Spennandi starv sum innkeypari í Apoteksverkinum

Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til mennandi starv í nýstovnaðari megin innkeyps- og logistikk deild í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innkeypi og vøruflutningi fyri alt Apoteksverkið. Í samband við, at Apoteksverkið fær nýggja KT-skipan í næstum, verður í løtuni arbeitt við at innføra VMI á apotekunum.

Sum starvsfólk í innkeypsdeildini skalt tú vera við til at tryggja, at apotekini hava røttu vøru á goymslu, umframt at skipa mannagongdirnar soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við innkeypsleiðaran, men eru  í høvuðsheitum:

  • Viðlíkahald av VMI hjá Nomeco á teimum fýra apotekunum 
  • Innkeyp av rávørum, heilivági v.m. til framleiðslu, alivinnu og skamtan
  • Innkeyp av rakstrarvørum v.m.
  • Fakturagóðkenning og tolling av vørum
  • Upprætta merkivørur, rávørur v.m. í telduskipanini
  • Avgreiða destruktiónsordrar og kreditnotur
  • Ábyrgd fyri konsignatiónsgoymslu av vøru til alivinnuna
  • Søla og keyp av vørum millum apotekseindirnar
  • VMI av føroysku framleiðsluvørunum á apotekunum
  • Superbrúkari í nýggju KT-skipanina innan innkeyp og logistikk

Tínir førleikar

Tú hevur áhuga fyri innkeyp og logistikk, umframt hegni at arbeiða innan øki.  Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:

  • Góð analytisk evni, og góðan førleika til tøl og Excel
  • Førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
  • Evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
  • Royndir ella útbúgving innan øki kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt

Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.

Tá talan er um eina nýstovnaða innkeypsdeild kunnu broytingar í starvsinnihaldinum koma fyri.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.

Setanarviðurskifti

Talan er um fast starv, sum er ásett at vera fulla tíð. Rætti viðkomandi verður settur skjótast gjørligt.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Starvsstaðurin er á Staravegi 15 í Tórshavn.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. september 2021. Umsóknir skulu sendast við at trýsta her.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Frank Jacobsen á tlf. 259904 ella senda ein teldupost til frank@apotek.fo

Upplatingartíðir