Spennandi starv sum KT-supportari í Apoteksverkinum

 

- Brennur tú fyri KT? Hevur tú stóran áhuga í at veita góðar innanhýsis KT-tænastur? Og dámar tær væl at samskipa innanhýsis kunning og upplæring?

Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum KT-supportara og samskipara til KT-deildina í Apoteksverkinum.

KT-deildin hevur ábyrgdina av at veita framkomið og vælvirkandi KT-kervi í Apoteksverkinum. Menningin av KT-kervinum verður framd gjøgnum verkætlanir, og raksturin av KT-kervinum verður framdur við at veita góða gerandisliga tænastu til leiðarar og starvsfólk í Apoteksverkinum. Harumframt veitir KT-deildin eisini ymiskar tænastur til uttanhýsis partar.

Starvið

Í starvinum kemur tú at veita KT-support til starvsfelagar, soleiðis at øll kunnu fremja sítt KT-arbeiði skjótt og væl. Tú kemur eisini at samskipa innanhýsis kunning og upplæring, og at samskipa skjalaskipanina í Apoteksverkinum. Harumframt kemur tú eisini at vera við til at gera PowerBI rapportir, og at arbeiða við øðrum spennandi uppgávum saman við starvsfeløgum og uttanhýsis veitarum.

Tínir førleikar

Vit ímynda okkum at tú hevur viðkomandi útbúgving og viðkomandi royndir innan KT-support og samskipan.

Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur, og at tú hevur góð samstarvs og samskiftisevni. Vit leggja eisini dent á, at tú hevur góð evni at planleggja,  raðfesta og fremja arbeiðsuppgávurnar, sum verða latnar tær upp í hendi. Vit vænta eisini, at tú dugir væl at arbeiða sjálvsstøðugt og í toymi saman við øðrum.

Til tíðir er stórt trýst á KT-deildini. Tí er eisini neyðugt, at tú trívist, tá arbeitt verður undir trýsti.

Harumframt ímynda vit okkum, at tú ert fyrikomandi, álítandi og dugnalig/ur.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt spennandi starv í einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður eru í hásæti.

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv við setan frá 1. mars 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin “Søk starvið

Umsóknir við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. februar 2023.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Richard Schwartson á tlf. 216519, ella við at senda ein teldupost til richards@apotek.fo. Tú kanst eisini fáa meira upplýsingar um Apoteksverkið á: www.apotek.fo.

Upplatingartíðir