19. desember 2019

Jobmatch 2019

Apoteksverkið verður við á Jobmatch 2019, sum verður í Norðurlandahúsinum 28. desembur frá kl. 12 til 18. Møguligt er at bíleggja sær eitt JobPrát við Apoteksverkið. Eisini eru nýggir møguleikar til lesandi fyri framman og leys størv at søkja.

 

Aftur í ár verður Apoteksverkið at síggja til tiltakið Jobmatch. Jobmatch 2019 verður í Norðurlandahúsinum 28. desembur frá kl. 12 til 18.

Í ár fer Apoteksverkið m.a. at kunna um møguleikan hjá lesandi at skriva serritgerð innan kliniska farmasi og heilivágsframleiðslu í Apoteksverkinum, og at kunna um størv, ið eru leys at søkja. Eisini verður kapping á skránni, har møguligt verður at vinna eitt atgongumerki til tónleikatiltak komandi summar. Kom niðan í Norðurlandahúsið og legg leiðina framvið básinum hjá Apoteksverkinum og hoyr nærri um alt hetta, ella bílegg tær eitt JobPrát.

Umvegis JobPrát fært tú møguleikan at fáa innlit í, hvat Apoteksverkið kann bjóða tær. Eisini fært tú møguleikan at bjóða teg sjálvan fram. Bílegg eitt JobPrát við at melda teg til Jobmatch 2019 á síðuni hjá Jobmatch her.

Í Apoteksverkinum starvast nógvir ymiskir fakbólkar. Á síðuni Starvsmøguleikar, sum tú finnur her, kanst tú lesa meira um, hvørjir hesir fakbólkar eru. Eru leys størv at søkja, verða hesi eisini lýst á síðuni Starvsmøguleikar.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir