Blóðsukur- og blóðtrýstmátingar

Apotekið bjóðar øllum kundum at fáa mátað blóðsukur og blóðtrýst á staðnum. 

Blóðsukur og insulin

Tá kroppurin fær sukur, virkar insulinið sum ein lykil, ið hjálpir sukrinum úr blóðinum og inn í kyknurnar.

Tá tú hevur diabetes, virkar insulinið ikki nóg væl ella als ikki, og tí kemur sukur úr mati og drykkivørum ikki inn í kyknurnar. Her kann blóðsukurvirðið geva eina ábending, um tú hevur diabetes ella ikki. Er nøkur ábending, verður tú víst/ur til lækna.
Ofta varnast tú ikki sjúkueyðkennini fyri týpu 2 diabetes. Óviðgjørt ella illa viðgjørt diabetes kann, sum frá líður, elva til álvarsligar eftirsjúkur.

Sjúkueyðkenni fyri ov høgt blóðsukur:

  • Møði
  • Vaml
  • Turrur muður
  • Tíðum pissa 
  • Tosti

Blóðtrýstið

Eingin kennir blóðtrýstið, áðrenn tað er mátað. Tað verður hildið, at í minsta lagi 1 millión danskarar hava ov høgt blóðtrýst, og í aldursbólkinum 50-60 ár er tað meiri enn triðji hvør. Um vit sammeta føroyingar við danskarar, merkir tað, at minst 9000 føroyingar hava ov høgt blóðtrýst.

Við broyttum lívshátti kunnu vit fyribyrgja ov høgum blóðtrýsti. Er hetta ikki nóg mikið, krevst onnur viðgerð. Tí er sera umráðandi at máta blóðtrýstið og vita, um tað er ov høgt.

Er blóðtrýstið ov høgt, økist vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum. Vandin fleirfaldast, um tú eisini roykir, hevur ov høgt kolesterolvirði og hevur diabetes. Ov høgt blóðtrýst í sjálvum sær hevur sjáldan nøkur sjúkueyðkenni við sær, tó eru summi, sum kunnu uppliva hesi sjúkueyðkenni:

  • Høvuðpína
  • Svimbul
  • Hjartabankan

Prísur

Kostnaðurin fyri eina blóðsukurmáting ella eina blóðtrýstmáting er 50 kr. fyri hvørja. Kanningin tekur uml. 15 min.

Bílegging

Ring ella skriva og bið um tíð til blóðsukur- ella blóðtrýstmáting

Tjaldurs Apotek 
Tlf. +298 341100

katy.hansen@apotek.fo 

Upplatingartíðir