Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til barnsburðarfarloyvisstarv í innkeyps- og logistikkdeildini í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innkeypi og vøruflutningi fyri alt Apoteksverkið.
Sum starvsfólk í innkeypsdeildini verður tú við til at tryggja, at apotekini hava røttu vøru á goymslu, umframt at skipa mannagongdirnar soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við innkeypsleiðaran, men eru í høvuðsheitum:
Tú er farmakonom ella hevur líknandi útbúgving innan heilivág. Eisini er tað ein fyrimunur um tú hevur áhuga fyri innkeypi og logistikki, umframt hegni at arbeiða innan økið.
Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt barnsburðarfarloyvisstarv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan 1. mars 2023 til 30. septembur 2024.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 29. januar 2023. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Frank Jacobsen á tlf. 259904 ella senda ein teldupost til frank@apotek.fo