kann steðga leysum lívi. Tablettirnar kunnu brúkast frá 6 ára aldri og uppeftir, men Loperamid finst eisini flótandi. Hetta kann brúkast frá 2 ár og upp, men verður tó bert givið í samráði við lækna. Tú skalt hava forskrift til tað flótandi. Til akutt leyst lív skal Loperamid bert nýtast í mesta lagi 2 samdøgur, sí kunningarlepan.

Serliga hjá barnafamiljum kann tað vera eitt gott hugskot at taka Revolyt ella Resorb við. Hetta er ávikavist pulvur ella brúsitablettir, sum verður upployst í vatni. Tað inniheldur salt og sukur, sum kann brúkast, tá tú t.d. fært vætutrot vegna leyst lív.

Harðan maga

Nøkur fáa ’akuttan’ harðan maga, tá tey ferðast. Tú kanst bøta um støðuna við at taka veikan, loysandi (tømandi) heilivág – men bert í styttri tíð. Tú kanst fyribyrgja hørðum maga við at eta trevjuríkan mat og drekka nóg mikið. Harumframt er gott fyri harðan maga, um tú ert kropsliga virkin. Um leiðin gongur til heit lond, er tað av størsta týdningi at fáa nóg mikið at drekka, tí tá sveittar tú illa.

Bróstsviði

Heilivágur fyri bróstsviða fæst í handkeypi. Serliga sterkt kryddaður matur, alkohol og kaffi elva til bróstsviða ella súr rop.

Góð ráð:

  • Et ikki 3-4 tímar fyri songartíð
  • Sov við hevjaðum høvdalagi – einar 15-20 cm
  • Skapilsi av vælindinunum ger, at magasýran hevur verri við at koma upp aftur, um tú svevur á vinstru lið
  • Far ikki í trong klæði

Fyribyrging og kynssjúkur

Minst til fyribyrging. Hítin er framvegis einasta fyribyrging, sum verjir fyri kynssjúkum og samstundis forðar fyri at gerast við barn.

Hav sjálv/ur hítir við fyri at vera vís í góðskuni. Tað er týdningarmikið, at hítirnar ikki liggja í sólini í høgum hita. Nýtir tú p-bollar, er tað eitt gott hugskot at hava við til nakrar dagar eyka. Ferðin heim kann jú verða seinkað.

Gev eisini gætur, at leyst lív og spýggja kunnu gera, at p-bollarnir ikki eru virknir.

Ovurviðkvæmi

Ert tú ovurviðkvæmur/kvom, er tað eitt gott hugskot at kanna blómusáð-støðuna (pollen), har sum tú fert at ferðast, áðrenn farið verður.

Tað kann gerast við at fara inn á www.polleninfo.org. Tað er gott, um tú ert í nøktandi viðgerð, áðrenn farið verður, og at tú tekur tín vanliga heilivág við.

Ver fyrireikað/ur og kenn tað, ið elvir til títt ovurviðkvæmi.

Mýggjabit

Mýggjabitar kunnu haldast burtur við at smyrja skordýrafrávísandi evni á húðina. Um tú nýtir skordýra-ræðandi evni, sum t.d. Autan®, so er týdningarmikið, at tú nýtir skamtin, ið er áskrivaður. Nýtir tú ov lítið, sært tú skjótt, at lítið hjálpir (nýt 6-8 pístr á hvønn undirarm).

Um tú ert stungin, fáast lokaldoyvandi evni, sum linna skordýrabit ella onnur bit.

Í økjum við malaria er sera týdningarmikið at verja seg fyri mýggjabitum – tí tað eru teir, sum bera malaria víðari.

Fyribyrgjandi heilivágur fyri malaria fæst á forskrift. Aftur at hesum kann ein verja seg fyri mýggjabitum við at smyrja skordýra-frávísandi evni á seg og við at sova undir neti um náttina.

Skordýrabit (insektbit)
Góð ráð: 

  • Um tú etur søtmeti síðst á sumri, ansa so eftir, at onki skordýr er á søtmetinum, áðrenn tú bítur
  • Drekk heldur úr glasi enn úr blikki. Ein býfluga (bi) ella vespa kann krúpa í blikkið, uttan tú varnast
  • Ver í skóm úti
  • Kveistra ikki býflugu ella vespu burtur
  • Halt teg burtur frá býflugubølum
  • Ver ansin, um tú heintar frukt

Verður tú stungin, royn so at fáa broddin burtur, uttan tó at trýsta meir gift inn í húðina. Neglin kann brúkast. Giftin kann síðani súgvast út við ein giftsúgvara. Hevur tú ikki giftsúgvara tøkan, so kann ein sukurmoli hjálpa.

Um tað hovnar, ella skriði verður, so kann skriðustillandi smyrjast á bitið. 

Antihistaminir linna eisini í hesum høpi. 

Sár og skursl

Minnist til plástur og gaze-bind til sár og skursl. Nýt sápu við lágum pH-virði, um talan er um sár. Ikki nýta desinfiserandi evni, tí tað seinkar grøðingini. Rennur nógv úr sárinum, fáast serlig plástur á apotekinum.

Skal tú ganga nógv, ber væl til at brúka plástur fyri bløðrur. Hevur tú fingið bløðrur, kann plástur eisini nýtast.

 

Upplatingartíðir