Góðar appir

  Tú kanst taka niður pro.medicin.dk 2015-app, sum hevur upplýsingar um allar marknaðarførdar tilbúningar í Danmark við upplýsingum um stuðuls- og útflýggjanaráseting. Upplýsingarnar verða tiknir niður frá pro.medicin.dk, ið er heilivágsupplýsing til yrkislærd.

Niðurtøka app her

Heilivágsámminari kann minna teg á at taka heilivágin á rættan hátt. Hann er samstundis eitt amboð at skráseta blóðsukur, blóðtrýst og vekt í styttri ella longri tíðarskeið. Tú kanst stýra fleiri brúkarum, t.d. kanst tú hjálpa maka ella børnum at minnast heilivágin. Les meir um appina her

Niðurtøka app til Android her

Niðurtøka app til Iphone her

Sjúklingahandbókin er ein elektronisk handbók, har tú kanst leita í meira enn 3000 greinum um sjúku og meira enn 2000 myndum, sum tekningar, røntgenmyndir, fotomyndir, teknifilmar og sjónbond. Tú kanst goyma tínar yndisgreinir og deila okkurt úr Sjúklingahandbókini við onnur um t-post og Facebook. 

Niðurtøka app til Android her

Niðurtøka app til Iphone her

E-kvit kann hjálpa tær at sleppa av sigarettarnir ella so líðandi minka um nýtsluna av nikotintilbúningum.

Niðurtøka app til Android her

Niðurtøka app til Iphone her

Europakommissjónin hevur gjørt eina app um "Tað bláa sjúkratryggingarkortið" til snildfonir, ið kann vísa borgarum til røttu heilsuhjálpina undir steðgi í einum ES-landi, Íslandi, Norra, Liechtenstein ella Schweiz.

Við appini kann ein síggja:

  • Hvørjar viðgerðir tryggingin fevnir um
  • Hvussu ein kemur í samband við ein viðgera, sum tryggingin fevnir um
  • Hvussu møgulig afturgjalding av kostnaði fer fram
  • Vanligir upplýsingar um kortið, nær tað er útskrivað, trygging og gildið o.a.

Niðurtøka app her

Nýggja appin hjá Hjartafelagnum vísir leiðreglurnar til fyrstuhjálp. Stig fyri stig kanst tú lættliga fara ígjøgnum tað, tú skalt gera og skjótt minna teg aftur á, hvussu tú eigur at bera teg at undir einum hjartasteðgi.

Niðurtøka app til Android her

Niðurtøka app til Iphone her

Við ókeypis appini há Diabetesfelagnum Diabetes &Kulhydrattælling, hevur tú altíð insulinroknara og vøruyvirlit í lummanum. Appin roknar heildina av kolhydrati í máltíðini og tín egna insulintørv.

Niðurtøka app her

GlaxoSmithKline hevur gjørt eina ókeypis app, har foreldur kunnu finna upplýsingar  um eyðkenni hjá sjúka barninum og upplýsingar um tær vanligastu barnasjúkurnar. Appin hevur eisini ein skamtroknara, so ein kann rokna rætta skamtin av paracetamol til børn.

Niðurtøka app til Android her

Niðurtøka app til Iphone her

Halt skil á, nær og hvussu ofta tú hevur høvuðpínu, hvat elvir til hana, eyðkenni, heilivágsnýtsla, aðrar viðgerðir og nógv afturat.

Pfizer hevur ment appina og fingið hjálp frá Dansk Hovedpine Center, Glostrup Hospital.

Niðurtøka app her

GlaxoSmithKline er komin fram við einari nýggjari app til astmasjúklingar. Umframt eina dagbók hevur appin eina astmaeftirlitsmáting og opstigaðar upplýsingar um orsøkir nærindis tær, som kunnu skapa astmaeyðkenni t.d. pollen, veðurlíkindi og dálking. At enda eru upplýsingar um 30 evnir viðvíkjandi astma.

Niðutøka app til Android her

Niðurtøka app til IPhone her

 

 

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00